Matstova
Í gjár klokkan 18 læt nýggj matstova upp í Saltangará. Matstovan, sum hevur fingið navnið, Casa Blanca, er í hølunum, har Stokkastovan ? og seinni John?s Resturant - var. Navnið á nýggju matstovuni er spanskt og merkir, "Hvíta Húsið".
Tey, ið standa aftanfyri Casa Blanca, eru hjúnini, Pætur og Sally Rasmussen. Tey búgva í Sandavági, men Pætur er skálamaður, og Sally er úr Onglandi.
Í hálvt triðja ár hevur Pætur verið í starvi hjá Atlantsflogi sum ferðslusamskipari, men fyri ta tíð starvaðist hann í Grønlandi. Í 22 ár arbeiddi hann innan flogferðsluna, og hini árini hevur hann starvast innan ferðavinnuna.
Í blóðinum
Sally er uppvaksin innan matstovuvinnuna í Onglandi, har foreldur hennara róku matstovu. Hon hevur tí stóran áhuga fyri hesi vinnu og hevur drúgvar royndir á økinum. Bæði Sally og Pætur hava ferðast nógv og hava sæð, hvussu slíkt virksemi verður rikið í øðrum londum.
Pætur sigur, at tey hava merkt ein stóran áhuga fyri virkseminum, sum tey nú eru farin undir í Saltangará.
- Nógv fólk hava ringt og fregnast. Vit hava sett á skránna, at trý jólaborð verða, og longu nú eru tvey teirra fult umbiðin, sigur hann.
Casa Blanca miðjar eftir at leggja eitt støði, sum ger, at viðskiftafólkini kenna seg væl og vitja aftur.
- Tað er ikki soleiðis, at hetta verður ein nýggj barr, hóast vit hava fult skeinkiloyvi. Matstovuvirksemið verður avgjørt tað primera hjá okkum.
Pætur sigur, at dentur verður lagdur á, at tey, sum vitja Casa Blanca og brúka pening uppá at njóta ein góðan bita og eina hugnaliga løtu, eisini skulu fáa eitt hugnaligt upplivilsi.
- Vit fara at hava buffe?ir við indiskum, kinverskum og meksikanskum rættum, og vit fara eisini at skipa fyri tí, sum vit rópa "dinner and dans".
Hugni í hásæti
Pætur sigur, at tey ? heldur enn at hugsa um at fylla húsið - fara at syrgja fyri, at umstøðurnar verða góðar hjá teimum, sum vitja innar.
- Tá ið vit fara at hava "dinner and dans", verður tað ikki soleiðis, at fólk verður rivin upp úr stólunum, har tey sita og práta og hugna sær, meðan hølini verða ruddaði til dans. Fólk verða sitandi, og dansurin kemur bara aftrat.
Hann heldur, at mátin við at fáa fólk at reisa seg, meðan ruddað verður fyri dansi, ofta tekur tann góða stemningin, sum er við borðini eitt slíkt kvøld.
- Vit fara ikki at leggja okkum eftir at fylla húsið við fólki, so ikki er verandi inni. Tað ger einki, um vit ikki gerast miljóningar tann fyrsta dagin, sum hann tekur til.
Casa Blanca fer at leggja dent á góða tænastu og hugna, og tí heldur hann, at eini 130-140 fólk er passaligt eitt slíkt kvøld, tá ið tey hava "dinner and dans".
- Tað kostar at fara út at eta. Fólk tosa um hetta, bæði áðrenn tey avgera at fara, og eisini tá ið dagurin ella kvøldið er liðugt. Tí er ógvuliga umráðandi fyri okkum, at fólk eru nøgd við ta tænastu, tey fáa og við umstøðurnar, vit hava at bjóða teimum, sigur Pætur.
Innboðin í gjár
Í samband við, at Casa Blanca læt upp í gjár klokkan 18, hevði matstovan sent út 60 innbjóðingar til eina hugnaliga løtu á middegi í gjár. Umboð fyri stovnar, virkir, handlar og lokalar myndugleikar vóru boðin við, umframt familja, vinir og kenningar.
Hølini eru frískaði upp, og tey eru pyntaði. Orkis á Glyvrum hevur staðið fyri dekoreringini, og ein lokalur listamálari hevur hongt upp eina framsýning við málningum sum eru til sølu.
Casa Blanca fer at hava opið týsdag til hósdag frá klokkan 11.30-21, fríggjadag og leygardag frá klokkan 11.30-22 og sunnudag frá klokkan 12-18.
Mánadag verður stongt.
- Fólk kunnu keypa sær døgurða, og frá týsdegi til leygardag verður eisini buffet við eini seks ymiskum rættum, sigur Pætur Rasmussen.
Ætlandi verður fyrsta veitslan á Casa Blanca undir heitinum, "dinner and dans", 30. Oktober, og jólaborðini verða so aftur seinni.









