Ein argjamaður fann Krause málning

Jústinus Leivsson Eidesgaard

Av eini ella aðrari orsøk, sum Jákup Andrias Arge í Havn ikki skilir, so hava klaksvíkingar við fyrrverandi býráðsformanni Jógvan við Keldu á odda, dult hvussu tað bar til, at stórbæri málningurin hjá kenda danska listamanninum Emil Krause kom til Føroyar og hví hann júst hongur í býráðshøllini í Klaksvík.
Málningurin hevur nú hing­ið í Klaksvík í 12 ár og í veru­leika­num er tað upp til J. A. Arge hvussu leingi hann skal hanga har. Tað eru slett ikki klaks­víkingar sum hava funnið fram til henda stórbæra málning, mál­aður í 1903 og sum sýnir føroyskan dans í roykstovuni í Ónagerði á Viðareiði, har lista­maðurin vitjaði. Umboð fyri kommununa í Klaksvík eiga ongan leiklut í tí drúgva leitingararbeiði, sum fór fram áðrenn málningurin dagaði undan kavi aftur og navnið hjá manninum, sum veruliga fann málningin hevur verið dult fyri almenninginum.
Tá íð nú Jákup Andrias Arge fleiri ferðir hevur hoyrt um hvussu málningurin er komin til landið og at hetta einki hevur við veruleikan at gera, hevur hann valt at siga sína søgu, og so skuldi tað verið fingið uppá pláss hvussu hetta fór fram og at hann bert hongur í Klaksvík, so leingi sum Jákup Andrias Arge ynskir tað.
Savnaði málningar til kalendara
Jákup Andrias gekk í Føroyum og leitaði eftir gomlum máln­ingum, sum hann vildi avmynda og síðan prenta í einum kalend­ara. Hann ferðaðist kring alt landið og var inni í teimum flestu kirkjunum og eisini inni hjá privatfólki.
- Einaferð eg tosaði við Miu Jensen, tannlækna í Havn for­taldi hon mær um Kååber tannlækna, sum hevði havt sína tannlæknastovu í Tinganesi. Hon segði, at hann átti heilt vist fleiri málningar av Krause, tí teir vóru góðir vinmenn. Tá ið Krause var í Føroyum í 1933 ella 1934, hevði Krause framsýning í gongini hjá Kååber. Eg spurdi Miu Trónd, um hon visti hvar Kaaber búði. Jú hann búði á Fyn, sigur Jákup Andrias Arge.
Nakað seinni var Jákup Andrias og bróður hansara staddir á Fyn og tá fóru teir at leita í telefonbókini og funnu Kaaber.
- Eg ringdi til hansara og heils­aði frá Miu Trónd og spurdi, um vit kundu koma at vitja. Har var alt leyst og liðugt og eg tók myndir av teimum mongu málningunum í stovuni. Hann fortaldi mær, at hann hevði verið á Frederiksborg Museum fyri at síggja málningin hjá Krause Dans i Røgstuen. Tey søgdu, at tað var ikki møguligt, tí hann stóð í depot. Tá ið eg kom aftur til Føroyar ringdi eg til Frederiksborg og bað um at tosa við stjóran. Hon presenteraði seg sum Kirsten Nannestad, sigur Jákp Andrias Arge.
Hann greiddi henni frá Kaaab­er og vinarlagið millum hann og Krause og at Kaaber ynskti at eisini at síggja hensa málning. Hon svaraði:
- Sandheden er den, at dette maleri ikke har været at finde i mange år, så jeg må beklage.
Gjørdist forvitin
Jákup Andrias gavst ikki so. Nú vildi hann finna málningin og hann gekk runt og spurdi fólk. Einaferð hitti hann Høgna Mohr í Havn og hesin vísti honum á Dánjal Nolsøe, sum í eitt manna­minni hevði verið dómari í Danmark og sum hevði stóran áhuga í málningalist.
- Eg ringdi til Dánjal Nolsøe og vit tosaðu um málningar, men júst hendan málningin kundi hann ikki hjálpa mær við. So leitaði eg víðari. Ein dagin ringir ein føroyingur úr Keypmannahavn í øðrum ørindum. Tá vit vóru lidnir at práta spyrji eg hann um hann veit nakað um málningin. Hann segði, at hatta var ein merkiligur spurningur, tí hann hevði júst gingið framvið har sum hann hekk. So segði hann mær hvar hann hekk. Næstu ferð eg kom til Keypmannahavnar fór eg beina leið til bygningin og leitaði meg fram, tí har var ikki ein livandi sál at hitta, sigur Jákup Andrias Arge.
Jákup Andrias kemur inn í eina stóra tóma høll. Har er einki inni og tað er eitt sindur trøllsligt, á vegginum hongur málningurin.
- Eg má viðganga at eg stóð sum Kánus. Ein maður kemur í móti mær, eg meðan eg tók myndir av málninginum. Eg bað hann taka eina mynd av mær og málninginum og tað gjørdi hann.
Ringdi til savnsstjóran
Tá ið Jákup Andrias kemur aftur til Føroyar ringir hann til Kirsten Nannestad á Frederiksborg Museum og greiðir henni frá, at nú hevði hann funnið málningin. Hann spurdi hana um tað ikki bar til at gera eina avtalu, at málningurin kom til Føroyar. Hon segði at tað var ikki so lætt, sjálv hevði hon ikki loyvi at lata hann, ein nevnd fyri savnið skuldi fyrst taka støðu til málið.
- Eg segði við hana, at eg hevði eitt ynskið, og tað var at málningurin kom at hanga í Klaksvík, soleiðis at vit kundu fáa staðfest hvørji fólkini vóru á myndini, hvørji eru í dansinum.
- Nakað seinni ringir hon so sigur, at hon kemur til Føroyar og at hon vil seta seg í samband við meg. Hon kemur heim og vit hittast. Hon greiðir mær frá, at nevndin fyri savnið hevði samtykt, at eg skuldi fáa mítt ynski uppfylt. Eg skuldi sleppa at avgera hvar málningurin skuldi hanga. Eg segði henni mítt ynski, at hann skuldi hanga í Klaksvík fyrstu 10 árini, sigur hann.
Ringdi til Jógvan við Keldu
- Eg ringdi síðan til Jógvan við Keldu, borgarstjóra, og greiddi honum frá hvat eg hevði gjørt og hann svaraði mær stutt aftur: Eg fari niður í morgin. Síðan havi eg einki hoyrt um henda málningin. Eg havi ongantíð hoyrt nakað frá nøkrum, at tað var eg sum fekk gjørt hesa avtalu. Tað er nokk ongin sum kennir til mín leiklut í hesum málningi. Nú havi eg lagt kortini á borðið fyri at sannleikin skal koma fram.