skipið fekk. So mikið nógvur sjógvur var í maskinrúminum, tá ið hann var mestur, at svinghjólið á motorinum longst í bakborð var byrjað at oysa sjógv upp við sær. Vóna tað besta Norrøna er undir garantii í [...] hvat tað fer at kosta at umvæla skipið. Jóannes á Vali, fíggjarstjóri hjá Smyril Line, visti tó ikki fyrrapartin í gjár at siga, hvat úrslit skipasmiðjurnar eru komnar til. Hann væntar, at tað verður [...] verið í dokk. Eingin hóming Spurdur, um hann ikki hevur eina hóming av kostnaðinum, sigur hann, at tað hevur hann ikki. - Eg havi ikki sæð tilboðini enn, og tí kann eg einki siga um, hvat umvælingararbeiði
Tað hevur aldrin verið so dýrt at fáa tak yvir høvdið, sum tað er nú. Tað sigur BankNordik í eini fráboðan í morgun. Bankin sigur, at í fjør vóru prísirnir á sethúsum og íbúðum kring landið, methøgir - [...] seinastu 20 árini. Hyggja vit at sethúsaprísunum í høvuðsstaðnum, var miðalprísurin fyri eini sethús í 1,3 milliónir í 2002. Men í 2022 var miðalprísurin 3,7 milliónir. Miðalprísurin er sostatt næstan trýfaldaður [...] eini lítlari afturgongd. Sethúsaprísirnir eru sum heild lækkaðir eitt sindur, og tað sæst eisini, at húsini liggja longri á sølulistanum, áðrenn tey verða seld. Eisini sæst, at prísurin á stórum sethúsum
ið tað bara er liðið einar tvær vikur longri út á summarið. Á róðrarøkinum í Klaksvík hevur ættin rættuliga nógv at siga. Bæði í fjør og í ár var hann landsynningur við nógvum vindi. Eingin, sum fylgir [...] Teir eystaru komu fyrri inn á slætt, og tað fór skjótari at ganga væl hjá teimum, enn tað gjørdi hjá teimum hinumegin, sum kanska einar hundrað metrar longri enn teir eystaru megin vóru í ósløttum sjógvi [...] kappingunum, at tað heilt víst ikki bara hevur við avrikið hjá manningini at gera. ? Norðoyastevnan er tíðliga á sumrinum. Tí er sannlíkið fyri eitt sindur djálvutum sjógvi og vindi væl størri, enn tað er, tá ið
álvarsliga afturat, at um bert ein føroyingur søkir sær hjálp, so hevur tað verið alla ferðina vert. Tá John Vinther Nissen var 12 ára gamal, var hann við mammu síni ein stuttan túr úr Oslo til Frederikshavn við [...] hann ikki, at hann sá andlitið á. 27 ár gingu áðrenn John Vinther Nissen segði nøkrum, hvat var hent honum. Tað hendi, tá hann læs eina grein, sum kona hansara hevði lutað á sosialu miðlunum, um ein tiltiknan [...] halda hetta inni í mær sjálvum longur, sigur hann við grátirødd. - á túrunum, sum vit hava verið á hava vit nýtt setningin “sárur maskulinitetur”, tí hetta er nakað, vit vilja seta fokus á. Tað vekir uppmerksemi
slíkan ágang. - Støðan er álvarslig, og tað er eingin ivi um, at vit mugu vera til reiðar upp á nógv ymisk viðurskifti, sigur pólski forsætisráðharrin. ##med2## Tað var longu tíðliga í morgun, at fleiri fráboðanir [...] og onkur rakett endaði inni í pólskum loftrúmi í nátt, hevur ES sagt, at felgsskapurin veitir Póllandi sín fulla stuðul, og ES heldur eisini, at ágangurin á Pólland í nátt ikki var tilvildarligur, men tilætlaður [...] rakt av dronuleivdum - uttan, at nakar persónsskaði var. - Soleiðis, sum eg skilji, hoyrdu fólk eina spreinging og sóu pólsk jagaraflogfør. Hetta var ein krevjandi støða, sigur borgarstjórin í Wyryki, Mariusz
Tað vóru tvey lið við ongum stigum, sum hittust á Skála í kvøld. Tá ið avtornaði vóru tað tær úr StÍF sum kundu fegnast um tey tvey stigini - Og tað var við stórsigri, 34-25, á Stjørnuni. StÍF hevur fingið [...] seinna hálvleiki fór StÍF at økja. Tað løtuna skoraði Haruka Gima seks tey fyrstu málini hjá StÍF í seinna hálvleiki - fýra av teimum eftir brotskøst. Samstundis var longri ímillum málini hjá Stjørnuni, og [...] Stjørnan megnaði at svara aftur. Fimm minuttir seinni hevði Stjørnan, ið var uttan Tóru Eliasen, minkað niður í 10-9, og løtu seinni var javnleikur 11-11. Men nærri enn hetta kom Stjørnan ikki í kvøld. Hál
til tvey onnur var eingin ivi um, hvør spælari skuldi fáa heiðurin sum Man of the Match. Og Newcastle-venjarin, Joe Kinnear, var heldur ikki seinur at rósa Liverpool og Gerrard. - Hetta var einvegis, tí [...] langt vit enn eru aftan fyri eitt lið sum Liverpool. - Og Gerrard sýndi eitt tað besta avrikið, sum eg havi sæð í longri tí. Hann var snøgt sagt framúrskarandi, segði Joe Kinnear. Meistararnir eru avbjóðarar [...] toppar Fótbóltur er eitt liðspæl, men tað er ikki minst stórspælandi Steven Gerrard at takka, at Liverpool støðugt hevur hildið momentinum í ár. Móti Newcastle var liðskiparin snøgt sagt flúgvandi. Hann
um. Tað var nú ikki fyri arbeiðið á flakavirkinum, at hann skuldi heiðrast. Tað er fyri alt tað sjálvbodna arbeiðið, sum hann fger uttanfyri arbeiðstíð, at heiðurin fellur honum í lut. Og tað var Magnus [...] at rætta løtan var komin til aftur at lata sømdargávuna. Magnus Jacobsen fær heiðurin fyri alt tað sjálvbodna arbeiðið, hann hevur gjørt á nógvum økjum til frama fyri Suðuroynna, og er tað nakar, sum hevur [...] num at fáa bjargingarfelagið til tað, tað er í dag, nú tað er eitt hitt best útgjørda í landinum. Somuleiðis gekk hann á odda at gera Stóra Pakkhús og Garðabrúgv ístand, so at tey bjargaðust og ikki fórust
móti endanum var greitt, at Dráttur helst fór at vinna hetta settið. Tað gjørdu tær eisini, og úrslitið av hesum var 25-20 til Drátt. Í øðrum setti var munurin enn størri á liðunum. Nú var Dráttur nógv [...] sannførandi 25-16 sigur, og her var alt, sum bendi á, at Dráttur fór at vinna ein sannførandi sigur. TB var betri við Í triðja setti høvdu gestirnar av Tvøroyri tó sæð, hvønn veg tað var. Nú settu tær alt inn fyri [...] fyri at halda sær inni í dystinu, og hetta settið bleiv eisini tað mest spennandi í dystinum. Nú fylgdust liðini at kalla allan vegin, og munurin var so at siga eingin. Til tíðir var Dráttur oman á, og
ikki av serstaka degnum: - Noy, eg hevði ikki ánilsi av, at tað júst var handilin sum hevði føðingardag í dag. Eg trúði satt at siga, at tað Vilbjørg sum fylti, sigur ein annar av trúføstu kundunum. Handilin [...] til handils kann tí taka sína tíð, men hvat ger tað, tá ein altíð hittir fitt og hugnalig fólk inni í handlinum?! Hinvegin, - eru eingi viðskiftafólk inni, so er Vilbjørg altíð góð at práta við. - Ja, Vilbjørg [...] handils her og keypir tað, sum henni tørvar til dagliga húsarhaldið. Hon býr í einum av grannahúsunum, og tí er skjótt og einfalt hjá henni at renna tvørtur um Víkavegin og keypa sær tað, sum hon manglar beint