sessast, og ryggsekkirnir verða latnir upp. Fólk hava eitthvørt við sær til túrin, og ferðaleiðarin býður kaffi og matpakkar, hann hevur við av hotellinum. Norðmenninir eru framvegis ikki komnir, og hildið [...] Jú lundin er inni, og Høgni kemur út aftur við honum. Og pisuni. Tað var stuttligt hjá børnunum at síggja, og pisan varð eisini dúgliga avmyndað, áðrenn hon var løgd aftur í holuna, og vit fóru niðan í bygdina [...] aldurs, hevur hug at práta. Og meðan restin av ferðalagnum fer oman á lendingina, sita vit báðir, blaðmaðurin og týskarin, eftir. Hann greiðir frá, at hann er úr Hannover og er ferðandi blaðmaður, sum skrivar
Nakað seinni var Jákup Andrias og bróður hansara staddir á Fyn og tá fóru teir at leita í telefonbókini og funnu Kaaber. - Eg ringdi til hansara og heilsaði frá Miu Trónd og spurdi, um vit kundu koma at [...] Andrias gekk í Føroyum og leitaði eftir gomlum málningum, sum hann vildi avmynda og síðan prenta í einum kalendara. Hann ferðaðist kring alt landið og var inni í teimum flestu kirkjunum og eisini inni hjá [...] til Frederiksborg og bað um at tosa við stjóran. Hon presenteraði seg sum Kirsten Nannestad, sigur Jákp Andrias Arge. Hann greiddi henni frá Kaaaber og vinarlagið millum hann og Krause og at Kaaber ynskti
tóktist frískliga øðrvísi, eins og myndirnar sum heild vóru meira opnar og spontantar í bygnaði og litum. Arnold Vegghamar dugir sanniliga okkurt heilt serligt við litum og hóast góðskan í hansara samlaða [...] hugtók tann gula, naivt málaða og upprunakenda fjallasíðan, ið var nr. 32 í myndaskránni. Kára Svensson hava vit mangan upplivað á Vár-, Summar- og Ólavsøkuframsýningum og nú er hann jú eisini umboðaður [...] Nupen og øðrum. Í sínum nýggjaru myndum tykist hann tíverri eisini ávirkaður av Astri Luihn. Myndirnar hjá Kára eru báðar horisontalar og samansettar av fýra pørtum við ávikavíst reinum litflatum og ásettum
nógv fólk stóðu og gløddu eftir mær, og eg slapp ongan veg, sigur Rúni. - Tá kom babba í einum bili, og tað var gott. Eg græt bara eitt sindur. Rúni fór á skaðastovuna, so í røntguna, og haðani var hann [...] har turrisligi og keðiligi granskarin, og tá eg so fortelji onkra stuttliga søgu, gerast tey púra ovfarin. Tað sigur yvirlæknin og granskarin, Pál Weihe, ið sjálvur áður hevur etið grind og roykt sigarettir [...] Rúni var heppin. Hann situr róligur í stovuni og prátar, og hann heldur tað ikki vera so galið at hava frí frá skúlanum hesa vikuna. Handliðið er brotið og liggur í gipsi. Hann hevur ofta verið túr við
hóskvøld og fríggjakvøld. Refleksjón og Frætt og fregnað og eisini sendirøðirnar Fólksins rødd og aðrar, sum hava verið sendar hóskvøld. Men samstundis dámar mær eisini væl røðir sum til dømis CSI og Criminal [...] okkum, og tað er altíð skilagott at lurta eftir, hvat tey gera, og hvussu tey gera. Mín telefon: Eg havi eina ganska vanliga Nokia telefon. Hon er reyð og kann ikki so nógv annað enn at ringja og smsa. [...] greinir, sum hava tyngd og dygdargott tilfar, eg vil hava fleiri góð og hugtakandi portrettir av føroyingum og útlendingum í øllum miðlum, eg vil hava minni referandi journalistikk og meira viðgjørt tilfar
fyrstu løtuna og kom skjótt á odda 3-1. Kyndil dugdi fyrstu løtuna væl at vísa tolsemi og bíða eftir rætta opinum, sum setti skjúttarnar báðar, Finn Hansson og David Edvardsen, upp til skot, og tá ið teir [...] Bæði Kyndil og KÍF høvdu bart seg í steypafinaluna við ógvuliga teprum sigrum í hálvfinalunum ímóti ávikavist H71 og StÍF, og mundi lítil ivi vera um undan dystinum, at hetta eru stinnastu liðini í Føroyum [...] at hanga saman, og KÍF við sínum breiða hópi av egnum uppaldum leikarum og ótrúligari mótálopsferð. Bæði feløgini høvdu gjørt ríkiligt burturúr fyrireikingunum til steypafinaluna, og fjepparar hjá feløgunum
tað bleiv fráboða tíðliga og seint, men hvør gav tí gætur uttan Nóa og familjan, hann smíðaði ørk sambart tí, sum Guð hevði sagt, og tað var Nóa við fam, sum gekk inn í ørkina og hurðin bleiv latin aftur [...] tú, at byggja á Guðs fyriskipan og har við hava Guðs vernd um títt lív? Ella ynskir tú, at fylgja við tíðarandanum og har við lata tíni lívsvirðir skola burtur eins og kavi fyri sól. Ella ynskir tú at [...] ynskja fyrst og fremst at avskera tínar forsínings liniur, sum er Guðs orð. Tað er stratigin hjá einum og hvørjum fýgginda, at avskera forsýningsliniurnar, so at fíggindin útmattast og til endans má hann
ni í góðari tíð, og tað ráddi um bæði at hoyra og síggja so væl sum gjørligt. ? Vit høvdu kikara við, so vit fingu eisini hugt væl og virðiliga eftir bólkinum. Hann var stak góður og serliga trummusláarin [...] aftur og aftur, og tað eru eisini orðini hjá Niclas. ? Eg helt konsertin bleiv betri og betri, sum hon leið. Hon byrjaði væl, men seinna helvt var heilt fantastisk. Vit sótu nokk so aftarlaga, og tað var [...] vóru nógv øgiliga nógv góð løg, sigur Niclas. Tey bæði Lena og Niclas sótu bara friðarliga og lurtaðu. ? Vit kenna øll løgini og sótu bara og nýttu tað. Kanska eitt sindur av fjáltri. Ein hetja er ein hetja
? sum á so nógvum øðrum ? eiga at fara vísiliga og varisliga fram, ikki leypa framav og at vit, áðrenn farið verður í holt við hetta, taka tey røttu og neyðugu stigini. Men eg haldi, tað gongur alt ov [...] men andin í skriftini og tær ábendingar, hon gevur, eru heilt greiðar. Fyrst er tað boðið um at elska næsta sín. Bæði í gamla og nýggja testamenti stendur rættiliga nógv um tað. Og vit kenna tað vist øll [...] fyri teimum, ið háða tykkum og søkja at tykkum« (Matt. 5:44) Og tá ið ein spurdi hann, hvør var næsti hansara, var Jesus ógvuliga greiður og segði honum ta vælkendu søguna um hin miskunnsama samverjan (Luk
vanda fyri innaru og uttaru trygdini hjá finska ríkinum. Álendingar hava valdsrættin í løgreglumálum, postmálum, kommunalum skattainnkrevjingum, skúlum, heilsu- og sjúkramálum og útvarps- og sjónvarpsmálum [...] treytir. Finnland varð tvungið at tryggja álendingum rættin at tosa og skriva svenskt, og rættin at sleppa at varðveita sína mentan, og sínar siðir. Ein altjóða sáttmáli staðfesti eisini, at Áland skuldi [...] vinnulívið. Tað eru eisini alsamt færri finskir embætismenn og politikkarar sum práta svenskt, og viðurskiftini millum álendsku landsstjórnina og finsku ríkisstjórnina eru versnaði seinastu árini. Ein lítil