Bæði Kyndil og KÍF høvdu bart seg í steypafinaluna við ógvuliga teprum sigrum í hálvfinalunum ímóti ávikavist H71 og StÍF, og mundi lítil ivi vera um undan dystinum, at hetta eru stinnastu liðini í Føroyum í løtuni. Kyndil við sínum stjørnuliðið, sum fyri stuttum av álvara hevur fingið tingini at hanga saman, og KÍF við sínum breiða hópi av egnum uppaldum leikarum og ótrúligari mótálopsferð.
Bæði feløgini høvdu gjørt ríkiligt burturúr fyrireikingunum til steypafinaluna, og fjepparar hjá feløgunum báðum vóru savnaðir í hvør sínari legu undan dystinum fyri at koma í rætta hýrin og taka hann við í fullstúvaðu høllina á Hálsi, har tey reyðu og grønu tvíbýttust um høllina.
Jøvn byrjan
Gaman í fekk KÍF fyrsta málið í dystinum, men tað gjørdist skjótt greitt, at Kyndil hevði betra flogið fyrstu løtuna og kom skjótt á odda 3-1. Kyndil dugdi fyrstu løtuna væl at vísa tolsemi og bíða eftir rætta opinum, sum setti skjúttarnar báðar, Finn Hansson og David Edvardsen, upp til skot, og tá ið teir í einstøku løtuni fingu fríar teymar sang bólturin í netmeskunum.
Var tað ikki fyri Jaspur Joensen í KÍF-málinum, sum hevði tvær góðar bjargingar fyrstu løtuna, var leiðslan hjá Kyndli enn størri.
Eitt av vørumerkjunum hjá KÍF er hinvegin skjótálopini, og tá ið Kyndil himpraðist ella ilskaðist í eitt sekund undan ella eftir skotroyndirnar, so var ein kollfirðingur strokin framvið og skoraði eftir skjótálop. Hetta førdi við sær, at støðan brádliga gjørdist 4-4 hóast Kyndil lá væl fyri at økja enn meiri um munin.
Grønt time-out hjálpti
Tá ið 17 minuttir vóru farnir stóð framvegis á jøvnum, hesaferð 6-6, og tá valdi venjaraparið hjá Kyndli at taka time-out. Geir Wardum var avgjørdur og segði, at teir ikki skuldu royna so nógvar hálvara møguleigar; at teir skuldu vísa tolsemi í álopsspælinum, tí teir væl vistu, at verjan hjá KÍF kom út og hol tá fóru at koma í verjuna.
Hetta hjálpti kanska eitt sindur, tí hóast KÍF kom á odda 6-7, so var tað Kyndil, sum aftur kom á odda og helt eitt máls leiðslu tað mesta av fyrra hálvleiki og eisini í hálvleikssteðginum.
KÍF hevði í grundini ógvuliga lítið skipað álopsspæl, og Andrias Nielsen, sum hevur verið nógv skaddur og ikki er í bestu dystarvenjingini, hevði tað trupult við at koma til skot fyri risaverjuni hjá Kyndli, har Hans Arni B. Thomsen við sínum 193cm og Hörður Fannar SigÞórsson við sínum 196cm ráddi fyri borgum.
Einasta hóttanin hjá KÍF vóru skjótálopini, samstundis sum tað hepnaðist væl at fóðra Nicklas Selvig á høgra vongi, haðani hann steðfesti sína støðu sum ein hin tekniskt besti leikarin í landinum við nøkrum bóltum krúllaðum upp í málhornið.
Var tað ikki fyri honum og skjótálopunum, hevði Kyndil havt væl størri mun í hálvleikssteðginum enn hálvleiksleiðslan segði, nevniliga 10-9 til Kyndil.
Finnur mansvardur
Í seinna hálvleiki megnaði Kyndil í ein mun at binda um og at halda fast við tepru leiðsluna, hóast KÍF í løtum kom upp á javnt og megnaði at arga, men ongantíð veruliga hótta.
Tað gekk ikki leingi áðrenn KÍF royndi at blanda kortini hjá sær. Málverjin, Emil Dam, var longu komin á vøllin, meðan venjaratoymið sendi Magnus Müller á vøllin at mansverja Finn Hansson, sum hevði gjørt stórar skreytir av sær.
Liðini vóru at kalla púra jøvn allan vegin, men stutt eftir hesa taktisku telvingina frá Jakobi Jónssyni, kom KÍF á odda á fyrsta sinni: 18-19 til KÍF.
Teir í Kyndli tóktust eitt sindur órógvaðir av at Finnur Hansson var tikin burturúr spælinum og teir gjørdu nógv teknisk mistøk hesa løtuna.
Joke'arar slóu til
Kyndil hevur ein ógvuliga breiðan hóp, og teir nýttu eisini høvið at royna ymiskar samansetingar serliga í seinna hálvleiki. Eitt nú veteranarnir Hans Áki Dal-Christiansen og Josef Abrahamsen vórðu settir á vøllin, har serliga tann fyrri nevndi gjørdi um seg og skeyt nøkur sera avgerandi mál frá egnari hond.
Dysturin var hart spældur og javnan fekk onkur eitt slag ella eina fleingju. Andrias Nielsen var við síni ómetaligu kropsligu styrki aloftast partur av teimum smáu bardøgunum í einum góðum verjudysti.
Koppaði til Kyndil
Ímóti dystarenda var gongdin framvegis jøvn, men var tað eisini framvegis Kyndil, ið hevði lítla munin og bróðurpartin av tíðini var á odda við einum máli.
Tá ið tveir minuttir vóru eftir gjørdi Hans Áki Dal-Christiansen tað til 21-20 til Kyndil, og tá ið Hörður Fannar SigÞórsson í næsta KÍF-álopi fekk útvísing, skuldi ligið væl fyri hjá KÍF at javna. Men heldur enn at gangnnýta møguleikan, so gjørdist ein villa hjá Magnusi Müller, sum annars hevði spælt framúrskarandi við góðum langskotsmálum løtuna áðrenn, sera kostnaðarmikil hjá KÍF.
Kyndil hevði umleið ein hálvan minutt at fara í álop við, og dugdu teir væl at nøla, taka time-out og at enda seta Finn Hansson upp at skjóta avgerandi málið, soleiðis at Kyndil vann finaluna 22-20.
Eftir dystin dystin gekk alt upp í eina hægri eind hjá øllum kyndlafólki, sum tustu inn á vøllin at feiðra tað saman við leikarum og hópinum. Hetta var fullkomna vikuskiftið hjá Kyndli, sum við hesum sigrinum tryggjaði sær gullið hjá monnum eins væl og hjá kvinnum.
Hetta er fyrstu ferð síðani 2008, at Kyndil vinnur steypakappingina.
Eftir dystin vórðu bestu leikararnir heiðraðir við steypi. Nicklas Selvig, sum skeyt seks mál fyri KÍF, har av nøkur vóru sera vøkur, gjørdist dagsins leikari hjá KÍF. Hjá steypavinnarunum gjørdist David Edvardsen dagsins maður.