Miðlarnir og eg - Solby Eliasen

Programleiðarin Solby Eliasen lurtar altíð eftir útvarpi og lesur slaturbløðini um hon dettur um tey.

Mítt blað:

Eg lesi altíð bæði Dimmalætting og Sosialin. Oftari netútgávurnar, tí eg finni flestu tíðindini á netinum. Men vikublað - har havi eg ikki nakað fast. Eg lesi onkuntíð donsku slaturbløðini, um eg komi fram á tey. Men eg keypi tey ikki sjálv. Eitt blað sum Femina dámar mær væl, men eg standi ikki fremst í røðini hvørja ferð tað kemur út fyri at ogna mær tað. Vikubløð eru veruligur hugnalesnaður fyri mítt viðkomandi, so tí er heldur ikki so "farligt", um tey fara framvið uttan at eg havi sæð tey.


Heimasíða:

Har eru fleiri - fyrst og fremst tíðindaheimasíður, men eisini dámar mær væl at vitja ítróttarheimasíður, kjaksíður og facebook brúki eg eisini nógv.


Mín tónleikur:

Mær dámar næstan allan tónleik. Jazz havi eg tað trupult við og elektroniskum tónleiki, men annars er tað næstan ikki tann tónleikurin, sum eg ikki kann lurta eftir.

Av tí at eg eri yngst av fýra systkjum, havi eg altíð lurtað nógv eftir 70'ara og 80'ara tónleiki, og tað hevur tískil fylgt mær allan vegin á tann hátt, at eg ikki havi verið so up to date við tónleiki. Mær dámar sera væl gamlan tónleik, men nú synirnir eru farnir at hava áhuga fyri tónleiki, ger tað sítt til, at mamman eisini hoyrir nakað av tí nýggjasta nýggja.


Mítt sosiala netverk:

Tað er uttan iva Facebook. Eg brúki nógva tíð inni á Facebook, men eg brúki ikki sjálv netverkið til annað enn at finna fólk, senda boð ella tjatta.


Mín dvd:

Hmmm....tað var verri....eg hyggi sjáldan at dvd, men um eg skal taka ein film fram, sum mær altíð hevur dámt, so er tað Primal Fear við Richard Gere og Edward Norton. Ein framúr góður filmur, har endin er best!


Mítt magasin:

Eg haldi Kvinnu, mær dámar væl at kaga í tað, og tað er uttan iva lekrasta blaðið í landinum, tá tað kemur til útsjónd. Innihaldsliga hevði eg viljað, at har var meira tekstur og færri lýsingar. Eisini allar mótasíðurnar um klæðir, skótoy ella hvat tað nú skal vera - keyp her og har fyri so og so nógvan pening. Knapt so áhugavert, haldi eg, men tað finst óivað ein málbólkur fyri tí.

Eitt annað magasin, sum mær dámar væl, er Journalisten. Tað lesi eg altíð, tá eg fái møguleikan til tað. Journalistikkur er eitt fak, sum hevur stórar avbjóðingar fyri framman og eg haldi ikki, at tað finst eitt journalistiskt evni ella kjak, sum ikki fangar mín áhuga.


Mín sjónvarpsrøð:

Eitt sindur av hvørjum, vil eg siga. Á føroysku síðuni dámar mær sera væl nýggju sendingarnar í sjónvarpinum - bæði hóskvøld og fríggjakvøld. Refleksjón og Frætt og fregnað og eisini sendirøðirnar Fólksins rødd og aðrar, sum hava verið sendar hóskvøld. Men samstundis dámar mær eisini væl røðir sum til dømis CSI og Criminal minds, Greys anatomi ella House - eins og mær dámar sera væl enskar dokumentarrøðir og krimirøðir. Reality-røðir ala Paradise hotel, og sendingar sum Singleliv ella De unge mødre tími eg slettis ikki.


Mín bók:

Seinnu árini havi eg ikki lisið serliga nógvar fagurbókmentir, men ein spennandi krimibók er altíð góð.

Hinvegin dámar mær minst líka væl fakbøkur - journalistiskar forteljingar frá spennandi uppgávum úti í markini og ein bók, sum eg kann brúka sum uppslagsverk, kanska serliga í arbeiðinum, er eitt tað besta.


Mítt útvarp:

Útvarpið er og hevur altíð verið tendrað í mínum heimi. Eri eg inni, er útvarpið frá. Mær dámar so sera væl at lurta eftir sendingum, har ymisk evni verða viðgjørd, har góður tónleikur er ella bara har ein persónur, sum brennir fyri onkrum, greiðir frá. Útvarp hevur tann fantastiska eginleikan, at er tað ein persónur, ið veruliga hevur nakað upp á hjartað, er tað altíð áhugavert at lurta. Einfalt, men gott. Eg lurti eisini eftir Rás 2 - nú eru tey kappingarneytar hjá okkum, og tað er altíð skilagott at lurta eftir, hvat tey gera, og hvussu tey gera.


Mín telefon:

Eg havi eina ganska vanliga Nokia telefon. Hon er reyð og kann ikki so nógv annað enn at ringja og smsa. Jú, útvarpið ber til at lurta eftir á henni eisini, so tað er gott, tá man fer ein gongutúr. Tað er eisini nóg mikið fyri meg, tí eg havi ikki brúk fyri telefonini til nakað annað - fólk siga við meg, at eg bara skal fáa mær eina, sum kann meira, so kemur tørvurin fyri tí av sær sjálvum. Tað kann vera, men fyribils havi eg tað fínt við, at til dømis teldupostar bert koma inn á mína teldu, og at tað IKKI brummar í lummanum, hvørjaferð ein t-postur poppar inn.


Hvat vilt tú ikki brúka miðlatíð uppá:

Reality-shows. Sum áður nevnt, mær dámar ikki serliga væl slíkar sendingar. Annars plagi eg altíð at geva so at siga øllum ein kjans. Eg dømi ikki eina sending, áðrenn eg havi hugt ella lurtað eftir henni. Men eg kann vera skjót við zapparanum, um eg ikki eri fangað aftan á fyrstu 5-10 minuttirnar.


Hvat irreterar teg í miðlunum:

Tað kann irretera meg, tá eg komi inn á eina heimasíðu, har eg vænti mær tíðindi, og so fái eg alt møguligt annað tilfar, sum eg ikki havi brúk fyri - eins og tað eisini irreterar meg, at tað eru so nógvar heimasíður til, sum eftirhondini levera tilfar, sum onnur halda er journalistiskt. Tí sum oftast er tað óviðgjørt tilfar, og tá hvørki kann tað ella vil tað koma inn undir journalistikk.


Hvat vilt tú hava meira av í miðlunum?

Eg vil hava meira sendingar ella greinir, sum hava tyngd og dygdargott tilfar, eg vil hava fleiri góð og hugtakandi portrettir av føroyingum og útlendingum í øllum miðlum, eg vil hava minni referandi journalistikk og meira viðgjørt tilfar við kritiskum vinklum, og sum ger, at eg sum brúkari verði tilvitað um týdningin av at hava fjølmiðlar.