Út at drepa fólk, ikki bara herfólk, men uttan at bliknast at dreppa kvinnur og børn og gomul fólk. Tað tykist sum at vittuggið í Kreml ikki fær ein góðan náttarsvøvn, um hann ikki hevur dripið nøkur børn í Ukraina fyri at ræða fólkið til at geva sær landið.
Og trygdin hjá Evropa var sum altíð USA. Hildu vit. Har var ein forseti, tá kríggið byrjaði, sum ikki ivaðist, hvar hansara stuðul og samkensla lá. Tað var hjá Ukraina og ukrainska fólkinum. Men fólkið í USA valdi annan forseta, og hann hevur als ikki somu tilgongd, sum undanmenn hansara høvdu. Undir einum kunnu vit – í sammeting til sitandi forseta siga, at allir vóru skilamenn. Teir, sum vit mettu sum keðiligar – blikna allir sum sunnudagsskúlalærarar í mun sitandi forsetan.
Í staðin fyri at stuðla Ukraina og ukrainska fólkinum, tykist hann í heilum hava størri áhuga fyri fíggindanum. Og so hevur hann eisini fingið íblástur frá russiska einaræðisharranum – til at stjala land úr okkara ríki, enntá við hermegi. Hvør skuldi sagt, at vit í Evropa fóru at síggja USA sum ein stóran vanda fyri trygdina hjá okkum? Hetta stóra ríki, sum altíð hevur virkað sum heimsins løgregla og álit.
Enn hevur Trump ikki sitið fyrsta árið í sessinum, og longu gjørt so stóran skaða – tey skuldu kanska havt strangari fráfaringarldur fyri almenn álitisstørv í USA, enn vit hava havt her heima hjá okkum.
Vit kunnu sjálvandi einki gera við tað, sum amerikanska fólkið hevur valt. Heldur ikki tað, sum russisku leiðararnir siga, at russiska, at fólkið hevur valt – og heldur ikki tað, sum kinesiska fólkið ikki sleppur at velja. Vit kunnu bara fegnast um, at vit enn liva í einum landi, har vit kunnu tveita politikarar á dyr, tá vit troyttast av teimum. Tíbetur hava vit ikki slík vituggi í landsins leiðslu, sum tey trý hernaðarligu stórveldini hava.
Harmuligt er tað tó, at tey trý nú semjast um at reka heimin upp á sín máta, við teirri makt, sum tey hava hernaðarliga og tøkniliga.
Vit kunnu bara vóna, at amerikanska fólkið vaknar. Tey sleppa so at velja, hóast alt. Verri er í Russlandi og Kina – men tey hava áður reist seg móti kúgarum. Kanska tey gera tað aftur, heldur enn at teirra kúgarar sleppa at oyðileggja okkum heimin.











