dóttrini. Tær komu ikki yvir at heilsa uppá. Vit kunnu betri fyrihalda okkum til eitt brotið beint hjá einum kriminellum, enn til tað, at ein er sálarsjúkur! Í komandi viku fara vit at greiða nærri frá ritgerðini [...] Seinnapartin í dag var fundur við politiska myndugleikar um, hvussu ein kann fáa fleiri og betri tilboð til tey sálarliga sjúk og avvarðandi teirra. Júst teirra søga Annlis Bjarkhamar hevur sjálv verið avvarðandi [...] veit tí rættiliga nógv um støðuna hjá teimum. Í arbeiði sínum við ritgerðini kom tað aftur og aftur til hana, at tey avvarðandi sótu við ótta og í iva, og vóru mangan hjálparleys. Ósvaraði spurningur teirra
og Matstovufelagið. Nýggju eigararnir á Café Nátúr ætla at brúka tað næsta hálva árið at finna seg til rættis. Broytingarnar, sum gjørdar verða beinanvegin, verða slíkar, sum kundin ikki fer at merkja. [...] ni, sum annars ikki hevur møguleikar at kappast við sterku útlendsku feløgini. Tískil fer at bera til eisini at keypa Restroffsøl á Café Nátúr. Toni Dam vísir á, at føroysku bryggjaríini hava nógv betri [...] noyðast vit sjálvir í Rúsuna eftir tí, sigur hann. Duldur keypsprísur Nýggju eigararnir hava bundið seg til ikki at siga, hvussu nógv teir hava goldið fyri Café Nátúr. Men teir hava keypt smápartafelagið, ið
kann vátta, at eg havi samband við mín bretska starvsbróður og at royndir verða gjørdar til tess at finna fram til eina møguliga loysn. Olafsson tykist sambart Press & Journal at verða ikki sørt bilsin [...] veruleiki. Hetta hevði verið ringt fyri (anathema) Føroyar, hvørs búskapur nærum fult og heilt er heftur at fiskivinnuni. Landsstýrið í Føroyum hevði ikki fingið undirtøku til at loyvt boripallum undir bretskari [...] tey eru við at leggja seinastu hond á innihaldið í eini avtalu við danskar myndugleikar um rættindi til at kanna tað, ið er kent sum ?Hvíta økið?, umráðið norðan fyri bretska landgrunnsmarkið móti Føroyum
føroysku myndugleikarnir áttu at tikið støðu til, er, hvat fæst fyri hesar 87 mió krónurnar, sum NCC og J & K Petersen vilja gera arbeiði fyri. - Vit eru komin til eina niðurstøðu um prísin, ið byggir á tær [...] fastan prís, sum vit halda er væl undirbygt. Tískil er eingin ótryggleiki at tosa um, sigur hann. Í ringt ljós... Svein leggur dent á, at tað, sum Rambøll hevur gjørt, er als eingin kanning, men bert ein [...] stórur spurningur, um partarnir yvirhøvur tosa um somu viðuskifti ella tosa sama mál, sum hann tekur til. - Vit hava sagt, at vit vilja fremja tunnilsloysnina við vegagerð fyri ein fastan prís, meðan Rambøll
vælegnaðu hølunum til slík endamál, hevur Archibald hesaferð 16 oljumálningar. Heitið á framsýningini "Av fjalli í fjøru" vísir greitt, hvagani Archibald fær hugskot og íblástur til myndir sínum, og tí [...] framsýning í høvuðsstaðnum. Hvussu í víðu verð hongur tað saman?! - Tja, eg veit ikki. Eg havi sindur ringt við at fáa slíkt í lag. Men sjálvandi - fær onkur annar hetta í lag einaferð í framtíðini, so er tað [...] soleiðis fara út í hagan, taki eg ofta ein skitsublokk við mær. Harúti geri eg so tær fyrstu strikurnar til eitt av verkum mínum, sigur Archibald og leggur so aftrat: - Henda komandi mánaðin verða neyvan nógvar
koma øll børnini rennandi ímóti mær og geva mær eitt klemm í part eini tólv heit og mjúk barnaklemm. Til mín, sum eri fremmand og í gulum regnjakka. Og børnini sessast undir talvuni við kærleiksheilsanum [...] glað fyri hvønn annan, at vera vinir, at hjálpa, ikki at arga, hjørtu, rósur, at vera giftur, at hava ring og hvítan kjóla. Og Ránnvá sigur, at tá tvey giftast hevur konan reyðar kjálkar og maðurin hevur hvítar [...] seta orð á kenslur. Tí læra vit tey at tosa við støði í sær sjálvum, og at lurta eftir hvørjum øðrum. Til dømis kann eitt barn siga, at: »eg verið kedd, tá tú flennir eftir mær. Tí vil eg, at tú skal ikki
so rámandi segði, "at aftan fyri alt útgávuvirksemi mítt er goymdur alskurin til tað land og fólk, ið meg hevur fostrað, og til tað mál og mentan, ið sprottin er úr móðurjørð. Tí kendi eg tað sum skyldu [...] stovn seinnapartin í 60-árunum og við honum læt upp dyrnar á víðan vegg fyri øllum teim, ið bera tokka til móðurmálið og føroyska mentan! Við Bókagarði eydnaðist tær Emili ikki bert at endurprenta dastið av [...] á landi - og ikki minst inn í skúlarnar, sum tystu eftir hesum bókmentum. Tað hevði tí verið sera ringt "at kent hitan av hondum, ið sleptu", um tit ikki høvdu flutt komandi ættum henda virðismikla førning
oddagreinini stendur: "Men undarligt er tað at hoyra, tá politisk tilvitað fólk soleiðis taka sær rættin til ávís úrslit, sum eru nádd í politiskum høpi gjøgnum tíðina". Álvaratos - er oddagreinskrivarin ein [...] júst úrslit ikki ein partur av førda politikki?? - tað vil eg vóna, tí tann dag politikkur ikki hevur til endamáls at náa úrslitum, tá kann alt vera líkamikið. Hinvegin so skilji eg á ein hátt greinskrivaran [...] egnum landi. Uttanumtos og ræðumyndir Tað er bæði veruleikafjart og fjákut, tá oddagreinin leggur upp til at tey sum ikki taka undir við einum frælsum Føroyum fáa munnkurv tá fullveldi gerst veruleiki, í
gnum var tað tí, at hon vildi hava ein steðg, - Men tað merki eg ikki nógv til, sigur Noomi og flennur. -Fólk ringja enn til mín, og telefonstøðin gevur teimum hvørja ferð mítt nummar. Men tað leggi eg [...] vera, at tá hon uppá eina viku sá tríggjar stovur, ið vóru púra eins, helt hon, at nú var tíðin komin til at fríska eitt sindur upp. - Eg selji antikvitetir av áhuga, greiðir Noomi Juul frá. - Eg havi altíð [...] við at selja antikvitetir, svarar Noomi Juul: - Eg eri ikki ung longur, men so leingi kreftirnar eru til tess, vil eg royna at halda fram við at selja. Tað er ongin grund at leggjast hendur í favn, bert tí
talan um eina massasju, har ein situr í einum serligum stóli og verður masseraður um ryggin niður til lendarnar, nakkan og høvdið og armarnar, hendurnar og fingrarnar. Hetta kvøldið, tá Sosialurin tosar [...] sær, meðan tær greiða frá, hvussu alt hetta byrjaði. Tær hoyrdu um hesa massasjuna og teknaðu seg so til eitt skeið, sum var her í Føroyum í desember í fjør. Síðani tað hava tær vant nógv. Treytin fyri at [...] Eydna, og hinar nikka samtykkjandi. Mitt í øllum sigur Eghild, at nú er stólurin komin. Hon hevur ringt eftir honum, og áðrenn ein veit av, so hava tær sett stólin upp í gongini í Hereford, og har verður