Tey vóru væl umboðað í løgtinginum í gjár. Fakfeløgini. Kortini máttu tey fara nakkalang heimaftur. Gyltu vallyftini um at verja rættindi hjá fakfeløgunum í januar mánaði 2004 vóru ring at fáa eyga á í løgtinginum mikudagin.
Seinastu dagarnar hevur serliga kanónin verið vend ímóti leiklutinum hjá Javnaðarflokkinum í arbeiðsmarknaðartrætum. Flokkurin gekk á odda í 2003 fyri at, at politikarar skulu halda seg burtur frá at leggja seg út í sáttmálatrætur á arbeiðsmarknaðarmálum, og nú andstøðuleikluturin er skiftur út við ein leiðandi leiklut í samgonguni tykist vent vera í holuni.
Vit hava spurt fakfelagsleiðararnar Gunnleiv Dalsgarð, Jarvin F. Hansen og Hans Joensen, hvat teir halda um leiklutin hjá Javnaðarflokkinum.
C svíkur
-Teir hava als ikki livað upp til vallyftini at vera ein fakfelagsflokkur. Seinasta hálva annað árið hava vit fingið sjón fyri søgn, at teir vanvirða fakfeløgini. Eg kann nevna dømi um Frítíðarskúla á Tvøroyri og har eru onnur dømi við, har teir ikki góðtaka galdandi sáttmálar. Fyri nøkrum árum síðan sást tú fleiri av verkamonnum úr Javnaðarflokkinum hevja barrikadurnar, men nú sært tú, at hesir somu menn hava fingið munnkurv.
Formaðurin í Føroya Pedagogfelag, Jarvin F. Hansen, er ikki mjúkur, tá hann verður spurdur um at lýsa fyrsta hálva annað árið hjá Javnaðarflokkinum í samgongu við fakfelagsbrillum.
Formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag, Hans Joensen, tekur undir við formanninum í Pedagogfelagnum:
-Fyri mær at síggja er Javnaðarflokkuriin farin yvir har tær flestu atkvøðurnar eru, nevnliga akademikaravegin. Eg havi sitið tvey ár sum formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag, og tú skuldi ikki trúð, at teir spretta úr fakfelagsrørsluni. Tað tykist sum um løgmanssessurin skuldi fáast fyri ein hvønn prís, sigur Hans Joensen.
Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum, ynskir ikki at taka dagar ímillum leiklutin hjá politisku flokkunum á tingi:
Hvørt løgtingsval siga allir flokkar, at teir eru garanturin fyri okkum løntakararnar. Eg vil ikki taka dagar ímillum hvørki Javnaðarflokkin, Tjóðveldisflokkin ella nakran annan flokk, tí allir gera tað sama. Í andstøðu er lætt at tosa um sakina hjá løntakaranum , men so skjótt teir koma í samgongu, sært tú einki aftur. Hetta er bæði galdandi fyri sitandi samgongu og samgonguna, sum sat undan henni, heldur hann
Ongan góðan
Formenninir í Starvsmannafelagnum, Pedagogfelagnum og Havnar Arbeiðsmannafelagnum hava ógvuliga torført við at fáa eyga á nakran stuðul til fakfelagsrørsluna millum løgtingslimirnar í dag.
-Tú kanst ikki siga, at fakfelagsrørslan eigur nakran góðan. Summir eru fúsir at tosa gott fyri okkum og breggja sær av fakfelagsrørslan hoyra til teirra flokk, men tá ástendur vísir tað seg ferð eftir ferð, at teir hyggja hinvegin, og tað kunnu vit snøgt sagt ikki brúka til nakað, sigur Gunnleivur Dalsgarð.
Jarvin F. Hansen og Hans Joensen stuðla sjónarmiðinum hjá Gunnleivi. Teir vísa báðir á, at tað ber ikki til at nevna nakran flokk, ið tosar teirra søk í løgtinginum.
Eingin endurtøka
Fyrst í nítíárunum vóru fakfeløgini rættiliga ónøgd við siðbundnu fakfelagsflokkarnar, Tjóðveldisflokkin og Javnaðarflokkinum, og tóku stig til at stig at seta fakfelagsflokk-Verkamannafylkingina- á stovn.
Hvørki Jarvin F. Hansen, Gunnleivur Dalsgarð ella Hans Joensen síggja fyri sær, at sami leistur verður nýttur aftur.
-Eg síggi bestemt ikk eina nýggja verkamannafylking fyri mær. Fakfeløgini skulu eftir mínum tykki halda seg uttanfyri politisku skipanina. Vit skulu halda okkum langt frá partapolitikki, og heldur hava leiklutin sum ringa samvitskan hjá flokkunum, heldur Gunnleivur Dalsgarð.
Jarvin F. Hansen heldur heldur ikki, at ein politiskur flokkur er rætta loysin hjá fakfeløgunum.
-Vit skulu heldur leggja okkum eftir at hava eitt tættari og neyvari samstarv millum fakfeløgini, so vit standa sterkari yvir fyri politisku flokkunum, heldur hann.
Fakta: Sambandið millum fakfeløg og politiskar flokkar
"Eins og í grannalondum okkara, har sosialdemokratiskir flokkar eru sprotnir úr arbeiðarafeløgunum, er Javnaðarflokkurin í Føroyum í stóran sprottin úr arbeiðararørsluni.
Sambandið millum Javnaðarflokkinu og seinni Tjóðveldisflokkin og fakfelagsrørsluna hevur altíð verið sermerkt, men hevur verið minkandi seinnu árini. Tá Verkamannafylgingins stillaðu upp á løgtingsvalinum í 1994, vóru tað serliga Javnaðarflokkurin og Tjóðveldisflokkurin, sum kendu sviðan av hesum".
Kelda: Jákup Pauli Strøm, Tit bygdu hetta land.