Nú verkfall hevur hótt samfelagið í nakrar vikur, eru røddir komnar fram um at loyva strandfaraskipunum at sigla, meðan verkfall er. Jóannes Eidesgaard vil nú samráðast við fakfeløgini. Nólsoyingar, Suðuroyingar og Sandoyingar hava gjørt vart við seg, nú verkfall hevur hótt samfelagið, og tey heita nú á landsins politikarar, um at taka málið upp og finna eina loysn.
Útjaðarin verður helst harðast raktur, tá ið arbeiðssteðgur er, og nú krevja nólsoyingar, sandoyingar og suðuroyingar, at verða javnstillað við restina av landinum.
Johan Dahl hevur boðað frá, at hann vil lóggeva um hetta málið, men hetta hevur ikki fallið á góða jørð hjá hinum flokkunum.
Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin hava boðað frá, at tey ikki taka undir við at lóggeva, tí tað er at skerja rættindini hjá fakfeløgunum.
Jóannes Eidesgaard sigur í dag, at hann heldur tað verða neyðugt, at samráðast við fakfeløgini í friðartíðum, og soleiðis finna eina loysn á málinum.
Hann sigur seg vóna, at fakfeløgini taka undir við, at geva útjaðaranum somu rættindini undir arbeiðssteðgi, sum restin av landinum hevur.