Nýggja vitnið avdúkaði rokningina

Seinasti rættarfundurin hevur verið í málinum um ærumeiðing millum Victor Carlsen og Dan Klein. Nýggja vitnið avdúkaði, at arvingarnir høvdu fingið eitt bræv, sum tey mettu var ein rokning. Victor segði seg einki hava við hana at gera. Dómur verður sagdur fríggjadagin

 

Endi fæst ikki á málinum um ærumeiðing millum Victor Carlsen og blaðstjóran á Oyggjatíðindum, Dan Klein, fyrr enn fríggjadagin á middegi, tá dómarin Henrik Møller fer at gera eina úrskurð í málinum.

Tað er Victor Carlsen, sum hevur stevnt Dan Klein fyri ærumeiðandi grein í Oyggjatíðindum 15. desember. Blaðið skýrir Victor pengagrís og vil vera við, at hann hevur sent rokning fyri 175.000 krónur til arvingarnar hjá manninum, ið móðir hansara var gift við. Hesar útsagnir vil hann hava dømdar deyðar at vera.


Nýggjar upplýsingar

Dan Klein hevði kallað eitt nýtt vitni í rættin. Hetta var Sofus Hansen av Skálafjørðinum, sum var sonur mannin, ið var giftur við móðir Victor. Nakað av fólki var komið oman í rættarhølini at lýða á, hvussu leikur fórst, og týðiligur spenningur var á teimum øllum.

Hann greiddi frá, at tey høvdu fingið eitt bræv, sum móðir Victor hevði skrivað undir, men Victor sjálvur hevði skrivað brævið. Í brævinum vórðu peningalig viðurskifti viðgjørd. Har varð roknað út, hvussu nógvan pening móðir Victor hevði latið húsarhaldinum hjá teimum báðum. Har vóru útreiðslur til bil og mánaðarliga útreiðslan til húsarhaldið løgd saman, og hetta gav eina upphædd uppá 455.161 krónur.

Tí metti móðirin, at hon hevði rætt til at fáa pening frá arvingunum hjá manninum. Tað var í hesum sambandi, at hon bað Victor Carlsen um at senda arvingunum hetta brævið, har skotið varð upp í endanum av brævinum, at tey lótu henni 500 krónur um mánaðin í tólv ár sum samsýning fyri at hava hildið hús hjá manninum. Hetta var kanska ein máti at fáa part av arvinum hjá manninum, sum børnini annars fingu.

Hetta mettu arvingarnir sum ein óbeinleiðis rokning, men teir kundu ikki siga, at tað var Victor sjálvur, ið vildi hava henda peningin. Hjúnini høvdu annars gjørt ein hjúnasáttmála, sum segði, at alt mítt er mítt, og títt er títt.

Victor ásannaði, at hann hevði skrivað hetta brævið fyri móðir sína, men hann tók samstundis frástøðu frá innihaldinum av brævinum og segði seg einki hava við tað at gera. Hann hevði bara hjálpt til at skriva tað.


Brævið er ikki rokning

Síðani skuldi tær seinastu viðmerkingarnar skuldi gerast, áðrenn Henrik Møller dómari fór at umhugsa støðuna. Bjørn á Heygum, sakførari hjá Victori Carlsen, vildi vera við, at hetta brævið ikki lýkur treytirnar at vera ein rokning, og tí var tað skeivt, sum stóð í Oyggjatíðindum, at Victor Carlsen skal hava staðið fyri eini rokning.

Hann vísti samstundis á, hvussu tyngjandi hesi úttalilsir í Oyggjatíðindum høvdu verið fyri Victor, og at tey tí áttu at verið dømd deyð at vera. Hann mælti dómaranum til at bótin skuldi vera 20 dagbøtur á 2.000 krónur. Hetta fór at hava við sær, at dómurin fór at virka fyribyrgjandi í framtíðini.

Hann vildi at enda vera við, at Dan Klein ikki hevði prógvað nøkur av sínum uppáhaldum í rættinum.


Fríir fjølmiðlar

Dan Klein var sjálvandi ósamdur við sakføraran. Hann vísti á, at Victor Carlsen var almennur persónur, og at hann tí átti at tola meira av enn onnur, og at hann var áhugaverdur hjá almenninginum.

Hann segði, at Victor hevði allar møguleikar at greiða frá ella at avsanna tíðindini, tá Dan Klein hevði samband við Victor, áðrenn greinin varð prentað í blaðnum.

Hann vildi eisini vera við, at orðið pengagrísur ikki er nakað ringt orð. Dan samanbar orðið við ?grams?, sum ikki er mett at vera ærumeiðandi. Hann legði harafturat Victor Carlsen undir at fjala sannleikan í rættinum.

Hesin dómurin fór at avgera, um fjølmiðlarnir í framtíðini fóru at kunna virka frítt, ella um munnkurv fór at verða løgd á teir við eini harðari revsing í hesum málinum, segði Dan Klein.

Dómur verður sagdur fríggjadagin, og tá fæst at vita, um Dan Klein hevur ærumeitt Victor Carlsen ella um Dan Klein fær viðhald í greinini.