Skíðfjepparar - og teir eru rættiliga nógvir í tali - seta hvørjum øðrum stevnu í kvøld.
Ein av stigtakarunum til tann kunnandi og kannandi fundur, har stigtakarnir vilja kanna um grundarlag er fyri at stovna eitt skíðfelag, er Pætur M. Hansen úr Havn.
- Vit hava ofta tosað um málið, og tí hugsaði vit, at vit skuldu royna at savna nøkur fólk, tí skíðítróttin er vaksin so nógv í Føroyum. Tað eru so ómetaliga nógvir føroyingar, sum eiga skíðútgerð. Hesi fólkini eru ikki so væl kunnaði um, at tað virksemi er á skíðøkinum í Føroyum. Vit eru, ið hvussu er vísir í, at tað eru nóg nógv sum hava áhuga fyri hesum, segði Pætur M. Hansen við Rás2 í morgin.
Eitt sum eitt møguligt komandi skíðfelag fer at arbeiða fyri, er at betra um umstøðurnar, har sum aðka verður á skíðum á Sornfelli. Pætur Hansen slær tó fast, at ætlanin er ikki at læsa seg á eitt stað í Føroyum, men at virka skíðítróttini at frama allastaðni, har møguligt er at standa á skíðum.