07 Vestur hevur sett nýggjan venjara

Frankie Jensen er aftur venjari hjá 07 Vestur kvinnunum

07 Vestur skrivar soleiðis í dag:

 

Vit kunnu nú kunngera, at tað verður Frankie Jensen, sum kemur at venja kvinnuliðið hjá 07 Vestur í BETRI deildini hjá kvinnum komandi kappingarár. Frankie Jensen hevur gjørt avtalu fyri kappingarárið 2026.

 

Frankie hevur drúgvar royndir bæði sum leikari og sum venjari. Hann hevur millum annað verið venjari hjá Brønshøj, FA 2000, Skjold og ÍF Føroyar í DK frá 2000-2007.

 

Í 2008 fekk hann A-licens sum venjari og aftaná tað bleiv hann venjari hjá 1. deild og unglingum ella tað sum bleiv kallað U18 hjá HB og var hann venjari har fram til 2013.

 

Eisini hevur Frankie verið høvuðsvenjari hjá FC Hoyvík í 4 ár og høvuðsungdómsvenjari í 2 ár.

 

Frankie hevur staði á odda fyri kvinnuliðnum hjá 07 Vestur áður, hetta var í 2021, tá ið felagið 07Vestur fyri fyrstu ferð, meldaði kvinnulið til bestu deildina í fótbólti.

 

Vit í 07 Vestur eru spent uppá komandi kappingarár og ynskja venjarinum hjartaligani vælkomnum til felagið.