Anfinn Kallsberg samanborið við Dreyfus og Tønnes tilburðirnir

    

Jón Ellendersen
???????????????

Dreyfus kapteynur verður handtikin fyri hásvikagerð orsakað av einum ikki dagfestum og ikki undirskrivaðum skjali, sum fekk heitið "Bordereauið", meðan Anfinn varð ákærdur fyri alt frá ógegni til kriminalitet, og eisini her lá ein bók sum grundarlag, nevniliga "Skjót Journalistin".
Dreyfus varð av franska krígsrættinum dømdur til tignarlækkan og burtursøgn, Anfinn varð av stórum parti av Føroya løgtingi dømdur til tignarlækkan og burtursøgn úr landsstýrinum, ein størri eyðmýking enn nakar annar føroyskur politikari hevur verið fyri.
Eitt parísblað skrivar, at Dreyfus als ikki er dømdur við Bordereaunum sum grundarlag, men hinvegin orsakað av treimum loyniligum skjølum "Dossierið", sum eingin annar hevði sæð uttan krígsrætturin. Í Anfinnsá tilburði var bókin, Skjót Journalistin helst bert ein umbering fyri at skumpa Anfinn av trónuni so Høgni og Tjóðveldið, sum eg vísti á 2. parti, kundu sleppa framat. Ætlanin var jú, at Anfinn fór frá og Fólkaflokkurin umskipaði seg, og so var nærum sjálvsagt, at varaløg-maður fekk løgmansembætið.
Nýggj prógv verða løgd fram um, at Esterhazy er tann seki, og hesuferð er tað svágur Dreyfus, sum leggur prógvini fram. Á sama hátt verða "prógv aftaná prógv" løgd fram, serliga av tjóðvelinum um, at Anfinn lýgur, er krimineller o.sfr.
Esterhazy verður tó fríkendur 11. januar 1898 á ein ógvuliga forargiligan hátt. Dagin eftir útgevir Emil Zola kenda ákæruritið "J?accuse" (Eg ákæri). Zola verður dømdur at sita í 1 ár, men flýggjar til London. Piqart verður koyrdur úr herinum. Teir, sum á ein so skammiligan hátt løgdu eftir Anfinni, vórðu allir fríkendir, tí "teir tæntu reinleikanum í føroyskum politikki".
Eg kenni eins og Zola, at tað er neyðugt at koma við eini ákæru móti teimum, sum hava framt hetta Føroya stórsta karaktermorð, tí tað kann ikki vera rætt, at føroyskur politikkur, sum frammanundan var merktur av klandri og stríði, omaná skal merkjast av "amerikanske tilstande", har alt, og eg meni ALT kann brúkast til tess at fella ein politiskan mótstøðumann.
Ein samdur krígsrættur avger nú, at Dreyfus skal fyri rættin í Rennes. Samstundis sigur Esterhazy úr London, at tað var hann, sum skrivaði Bodereauið.
Rættarsakin er ein stórur sjónleikur. Sakførarin hjá Dreyfus slær fast, at har var ikki eitt einasta prógv um, at Dreyfus var sekur.
Tann almenna og politiska rættarsakin móti Anfinni var á sama hátt ein sjónleikur, og hóast bókin Skjót Journalistin kemur við hópin av "prógvum", so eru hesi prógv framman undan kend og avgreidd í seinast í 80unum og viðurskiftini rættað. Einki nýtt sum kann rættvísgera, at Anfinn varð viðfarin sum hann var, er at finna í bókini, einki. Men við, eins og propagandaministarin hjá Hitler, at endurtaka lygnina nóg ofta, var stórur partur av fólkinum samd um, at Anfinn var sekur. Jú, demagogi, endurtikin nóg ofta, er betri vápn enn sannleikin, tað hava vit eisini sæð í undanfarna valstríði.
Stjórnin bjóðar síðani Dreyfus at verða náðaður og Dreyfus tók av til tess at fáa møguleikar at prógva, at hann var ósekur. Dreyfus fær amnesti. Dreyfus verður fullkomiliga fríkendur og gerst majorur í herinum við Piqart sum generalmajori.
Tað tók ellivu ár áðrenn rættvísin sigraði í Dreyfus tilburðinum.Dreyfus fekk tó ikki loyvi at luttaka í 1. heimsbardaga.
Nær fer løgtingið at bjóða Anfinni at verða náðaður, nær fer løgtingið og landsstýrið at góðtaka, at Anfinn er ósekur, ikki áðrenn 1990, men aftaná, tí viðurskiftini vórðu fingin í rættlag soleiðis, at Anfinn er at rokna sum ósekur. Hvussu mong ár skal Anfinn liva í ónáði, ellivu?
Eins og Dreyfus ikki fekk loyvi at luttaka í tí, sum fyri hann sum kapteyn í herinum var eitt hitt stórsta heiðursmálið, slapp Anfinn ikki aftur í landsstýrið.
Nú eru søgurnar ikki eins, og tað er tíðirnar heldur ikki. Heimurin er vorðin væl meiri demokratiskur síðani Dreyfussá dagar, halda vit. Men demokratiið hevur tað rættiliga ringt í Føroyum í hesar dagar. Hetta skulu vit hoyra meiri um í 4. og seinasta parti.

(framhald: Karaktermorð í nýggjari tíð 4: Ekskursión í undirgrundini)