- Um bert ein føroyingur søkir sær hjálp hevur tað verið alla ferðina vert

Sigur motorsúkklari frá Utsatt-mann, sum vil hjálpa monnum, ið hava verið fyri kynsligum ágangi

44 ára gamli John Vinther Nissen er ein av motorsúkklarunum úr Utsatt-mann, sum hevur vitjað í Føroyum seinastu dagarnar.

 

 

Les eisini: Motorsúkklarir bodnir til Føroya at tosa um kynsligan ágang

 

 

- Um vit eru fleiri, sum siga søgu okkara, so verður eisini lættari hjá øðrum, sum hava upplivað hetta at finna sær hjálp, sigur John Vinther Nissen um orsøkina til, at hann er komin til Føroya við Udsatta-mann, og leggur álvarsliga afturat, at um bert ein føroyingur søkir sær hjálp, so hevur tað verið alla ferðina vert.

 

 

Tá John Vinther Nissen var 12 ára gamal, var hann við mammu síni ein stuttan túr úr Oslo til Frederikshavn við ferju. Hann hevur livað við avleiðingunum av tí, sum hendi umborð hendan túrin síðani.

 

 

- Eg stóð í spælihøllini og spældi spøl á automatunum, tá ein maður kemur og hyggur í meðan eg spæli. Hann byrjar at tosa við meg, og síðani bjóðar hann mær við sær oman í lugarið, har hann hevur bomm og sodavatn, sigur John Vinther Nissen.

 

 

Hann veit, at tað vóru tveir menn, sum misbrúktu hann hesa náttina, men hann minnist bara, hvussu tann eini sá út, og hin minnist hann ikki, at hann sá andlitið á.

 

 

27 ár gingu áðrenn John Vinther Nissen segði nøkrum, hvat var hent honum. Tað hendi, tá hann læs eina grein, sum kona hansara hevði lutað á sosialu miðlunum, um ein tiltiknan norskan barnamisnýtara, sum enn einaferð varð ákærdur og hesuferð fyri at hava missnýtt minst 20 børn. Andlitið á pædofilinum varð kámt, so ikki bar til at identifisera mannin.

 


- Fyri mær var andlitið ikki kámt, eg sá hann klárt og tíðiliga. Eg minnist, at eg læs eitt sindur av greinini, men síðani knekkaði eg, tí eg kendi bæði persónin og hendingarnar aftur. Eftir 27 ár kláraði eg ikki at halda hetta inni í mær sjálvum longur, sigur hann við grátirødd.

 

 

- á túrunum, sum vit hava verið á hava vit nýtt setningin “sárur maskulinitetur”, tí hetta er nakað, vit vilja seta fokus á. Tað vekir uppmerksemi, tá menn tosa um hetta svára evni, og serliga stórir menn í leðurjakkum og á motorsúkklu.

 

 

Les alla samrøðuna við John Vinther Nissen í Sosialinum, sum er í sølubúðunum nú.