Løgreglan í Suðurspania hevur lagt hald á meira enn 650 kilo av hassj, sum roynt varð at smugla inn í landið úr Marokko við tyrlu. (Savnsmynd). - Mynd: Borja Suarez/Reuters

Spanska løgreglan steðgar tyrlusmuglarum í razzia

Spanska løgreglan steðgaði leygardagin einum kriminellum bólki, sum royndi at smugla ólógligt hassj inn í landið úr Marokko við tyrlu.

Løgreglan í Suðurspania hevur lagt hald á meira enn 650 kilo av hassj, sum roynt varð at smugla inn í landið úr Marokko við tyrlu. (Savnsmynd). - Mynd: Borja Suarez/Reuters

Sambært løgregluni var atsóknin partur av einum óvanligum átaki at steðga rúsevnahandili í luftini.

Tyrlan kann flyta millum 500 og 900 kilo av hassji fyri hvønn túr úr Marokko.

Sambært sponsku myndugleikunum verða rúsevnini flogin inn um markið og goymd á ymiskum støðum í Suðurspania, haðani tey verða send víðari til onnur lond í Evropa.

Í sambandi við álop í Málaga, Murcia og Almería legði løgreglan hald á eina tyrlu við 657 kilo av hassj umborð, umframt fimm skotvápn og stórar upphæddir av reiðum peningi.

Seks fólk eru handtikin.

 

/Ritzau/

 

 

 

Løgreglan í Suðurspania hevur lagt hald á meira enn 650 kilo av hassj, sum roynt varð at smugla inn í landið úr Marokko við tyrlu. (Savnsmynd). - Mynd: Borja Suarez/Reuters