Vit vóru heppin at vinna

Síðsti hálvi tímin í kappingini Xplore 2005 gjørdist sera spennandi, liðið hjá Doris, Ragnhild og Kristiani av Handilskúlanum á Kambsdali lá á odda, men eitt norskt lið nærkaðist alsamt, men gjørdist ov stutt tá ovtornaði.

 
Oljuleiting
 
Eg haldi fyrst og fremst, at vit vóru heppin, sigur Doris í Garði Joensen um orsøkina til, at hon, Ragnhild P. Kjærbo og Kristian Kristiansen vunnu Xplore 2005 kappingina framman fyri 437 øðrum næmingum frá 21 miðnámsskúlum úr 7 londum.
 
Øgiliga spennandi
Xplore kappingin varð hildin dagarnir 4.- 6. oktober, og Doris, Ragnhild og Kristian av Handilsskúlanum á Kambsdali vunnu framman fyri einum bólki úr Noregi. Doris sigur, at seinastu løtuna var øgiliga spennandi. Tey løgdu seg á oddað í kappingini, tá ein hálvur tími var eftir at kappast í, men spakuliga minkaði tað norska liðið um munin.Hon er ikki sannførd um, at tey høvdu megnað at hildið seg fremst, um kappingin hevði vart eina løtu afturat.
 
Gevur grunnleggjandi fatan
Xplore 2005 er ein kapping, har miðnámsskúlanæmingar í trýmans bólkum kappast ímóti hvørjum øðrum í eini simulering á alnetinum. Luttakandi bólkarnir kappast um at finna olju í rakstrarverdum nøgdum. Ætlanin við kappingini er, at geva miðnámsnæmingum eina grundleggjandi fatan av, hvussu oljuleiting fer fram. Doris væntar ikki, at hon fer inn í oljuvinnuna í framtíðini. Men sigur, at hon hevur fingið nógv betur innlit í hesa vinnu. Nú skilji eg, hvat tosað verður um, tá tey práta um oljuleiting, áðrenn kappingina anaði eg ikki nakað um hetta.
Hon greiðir frá, at tann fyrsta dagin helt hon ikki, kappingina vera serliga spennandi. Tey vórðu kastaði út í spælið, uttan nakra serliga forkláring, og hon skilti tí illa, hvat tey gjørdu. Tí var ringt at gerast ordiliga bitin av tí. Men annan dag, skilti hon meira, og triðja dagin bleiv tað ordiliga spennandi, serliga tí tey lógu heilt í oddinum og kappaðust.
 
Normenn settu pening í
Xplore er gjørt til miðnámsskúlar og til oljufeløg at brúka í skeiðvirksemi. Spælið minnir sera nógv um veruliga oljuleiting, tú kanst keypa øki ella seta pening í leiting á økjum hjá øðrum. Doris sigur, at tey brúktu nógvan pening uppá tvey øki, uttan at hesi góvu serligt av sær. Í fyrsta økinum funnu tey nógva olju, men tað norska liðið, ið gjørdist nummar tvey, hevði sett pening í leitanina og tók størsta partin av vinninginum. Tað triðja økið keyptu tey fyri væl minnið. Tá ein hálvur tími var eftir at kappast í, fingu tey knappiliga 4 milliardir úr einum brunni á hesum triðja økinum, og komu sostatt á odda.
Doris sigur, at tað gjørdist sera spennandi til síðst, norska liðið hevði spælt øgiliga væl, og høvdu sett pening í leitan á nógvum ymiskum økjum, og hetta gav nógv av sær, tí minkaði munurin alsamt, men tá avtornaði vóru Doris, Ragnhild og Kristian á odda.
 
Gott tiltak
Tey vunnu 5.000 kr., sum var fyrsta virðisløn, og mánamorgunin var samkoma á Handilsskúlanum í Kambsdali, har luttakandi bólkar fingu handað heiðursbræv, og vinnandi bólkurin fekk ein kekk við vinninginum. Doris sigur, at enn hava tey ikki avgjørt hvat vinningurin skal brúkast til.
Hon heldur Xplore vera ein stak gott tiltak, tey lærdu nógv um oljuleiting, Eg havi í øllum førum fingið meira áhuga í oljuvinnuni, og fyri fólk, ið hava áhuga fyri hesi vinnuni, er hetta ein góð roynd, sum gevur nógva vitan sigur Doris. Hon heldur, at umframt innlit í oljuleiting, so hevur hon lært nógv um samstarv av hesum. Tað at arbeiða saman og finna loysnir, sum øll kunnu liva við, sjálvt um man er ósamdur frá byrjanini, tað er øgiliga týdningarmikið, og tað hava vit lært av hesum greiðir hon frá. At byrja við høvdu tey ikki nakað serligt av peningi at arbeiða við, og tí noyddust tey at hugsa nógv um, hvussu tey skuldu fara til verka. Hetta kravdi nógv av samstarvinum. Doris heldur at hetta var øgiliga læruríkt og er nakað, sum tey kunnu brúka óansæð hvørja vinnu, tey fara at virka í.