Serstaka oyggjaríkið í Eystrasalti

Góð 27.000 fólk hava heima á Álandi, sum hevur eina ríkisrættarliga støðu, sum í summum førum minnir um hana í Føroyum

Áland – ella Álandsoyggjarnar – liggja millum Finnland og Svøríki. Áland er ein sjálvstýrandi landspartur í tí finska ríkinum. So at siga øll á Álandi hava svenskt sum móðirmál, og tá tað kemur til mentannina, so er talan um eina fyrndargamla, svenska mentan. Umleið 27.000 fólk hava heimstað á Álandi, umleið 10.900 av hesum búgva í høvuðsstaðnum, sum nevnist Mariehamn. Samlaða landaøkið er 1527 ferkilometrar. Tað eru heilar 6.757 oyggjar, hólmar og sker, sum hoyra til Áland, so tað er ikki smávegis oyggjaríki talan er um. Størsta oyggjin, sum nevnist Fasta Áland er tó rættiliga stór. Hon er 1.010 ferkilometrar, og dekkar sostatt 2/3 av samlaða landaøkinum.


Hernaðarfrítt øki

Serstaka støðan hjá Álandi hevur við sær, at álendingar hava rætt til at samtykkja egnar lógir, og at teir kunnu taka avgerðir innan avmarkaði øki. Ein og í Føroyum, so nevna álendingar sítt ting ”Lagting”, álendingar hava eisini landsstjórn. Haraftrat er Áland eitt uttanveltað, hernaðarfrítt øki, og serstaka støðan hjá Álandi er vard av altjóða forskriftum. Finnland hevur kortini ovasta valdsrættin yvir Àlandi.


Svenskt til 1809

Áland var ein svenskur landspartur fram til 1809. Svøríki tapti kríggið ímóti Russlandi, og sum tapsendurgjald mátti svenska stjórnin lata Finnland - og harvið eisini Áland - frá sær. Áland gjørdist tá partur av russiska stórfúrstadøminum, Finnlandi. Tá Finnland fekk fullveldi í 1917, ynsktu álendingar at gerast ein partur av Svøríki aftur. Tað var mett at vera nátúrligt á Álandi, tí teir tosaðu jú svenskt, høvdu eina gamla svenska mentan, og hartil svenskar siðir. Finnland vildi tó ikki sleppa Álandi, og málið endaði hjá tjóðarsamgonguni – sum var forleyparin til ST – sum hevði høvuðsskrivstovu í Géneve í Sveis. Finska stjórnin bjóðaði álendingum at fáa sjálvstýri innan finska lýðveldið, men hesum tóku álendingar ikki undir við. 96,2 % av teimum, sum høvdu valrætt í Álandi skrivaðu undir eina áheitan um at sleppa burtur úr tí finska ríkinum. Í 1921 samtykti tjóðarsamgongan kortini, at Áland skuldi vera verðandi ein partur av finska ríkinum, men tó ikki uttan treytir. Finnland varð tvungið at tryggja álendingum rættin at tosa og skriva svenskt, og rættin at sleppa at varðveita sína mentan, og sínar siðir. Ein altjóða sáttmáli staðfesti eisini, at Áland skuldi vera eitt hernaðarfrítt økið. Áland er í dag eitt av teimum heilt fáu hernaðarfríu økjunum í øllum heiminum.


Ikki pro-svenskir longur

Ein hin fremsta grundgevingin fyri at lata Áland vera verðandi í finska ríkinum er, at Finnland er tvímálsligt. Í finsku grundlógini eru finsku og svensku málini javnstillaði. Tjóðarsamgongan í Géneve metti soleiðis, at álendingar fóru at vera við til at tryggja rættindini hjá tí svenska minnilutanum í Finnlandi, um teir vóru verðandi partur av finska ríkinum. Fyrstu árini aftaná 1921 vóru álendingar harmir um, at teir ikki gjørdist ein partur av Svøríki, men hetta er broytt við árunum. Nú eru allir tankar um at sameina seg við Svøríki sleptir, og álendingar hava bygt ein serligan samleika og stoltleika rundan um sjálvstýrið, sum teir fingu í 1921. Tað eru tó tey sum halda, at støðan hjá svenska málinum er viknað seinastu árini. Finska málið tekur seg alt meiri fram, serliga innan vinnulívið. Tað eru eisini alsamt færri finskir embætismenn og politikkarar sum práta svenskt, og viðurskiftini millum álendsku landsstjórnina og finsku ríkisstjórnina eru versnaði seinastu árini. Ein lítil, men vaksandi partur av álendingum heldur, at Áland eigur at taka fult sjálvstýri. Í 2003 kom ein nýggjur álendskur sjálvstýrisflokkur í álendska løgtingið. Flokkurin ”Ålands Framtid” fekk tveir av teimum 30 løgtingssessunum. Men meiningakanningar vísa kortini, at umleið 70% av álendingum vilja framvegis vera partur av finska ríkinum.


Valdsbýtið

Àlendska løgtingið ræður á nógvum økjum, men á summum økjum er finsk lóg galdandi. Álendska sjálvstýrið verður regulerað við einari serligari sjálvstýrislóg, sum gevur álendingum rætt til at lóggeva á øllum økjum, uttan tey sum lógin tilskilar ikki eru til vanda fyri innaru og uttaru trygdini hjá finska ríkinum. Álendingar hava valdsrættin í løgreglumálum, postmálum, kommunalum skattainnkrevjingum, skúlum, heilsu- og sjúkramálum og útvarps- og sjónvarpsmálum. Finska lógir valda tó, tá talan er um toll, marknaðareftirlit, gjaldoyramál, og á økjum sum fata um revsirætt, arbeiðsrætt og sivilrætt. Finski staturin hevur eitt ríkisumboð á Álandi, sum verður nevndur ”landshøvdingurin”. Lutherska kirkjan á Álandi hoyrir til prestaumdømi í Borgå, som er tað svensktmálsliga prestaumdømið í Finnlandi.

Heimstaðarrætturin

Álendingar hava ein ógvuliga serstakan status, sum verður nevndur ”hembygdsrätten”. Heimstaðarrætturin regulerar hvør hevur rætt til at eiga jørð og hús, og hvør kann reka vinnulívsvirksemi á Álandi. Hvør álendingur eigur lut í heimstaðarrættinum, og ein missur hendan rættin, um ein býr uttanfyri Áland í fimm ár. Fyri at fáa heimstaðarrættin aftur - ella sum ikki-álendingur at søkja um hann - so má ein búgva í Álandi í minst fimm ár, vera finskur ríkisborgari, ella kunna standa seg væl í svenska málinum. Heimstaðarrrætturin er skerjandi fyri rættin at stovna eina fyritøku á Álandi. Í øllum partafeløgum, sum eru skrásett í Álandi mugu minst helvtin av teimum sum sita í partafelagsnevndini vera álendingar. Kortini hava flutnings- og bankafyritøkur fingið undantaksloyvi. Ein finskur ríkisborgari, sum hevur flutt til Álands, áðrenn hesin fylti 12 ár, hevur heimstaðarrætt, og viðkomandi sleppur undan at gera hertænastu í finska herinum. Høvuðsendamálið við álendska heimstaðarrættinum, er at verja tann álendska, mentannarliga samleikan, og at forða fyri, at eitt ov stórt tal av teimum, sum hava finskt móðirmál flyta til Àlands, sum er einmálsligt svenskt. Tað er soleiðis eitt ógvuliga forkunnugt og margháttligt land, sum føroysku ítróttarfólk og føroysk fjølmiðlafólk fara at vitja í eina langa og aktiva viku. Tá um ítrótt ræður hevur Finnland blokkerað fyri øllum ynskjum hjá Álandi at fáa altjóða viðurkenning. Oyggjaleikirnir eru sostatt einasta høvið álendsk ítróttarfólk hava til at kappast í altjóða kappingum, so framt tey ikki vinna seg á eitt finskt landslið.