Takið ímóti flóttafólki

Í sambandi við orðaskiftið um flóttafólkaviðurskifti, ið hevur verið seinastu tíðina, bæði á tingi, í fjølmiðlunum og millum manna havi eg hug at koma við nøkrum viðmerkingum

Eg skal ikki leggja meg so nógv út í kjakið um, hvussu og nær vit skulu taka móti flóttafólki og um, hvussu nógv vit eiga at taka ímóti o.s.fr. Eg kann taka undir við teimum, sum siga, at vit á hesum økinum ? sum á so nógvum øðrum ? eiga at fara vísiliga og varisliga fram, ikki leypa framav og at vit, áðrenn farið verður í holt við hetta, taka tey røttu og neyðugu stigini.

Men eg haldi, tað gongur alt ov leingi fyri seg at »orða ein flóttafólkapolitikk« ? sum teir siga. Og eg skilji einki av ? og havi ilt við at trúgva ? at vit ikki kunnu taka móti flóttafólki, fyri tað, um vit ikki hava fingið fullveldi. Tað mátti í øllum førum borið til at funnið eina fyribilsloysn her og nú.

Men tað, eg serliga vil leggja dent á, er at heita á okkum øll um ikki lata okkum stýra av ótta, tá ið tað kemur til henda flóttafólkaspurningin. Vit siga okkum at vera ein kristin tjóð. Í øllum førum játtar ein stórur partur av Føroya fólki seg at trúgva á Kristus, og harvið er tað bíbliuna, vit halla okkum til, bæði tá ið tað snýr seg um sjálva trúnna, men eisini hvat viðvíkur okkara lívsførslu.


Hvat sigur bíblian?

Eg haldi, at bíblian er sera greið, tá ið tað kemur til henda spurningin. Ikki tí, hon sigur kanska ikki nakað beinleiðis, hvussu vit skulu handfara flóttafólkaspurningin, men andin í skriftini og tær ábendingar, hon gevur, eru heilt greiðar.

Fyrst er tað boðið um at elska næsta sín. Bæði í gamla og nýggja testamenti stendur rættiliga nógv um tað. Og vit kenna tað vist øll. Til dømis: Tú skalt elska næsta tín sum teg sjálvan (3. Mós. 19:18).

Jesur tekur hetta boð uppaftur, og skuldi nakar verið í iva um, hvør næstin er, leggur hann aftrat: »Eg sigi tykkum: Elskið fíggindar tykkara, signið tey, sum banna tykkum, gerið teimum gott, sum hata tykkum og biðið fyri teimum, ið háða tykkum og søkja at tykkum« (Matt. 5:44)

Og tá ið ein spurdi hann, hvør var næsti hansara, var Jesus ógvuliga greiður og segði honum ta vælkendu søguna um hin miskunnsama samverjan (Luk. 18:28-37). Kjarnin í søguni er, at tann, ið fall í ránsmannahendur, var jødi, og tann, ið hjálpti, var samverji. Og jødar vildu einki hava við samverjar at gera.

Paulus tekur tráðin uppaftur í sinum brøvum og skrivar m.a.: Øll lógin er uppfylt í einum orði, í hesum: »Tú skalt leska næsta tín sum teg sjálvan« (Gal. 5:14).

Bíblian nevnir eiisni fleiri ferðir um gestablídni og áminnir m.a. um at leggja seg eftir at vera gestablíð (Róm. 12:13).

Men eg haldi, at har bíblian er greiðast viðvíkjandi hesum, er, tá ið hon skrivar um hin fremmanda. Ferð eftir ferð verður nevnt um, hvussu farast skuldi við teimum ? og við hinum faðirleysa og einkjuni. Fyri ikki at gera hetta ov langdrigið, skal eg bert nevna eitt stað, har tað stendur soleiðis: »Tá ið fremmandur býr hjá tykkum í landi tykkara, so mást tú ikki vera harður við hann; sum ein av tykkara egnu skulu tit rokna hin fremmanda, ið hjá tykkum býr, og tú skalt elska hann sum teg sjálvan« (3. Mós. 19:33-34). Fleiri onnur støð kundu verið nevnd, men lat meg bert aftrat vísa til 5. Mós. 10:17-19. Tað, at fremmand vóru í landinum, vísir okkum sjálvandi, at latið var upp fyri teimum, og at tey høvdu fingið loyvi at koma inn.


Eftir førimuni

Tá ið ført verður fram m.a., at landið er ov lítið til at taka móti flóttafólki, og at tað er ov vandamikið at fáa menniskju henda vegin, sum hava eina aðra trúgv enn vit, meti eg tað bert at vera bíligar undanførslur. Sjálvandi skilji eg væl, at avmarkingar skulu vera. Vit fáa jú ikki tikið móti »allari verðini«. Og tá ið eg nú havi endurgivið úr bíbliuni, kann eg nevna, at har eisini verður skrivað um fólk, sum hjálptu »eftir førimuni« og um onkran stendur, at tey hjálptu »út um førimun« (2. Kor. 8:3) Hetta var »eftir førimuni« er ein góður mátistokkur.

Jú, vit skulu vera varin, men útgangsstøðið má vera, at vit standa við opnum ørmum og vilja taka móti fólki, sum eru í neyð og flýggja frá teirra egna landi. Vit mugu lata tey skilja, at vit siga: Hjartaliga vælkomin.

At fáa menniskju henda vegin við aðrari trúgv, haldi eg, vit bert skulu síggja sum ein vinning ? og eitt høvi at vísa teimum á ta leið, vit halda vera rætta. Latið okkum bara fáa nøkur øðrvísi hugsandi henda vegin, sum kunnu vera ávirkað av kristnu trúnni. Og sjálvt um tey verða verandi í trúgv síni, eru so mong í Føroyum, sum kunnu biðja fyri hesum fólkum og annars fyri hesum landi og fólki, at vit als ikki skulu óttast fyri, at tey skulu fara at ávirka okkum í okkara trúgv og mentan. Um vit hava ta áskoðan, hava vit ikki nóg stórt álit á tí stóra Gudi, vit trúga á.

At enda vil eg siga, at eg eri sannførdur um, at signing Guds fylgir tí landi og tjóð, ið smíðar sínar lógir soleiðis, at tær ikki ganga móti Guds lógum. Sum á øllum øðrum økjum er tað tí eisini sera umráðandi, hvussu lógin viðvíkjandi flóttafólkum verður smíðað.


Páll á Lakjuni

Fuglafirði


P. S. Eg taki hattin av fyri teimum, sum í hesum døgum royna at fáa eina serbiska familju til Føroya. Má Harrin signa tykkum í hesum verki.