Malmberg D. Olsen
Nú alt valstríði er av og bløðini hava verði á tremur við einum polittiskum boðskapi, kann vera at onkur far gott av, at lesa ein annarleiðis boðskap.
Vit liva í eini tíð, har kampurin um tey kristnu lívsvirðini standa sína roynd í fólkið okkara, Hvat fundament ynskir tú at byggja títt lívshús á? Inskir tú, at byggja á Guðs fyriskipan og har við hava Guðs vernd um títt lív? Ella ynskir tú, at fylgja við tíðarandanum og har við lata tíni lívsvirðir skola burtur eins og kavi fyri sól. Ella ynskir tú at Guðs orð skal verða ein viti á lívsleið tíni? Sat og eygleiddi flesjarnar, tað var brotasjógvur henda dagin, men mitt í øllum brotinum stóð vitin reystur á stóru fles, sjálvt um brotini skolaðu ivir hann, sendi hann sínar strálir út í náttarmyrkri so, at tann siglandi blívur ávarðaður um skergarðin, sum liggur á leiðini. Tað er tí umráðandi fyri tann sum heldur um stýrisvølin, at hann er vakin og gevir signalinum ans, annars kann sorgarleikurin gerast stórur. Hvør stýrir tíni lívsskútu?
Kampurin um títt heim tína familiu, Bíblian skrivar um eitt andaherlið av kreftum, sum vit eru upp ímótir´ Efs. 6.10-17. sum ynskir at gera ínnrás í títt heim, allur teknikkur er tikin í brúk. Parabolarnir standa og gapa uppí himnarúmdina, klárir at niðurtaka eitt herlið úr himnarúmdini inn í heim títt, tað er tí umráandi, at tú umgongst hesi ting við vísdómi. Endamáli er fyrst og fremst, at stjala tína tíð so tú ikki fart lati teg í hesi herklæðini, sum talan er um her, sum er ein búni, sum tú kannst lata teg í, sum verjir títt lív. Talan er um skjøldur svør, hjálm, belti, skógvar. Andsmaktirnar ynskja fyrst og fremst at avskera tínar forsínings liniur, sum er Guðs orð. Tað er stratigin hjá einum og hvørjum fýgginda, at avskera forsýningsliniurnar, so at fíggindin útmattast og til endans má hann geva seg ivir
Hann ynskir fyrst og fremst at hertaka tína tíð so, at tú verður upptikin av øllum øðrum, uttan at lesa Guðs orð, sum er ein lykt fyri fóti mínum, eitt ljós á gøtu míni sálm. 119 v, 105. Orðið er eins og vitin sum sendir strálir sínar út í náttarmyrkri, fyri at vísa leið fyri tann siglandi, so at hann kemur trygt í havn. Har aftrat hevur orði lyftini ivir sær, at um himmal og jørð forganga, skal orði ikki forganga.
Tað er so mangur, sum ignorerðar bíbilsins signalir og trýr, at tað man nokk fara at ganga alíkaval, tí liggja so mong vrak fram við lívsins landavegi, sum ikki góðu signalinum ans, menn og kvinnir sum ein dag kendu brandin í sínum hjarta, men lótu seg tøla av tíðarandanum, tíðarandin sum ikki klárar at halda tíni lívsskútu á rættari kós um tú bara letur reka við streyminum.
Tað fer ein flóðalda yvir oyggjar okkara í dag,sum rakar heimini í landi okkara, skolar ígjøgnum familjurnar og tínir familjulívið har børnini eru teir stóru taparnir. Familian er stólpin, sum okkara lívsvirðir skulla verða bygd á, eins og súlir, sum halda okkara lívshúsiði uppi, tað var ætlanin frá skaparans hond, hesi lívsvirðir eru í álvarsomum vanda í dag, so sannuliga eisini í teim trúgvandi rekkinum, um tey verða tagd burtur. Vit mugu vísa tí unga ættarliðnum á hvønn tídning hesir stólpar hava í samfelagi okkara.
Slagorðið hjá hesi samgongu er, at Føroyar skal gerast til eina heims førandi tjóð, tað er eitt stórt mál, at seta sær, men nær ein tindin við kross-merkinum í behold eru vit av ríkastu tjóðum í heiminum.
Øll hava vit verði vitni til ígjøgnum fjølmilarnar anna jólakvøld hvat megi ein flóalda hevur tá hon reisist í sínum veldi og skolar alt lív vekk eftir minuttum, seinra Tim,br. 3.1-9. Tosar um eina aldu, sum skal reisa seg í teim sístu tíðum.. Ein alda av siloysi og fráfalli, tá andi Guðs ikki talar meir til hjørtuni og menniskjan skal rópa til heyggjar og fjøll um at fjala seg, tá náðitíðin er definitivt slutt á jørð, tá tað verður ein verðuleiki, sum stendur í Opinberingini 22-11. Tann, sum ger órætt,haldi fram við at gera órætt, og hin óreini haldi fram við óreinsku síni, og hin rættvísi haldi fram við rættferð síni, og hin heilagi haldi fram við halgan síni;
Henda flóðalda er fráboðað í hesi bók, vit hoyra um, at teir arbeiða við eini ávaringarskipan sum skal fáast at virka í Asia so tað ikki hendir aftur, at ein alda kemur uttan ávaring, men vit lesa um á Nóa døgum, at tað bleiv fráboða tíðliga og seint, men hvør gav tí gætur uttan Nóa og familjan, hann smíðaði ørk sambart tí, sum Guð hevði sagt, og tað var Nóa við fam, sum gekk inn í ørkina og hurðin bleiv latin aftur, náðitíðin var farin. Ynskir tú at verða við til, at smíða trúðarinnar ørk í okkara samtíð? Til bjargin fyri ein og hvønn, sum gongur úti á syndins breiða vegi. Matt. 24 talar um eina aldu, sum koma skal ivir henda heim, tí skal gleðiboðskapurin um Guðs ríkið verða boðaður fyri øllum fólkasløgum Matt 24.v 14. Búgv teg til, at møta Guði tínum var boðskapurin hjá profetinum Ámos. 8. 11-13.
Frá boða er at tað skal verða eins og á Nóa døgum, Matt.24-37-39. Alt gekk sína vanligu gongd, tað dagliga lívið fungeraði, sum vanligt, men tann dag himmalsins slúsur opnaðust eins og fráboða, var tað bert Nóa við familiu, sum gekk inn í ørkina og Guð lat hurðina aftur. Innan fyri ella uttanfyri, avgerðin liggur í tínari hond hvar skalt tú verða í ævinleik-anum? Vit liva í náðitíðini har tann frelsandi ørkin flýtur okkara millum, til bjarging fyri ein og hvønn, sum vil taka ímótir náðinnar tilboði.
Guð vælsigni ein og hvønn til, at steðga á og geva hesum náðinnartilboði ans.