Umskipanir í uttanríkisráðnum

Fýra av seks deildin í Uttanríkisráðnum verða nú avtikinar, og starvsfólk hava fingið ætlarnarskriv um broytingarnar.
Uttanríkisráðið boðar í kvøld frá, at ætlanir eru at broyta bygnaðin í ráðnum.

Orsøkirnar til hesar ætl­anir sigur ráðið verða, at ynski er um, at Utt­anríkisráðið fær størri eind­ir, enn ráðið hevur havt seinastu árini, og at nýta starvsfólkahópin, ið Utt­an­ríkisráðið hevur í dag, enn betur, soleiðis at ráðið gerst enn virknari og kemur at virka á bestan hátt.

Starvsfólk í ráðnum hava í dag fingið handað ætl­an­ar­skriv, har ið tey verða hoyrd um ætlaðu broytingarnar, soleiðis sum ásett er í fyrisitingarlógini.
 
Tær bygnaðarbroytingar, ið ætlanir eru um, eru at avtaka fýra av teimum seks deildunum. Tey starvsfólk, ið eftir ætlan verða ávirkað av hesum broytingum, hava kortini fingið til­boð um annað starv í Utt­an­rík­is­ráð­num.    
 
Ætlanin er at seta tvær nýggj­ar deildir á stovn. Onnur deildin fer at markn­að­arføra Føroyar, serliga sum ferðamál. Hin deildin fer at samráðast um handil og tilfeingi.      
 
Tað er ætlanin at lýsa leys hesi bæði nýggju deild­ar­stjórastørvini í næstum.