Tað vóru tvey lið við ongum stigum, sum hittust á Skála í kvøld. Tá ið avtornaði vóru tað tær úr StÍF sum kundu fegnast um tey tvey stigini - Og tað var við stórsigri, 34-25, á Stjørnuni.
StÍF hevur fingið rós fyri ágangandi álopsspæl í teimum fyrstu dystunum, hóast tað ikki er rokkið til úrslit ímóti VÍF; H71 ella Neistanum.
Í kvøld fór av álvara at benda á fyrsta StÍF-sigurin, tá ið støðan gjørdist 10-5 miðskeiðis í fyrra hálvleiki - men Stjørnan megnaði at svara aftur. Fimm minuttir seinni hevði Stjørnan, ið var uttan Tóru Eliasen, minkað niður í 10-9, og løtu seinni var javnleikur 11-11.
Men nærri enn hetta kom Stjørnan ikki í kvøld.
Hálvleiksstøðan gjørdist 15-12 til StÍF, og í seinna hálvleiki fór StÍF at økja. Tað løtuna skoraði Haruka Gima seks tey fyrstu málini hjá StÍF í seinna hálvleiki - fýra av teimum eftir brotskøst. Samstundis var longri ímillum málini hjá Stjørnuni, og við einum 20 minuttum eftir vóru sjey mál á muni.
Við dystarlok var munurin øktur upp í níggju mál. 34-25 til StÍF, sum sostatt vann sær kappingarársins fyrstu stig.
Stjørnan og VB eru nú einastu liðini í SMS-deildini, uttan stig. Tað verður broytt sunnudagin, tí tá hittast Stjørnan og VB í Vági.
StÍF fær nú ein steðg eftir fýra dystir upp á 12 dagar. StÍF spælir ímóti Kyndli í Havn 10. oktober.
SMS kvinnur
StÍF - Stjørnan 34-25 (15-12)
StÍF:Haruka Gima 13 (7), Emmy Kass 5, Mao Otani 5, Guðrið Ellingsgaard 3, Karina B. Høgnesen 3, Poula D. Berg 2, Rebekka Zachariassen 2, Yuika Kurimoto 1.
Stjørnan: Katrin Bertholdsen 9 (4), Maria Biskopstø 4, Tóra Norðá 3, Judith Dam-Jacobsen 3, Sonja Sirdal 2, Oddvør Josephsen 2, Julia Høgnesen 1, Andjela Josipovic 1.
Støðan: (hsf.fo)
Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
1 | Kyndil | 3 | 86 | 54 | 32 | 6 |
2 | H71 | 2 | 66 | 48 | 18 | 4 |
3 | Neistin | 2 | 56 | 39 | 17 | 4 |
4 | VÍF | 2 | 47 | 54 | -7 | 2 |
5 | StÍF | 4 | 113 | 122 | -9 | 2 |
6 | VB | 2 | 35 | 53 | -18 | 0 |
7 | Stjørnan | 3 | 62 | 95 | -33 | 0 |