Eg var í størstu neyð men fekk onga hjálp

Landssjúkrahúsið segði rætt og slætt kortanei til at senda hjálp til 77 ára gamla konu, sum var dottin og hevði meiðslað seg

Landssjúkrahúsið 


- Eg var í størstu neyð, men eg fekk onga hjálp frá Landssjúkrahúsinum.
Karl Poulsen í Havn er ógvuliga vónbrotin av teirri viðferð, hann fekk á Landssjúkrahúsinum, tá ið hann hevði brúk fyri hjálp.
Tí fegnast hann um, at ljóskastarin nú er varpaður á tænastuna, sum Landssjúkrahúsið veitir og hann vónar tískil, at okkurt gott fer at spyrjast burturúr tí, at Bill Justinussen, løgtingsmaður, nú hevur reist málið í Løgtinginum, har hann fer at spyrja landsstýrismannin um Landssjúkrahúsið.
Sjálvi komu Karl og konan rættiliga illa fyri ein dagin fyri tveimum árum síðani.
Konan var tá 77 ára gomul og sjálvur var hann 75 ára gomul, Tá ið hetta fór fram.
- Ein dagin vildi so illa til, at konan datt og breyt knæið. Eg skundaði mær at ringja á Landssjúkrahúsið at fáa hjálp.
 
Søgdu kortanei at senda sjúkrabil
Hann sigur, at hann minnist, at fyrr tá ið hann arbeiddi, og onkur meiðslaði seg, plagdu tey at ringja eftir sjúkrabilinum og so kom hann beinanvegin. So hann trúði at tað var tað sama enn.
- Men hesuferð, eg ringdi var øðrvísi.
- Á Landssjúkrahúsinum søgdu tey ikki bara nei, men tey søgdu enntá kortanei til at senda sjúkrabil.
- Eg spurdi, hvat eg so skuldi gera? Jú, eg mátti fáa fatur á kommunulæknanum.
- Eftir at hava ringt ymsa staðir, fekk eg so fatur á einum lækna og greiddi honum frá støðuni. Tá ið eg hevði greitt honum frá, segði hann, at hann skuldi senda sjúkrabilin eftir konuni.
- Sjúkrabilurin kom beinanvegin og tað var ein stórur uggi fyri meg, at portørarnir vóru serstakliga fittir og hjálpsamir.
Men komin á Landssjúkrahúsið, var tónin øðrvísi.
- Tað fyrsta, konan fekk fekk greið boð um á Landssjúkrahúsinum var frá eini sjúkrasystir, sum segði: Eitt skulu vit siga tær, at her sleppur tú ikki at vera leingi!
- Eg varð í dýrastu neyð, tí eg orkaði ikki at hjálpa konuni heima og bønaði eg ein lækna um ikki at senda hana heim. Læknin var eisini fittur og fyrikomandi og segði, at hon skuldi liggja á sjúkrahúsinum fyri fyrst.
- Men ein dagin, fimm ella seks dagar seinni, kemur ein sjúkrasystir til konuna og biðjur hana gera seg kláran tí hon skal heim.
Hon varð koyrd í ein sjúkrabil og so var koyristólur og onnur útgerð grýtt í bilin og so varð konan koyrd heim.
- Hon segði, at Landssjúkrahúsið hevði sagt, at tey skuldu syrgja fyri heimahjálp og tað hjálpti eitt sindur upp á støðuna.
Men allur dagurin gekk og kvøldið við og tað kom so hartil, at konan vildi sleppa at leggja seg, men har var framvegis ongin heimahjálp komin.
Men nú bar tað so á, at ein sjúkrarøktarfrøðingur gekk til grannan um kvøldið og eg ansaði eftir tá ið hon kom og so fór eg inn til grannan at kæra mína neyð fyri henni.
- Hon var ómetaliga fitt og hjálpti okkum, so at konan slapp í song.
Karl Poulsen sigur, at morgunin eftir kom heimahjálpin.
- Men tað var ikki tí at Landssjúkrahúsið hevði syrgt fyri tí. Tað var tí at sjúkrarøktarfrøðingurin  hjá grannanum hevði syrgt fyri tí.
Hann sigur, at tað hevur hjálpt upp á støðuna, men hann sigur framvegis, at konan varð útskrivað alt ov tíðliga
Eisini Karl Jacobsen staðfestir, at tað er rættiliga nógv broytt frá fyrr í tíðini, tí tað vóru sjúklingarnir viðfarnir við nógv størri umsorgan, enn teir verða nú.
- Tað er sum ein sjúkrarøktarfrøðingur á Landssjúkrahúsinum helt fyri við meg: Her er ikki brúk fyri sjúkum fólki, sigur Karl Poulsen.
Tí heldur hann lítið um tað viðferð, sum fólk fáa í Føroyum, tá ið illa vil til.