Eingin torir at hugsa tankan, hvat kundi verið hent 11 ára gamla Rúna Eyðsteinssyni Sømark í Havn, um illa vildi tili, tá ið hann var fyri einum ferðsluóhappi í Havn. Men Rúni var heppin.
Hann situr róligur í stovuni og prátar, og hann heldur tað ikki vera so galið at hava frí frá skúlanum hesa vikuna. Handliðið er brotið og liggur í gipsi.
Hann hevur ofta verið túr við pápanum í treylarunum aftaná skúlatíð. Tað dámar honum væl.
Hendan fríggjadagin hevði pápin ongan bil at koma eftir soninum við. Tí bað pápin dreingin bara súkkla oman á bryggjuna, har treylarin stóð. Rúni læt sær hetta ikki siga tvær ferðir. Hann var staddur við Magn á Norðara Ringvegi, setti seg á súkkluna og fór við fullari ferð oman eftir R. C. Effersøesgøtu.
Tá ið hann kom oman til rundkoyringina út fyri SMS og apotekið, kom ein bilur koyrandi niðan eftir R. C. Effersøesgøtu, og í seinastu løtu varnaðist Rúni, at bilurin skuldi inn til SMS ella apotekið og ikki niðan eftir gøtuni.
- Eg bremsaði við báðum bremsunum og reyk fram um súkkluna, sigur Rúni.
Bilførarin sá Rúna og bremsaði tí eisini. Rúni fór sendandi inn undir bilin, sum ikki var steðgaður heilt, tí hettan hjá Rúna kom undir annað hjólið.
- Eg royndi at sleppa leysur, men hettan var føst.
Skelkaður bilførari
Konan, sum koyrdi bilin, var ógvuliga skelkað.
- Tað var ein omma, sum koyrdi bilin. Hon tordi ikki úr bilinum, tí hon visti ikki, hvat var hent við mær, sigur Rúni.
Ein maður kom til og flutti bilin eitt sindur, so Rúni bleiv leysur. Ein onnur kona kom til hansara. Rúni sigur, at hann hevði ikki serliga ilt, og hann segði við hesa konuna, at hann kláraði tað og fór oman til pápan.
- Men konan segði nei, tí eg skuldi á sjúkrahúsið, segði hon.
Rúni sigur, at tá ið hann flutti fingrarnar, fekk hann ilt, og tí skilti hann, at armurin var brotin. Tað helt konan eisini og tók tvørtur um Rúna. Tástaðni fór hann at gráta. Tað var mest, tí hann var so kløkkur, sigur hann.
- Tað var nokkso flovisligt, tí nógv fólk stóðu og gløddu eftir mær, og eg slapp ongan veg, sigur Rúni.
- Tá kom babba í einum bili, og tað var gott. Eg græt bara eitt sindur.
Rúni fór á skaðastovuna, so í røntguna, og haðani var hann rullaður í songini oman aftur á skaðastovuna, har kannað varð, um hann skuldi leggjast undir skurð ella ikki.
Gips varð lagt á armin og so slapp hann heimaftur, og um kvøldið var hann við mammu síni í føðingardegi í Saksun. Hann hevði tað gott, men var eitt sindur ússaligur.
Hetta er aðru ferð, at Rúni hevur verið fyri ferðsluóhappi. Tá ið hann var lítil drongur, bakkaði ein bilur á hann, og tá sprongdist miltið. Men tað minnist Rúni einki til.
***
Snorking økir krabbavandan
Fyri 22 árum síðani fóru granskarar á lærda háskúlanum Wisconsin-Madison í USA at kanna svøvnin hjá fólki. Endamálið var at kanna, um nakað samband var millum svøvnin og tilburðirnar av krabbameini. Nú er úrslitið komið, og frágreiðingin er ikki serliga hugaligur lesnaður. Amerikonsku granskararnir siga, at fólk, sum hava stórar andatrupulleikar, tá tey sova, eru í 4,8 ferðir størri vanda fyri at fáa krabbamein enn tey, sum ikki hava slíkar trupulleikar. Tey, sum hava heldur minni andatrupulleikar í svøvni, eru í tvær ferðir størri vanda fyri at fáa krabbamein, og hjá teimum, sum bara hava smávegis trupulleikar við andadráttinum, tá tey sova, veksur vandin fyri krabbameini 10 prosent.
Pál er ikki keðiligur
- Nógv halda, at eg eri hasin har turrisligi og keðiligi granskarin, og tá eg so fortelji onkra stuttliga søgu, gerast tey púra ovfarin. Tað sigur yvirlæknin og granskarin, Pál Weihe, ið sjálvur áður hevur etið grind og roykt sigarettir.
- Eg veit væl, at tað er troyttandi fyri summi, at eg altíð komi við boðum, ið fólk helst ikki vilja hoyra, men tað er ein partur av mínum arbeiði at kunna fólk um ymsar heilsuvandar, sigur Pál Weihe.
Tjóvur í Fuglafirði
Á smærru plássunum í Føroyum hevur ikki verið vanligt at steingja kjallarhurðina og at hava hjallin læstan. Men summastaðni kann tað gerast neyðugt. Tað ásannar Jóngerð Ellingsgaard í Fuglafirði.
- Eg havi altíð havt álit á fólki, og tað kom mær ikki til hugs, at nakar kundi finna uppá at stjala frá mær. Nú eri eg nakað so vónsvikin, sigur hon.
Týsmorgunin komu hon og dóttirin eftir, at onkur hevði verið langt inni í kjallaranum og stolið.
Jóngerð Ellingsgaard skilir tað ikki, tí kjallarahurðin er trek, og hon hevur verið heima seinastu dagarnar. Tær funnu eisini útav, at onkur hevur verið í hjallinum. Aftaná hevur hon frætt frá øðrum í Fuglafirði, at tey eisini hava havt óbodnar gestir.
Vilja hava harðari revsing
Narkopolitiið hevur lagt hald á eitt úrval av hassjplantum í Klaksvík. Søluprísurin á gøtuni hevði verið 1,2 millión krónur. Sjálvt um nøgdin var so stór, metti narkopolitiið ikki, at grundarlag var fyri at krevja tann skuldsetta mannin varðhaldsfongslaðan, millum annað tí at dómarnir í slíkum málum hava ikki verið so strangir.
Maðurin, sum átti størstu hassjplantasjuna, sum higartil er funnin í Føroyum, fekk átta mánaða fongsulsrevsing. Tann dómarin var ikki bara fyri hassjplantasjuna. Politiið heldur ikki, at tann revsingin stóð mát við álvaran av brotsverkinum.
***
- Fyri at vit sum menniskju skulu hava nakað saman, so er fortreytin, at tú hevur nakað at vera saman um, frøast um, øsa teg um og so framvegis. Fótbóltur gevur monnum høvi at hava nakað at vera saman um.
Eyðun Joensen, sálarfrøðingur, um EM-endaspælið í fótbólti
- Nú er fótbóltur hvørt kvøld. Og allir miðlar kappast um at spyrja fótbóltsserfrøðingar, sum kappast um at gita skeivt. Í staðin fyri at bíða til dystirnir eru lidnir, og tá spyrja, hvør vinnur. Tá er ein teoretiskur møguleika at fáa rætta svarið.
Høgni Djurhuus í klummu í Vikuskifti










