Koyrandi undir Lorvíksfjørð um trý á

Nú Vágatunnilin loksins er vorðin veruleiki heldur Anfinnur Kallsberg, løgmaður, at tað skuldi ligið ræðið fyri at farið víðari. Ein verkætlan liggur so gott sum klár. Tað restar nú bara tann seinasta politiska avpussingin, sum tingið nú skal taka støðu til. Síðani er at fáa sjálvt projektið púra klárt, bæði fíggjarliga og tekniskt. Løgmaður sigur, at tað verður arbeitt við hesum og er komið rættiliga langt á mál.

Undirsjóvartunlar

Løgmaður hevur ikki í løtuni nakað endaligt boð uppá, nær Norðoyartunnilin kann gerast veruleiki. Men hann metir tað ganga hálvtriðja ár frá tí byrjað verður til koyrandi er ella kanska nakað stytri. Anfinnur Kallsberg ivast ikki í, at politisku spurningarnir viðvíkjandi Norðoyartunlinum verða avkláraðir fyri jól. Broytingaruppskot til anlegglógina liggur í tinginum, har liggur so ein eykafíggjarlóg, sum eisini er tann fíggjarligi parturin av tí, og síðani er tað Lorvíks bygd og vegaføringin har, sum skal fáast uppá pláss, og sum eisini hevur fingið eina drúgva politiska viðgerð . Løgmaður roknar sjálvur við, at hon verður avgreidd um ikki so heilt langa tíð. Tá tað er klárt hevur partafelagið Norðoyartunnilin møguleika at gera projektið heilt liðugt tvs. fáa tey neyðugu loyvini og ta endaligu fíggingina uppá pláss. Og tá tá verður so farið í gongd av álvara legtur løgmaður aftrat.

Gongur alt sum ynskt og ætlað, so heldur løgmaður, at fyrsta skotið í Norðoyartunlinum kann verða latið av fram móti sumri næsta ár. Og tað merkir so aftur, at koyrandi kann verða í tunlinum um hesa tíðina í ár 2005 ella kanska eitt sindur fyrr. Løgmaður tekur tó tað fyrivarni, at øll tingini tá skulu ganga uttan stórvegis trupulleikar. Spurningurin er so eisini um man kann gera tað tilsvarandi skjótari eins og gjørt var um Vestmannasund. Tað er ringt at siga nakað um nú, tí man veit ikki, hvussu fer at gangast.

Hjartamál
Anfinnur Kallsberg, sum sjálvur er valdur í Norðoyggjum, dylur ikki fyri, at Norðoyartunnilin er eitt av hansara fremstu hjartamálum. Hesin tunnilin fer at fáa ómetaliga stóran týdning fyri Norðoyggjar. -Vit hava sera gott ferðasamband í dag, har vit kunnu ferðast frá tíðliga á morgni til seint á kvøldið, og tað hevur stóran týdning. Men ein tunnil fer at hava við sær, at tú ongantíð verður bundin av eini ferðaætlan. Hann styttir farleiðina. Í dag tekur tað hálvan tíma at sigla, og gjøgnum tunnilin fer tað at taka fýra minuttir við bili. Fyri vinnulívið fær hetta ómetaliga stóran týdning. Tað setir so eisini krøv. Tú er minni vardur og fer at fáa størri kapping frá meginøkinum, og tá ræður um í økinum norðan fyri eins og í Vágum at taka tann spurningin, ta kappingina upp. Tað ivist eg heldur ikki, at man fer at megna, tí kappingin verður eisini meira javnbjóðis tá.

Tað er greitt, at tað verður ein heilt nýggj verð, tá koyrast kann av Viðareiði til Gásadals eftir bara hálvum øðrum tíma. Tað sannar løgmaður. -Hetta fer at hava so stóran týdning fyri okkum øll, at eg trúgvi ikki vit geva okkum far um tað í dag. Vit hava lyndi til at gloyma so skjótt, men tað er áhugavert at steðga á og hugsa, hvussu viðurskiftini vóru fyri t.d. 30 árum síðani og hvussu tey eru í dag. Vit hugsa ikki ein gang um, hvussu tey vóru fyri fimm árum síðani. Hugsa vit so um, hvussu tað verður um 30 ár, so er tað ein uppaftur áhugaverdari spurningur. Tøknin galloperar avstað. Tað, sum als ikki kundi koma uppá tal fyri 20 árum síðani, tað er bara veruleiki í dag, og tí trúgvi eg, at vit hava eina sera spennandi framtíð fyri okkum. Stórar avbjóðingar men uppgávur, sum avgjørt eru møguligar at loysa. Løgmaður sær eisini teir stóru møguleikar hesin útviklingurin fer at hava fyri ferðavinnuna.

Endurnýggja tunlar
Annars staðfestir løgmaður eisini, at neyðugt verður at gera nakað við tunlarnar, sum vórðu bygdir fyrst tvs. í Norðoyggjum og í Suðuroynni. Teir vóru bygdir í eini tíð, tá tann størsti bilurin var 3,5 tons. Í dag sleppur meginparturin av bussum og treylarum als ikki ígjøgnum og er tað ein sera stórur bági fyri tey økini. Har verður so neyðugt at gera tær umstøðurnar betri, so longu nú mugu vit til at endurnýggja tey risastóru framstig, sum vórðu gjørd tá. Helst verður bíligari at bora nýggjar tunlar. Tað stendur so eisini í langtíðarætlanini hjá landsstýrinum.