FM KAPPRÓÐUR
Í trimum kappingum vóru vinnararnir teir somu á nýggju Fjarðastevnuni, sum teir vóru á norðoyastevnu í Klaksvík. Í hinum trimum FM kappingunum vóru nýggir vinnarar. Tað er í sær sjálvum hugaligt, at fleiri eru um boðið at vinna einstøku kappingarnar. Men róðrarfólk og onnur, sum hava fylgt við í teimum báðum FM kappingunum, sum hava verið higartil, vísa á, at sera misjøvnu úrslitini hjá fleiri manningum í hesum báðum róðrunum heilt víst hava við tað at gera, at umstøðurnar at rógva í Klaksvík vóru so misjavnar hjá teimum, ið lógu undir Kósalandinum, og teimum, sum lógu undir Stoksoyralandinum.
Kristian Eli Zachariasen, sum er formaður í Klaksvíkar Róðrarfelag, harmast um, at manningarnar, sum hava vant leingi undan FM kappingini í Klaksvík, ikki skulu kappast á jøvnum føti. Eitt nú hava úrslitini hjá Páll Fanga við monnum verið so misjøvn í tveimum teimum fyrstu kappingunum, at tað heilt víst ikki bara hevur við avrikið hjá manningini at gera.
? Norðoyastevnan er tíðliga á sumrinum. Tí er sannlíkið fyri eitt sindur djálvutum sjógvi og vindi væl størri, enn tað er, tá ið tað bara er liðið einar tvær vikur longri út á summarið. Á róðrarøkinum í Klaksvík hevur ættin rættuliga nógv at siga. Bæði í fjør og í ár var hann landsynningur við nógvum vindi. Eingin, sum fylgir við, ivast í, at hetta bæði í fjør og aftur í ár spældi nógv inn á, hvussu bátarnir komu á mál. Teir eystaru komu fyrri inn á slætt, og tað fór skjótari at ganga væl hjá teimum, enn tað gjørdi hjá teimum hinumegin, sum kanska einar hundrað metrar longri enn teir eystaru megin vóru í ósløttum sjógvi.
Skal ikki okkurt gerast fyri at fáa umstøðurnar meiri líkar hjá teimum, sum kappast um fremstu plássini?
? Tað halda vit, sum bjóða til kappróður á norðoyastevnu í hvussu so er. Eg havi eisini ta fatan, at tað eru so mong onnur, sum eru av somu áskoðan. Á heimasíðuni hjá okkum, krf.fo, hava vit havt eina quick poll kanning um hetta, og har góvu umleið tveir triðingar av teimum, sum tóku lut, til kennar, at tey tóku undir við, at okkurt verður gjørt fyri at fáa umstøðurnar hjá favorittunum at vera meiri eins, enn tær nú eru í Klaksvík.
Kristian Eli Zachariassen vísir á tveir møguligar mátar at loysa spurningin, sum róðrarfólk síggja sum ein trupulleika:
? Annar mátin er, at bátarnir á norðoyastevnu verða lagdir út frá, hvussu teir stóðu seg í FM kappingini undanfarna ár ella út frá, hvussu teir stóðu seg á undanfarnu ólavsøkuni. Hin mátin, sum hevur verið nevndur fyri at fáa eina loysn á hesum spurninginum, er, at tað verður skipað fyri undankappingarróðri. Hetta kundi verið gjørt eitt nú á bygdastevnuni, sum plagar at vera á Skála eina ella tvær vikur undan norðoyastevnuni.
Um henda loysnin hevði verið vald, so hevði hon mint um, tá ið teir undan veruligu Formel 1 kappingunum taka tíð fyri at vita, hvussu bilarnir skulu verða plaseraðir, tá ið teir fara undir veruligu kappingina.
Kristian Eli Zachariassen roknar við, at spurningurin um plaseringarnar á norðoyastevnu fer at verða tikin uppaftur á næsta aðalfundinum hjá Róðrarsambandinum.
? Spurningurin varð nevndur, tá ið avgerð skuldi takast um, hvar sjeynda FM kappingin skuldi leggjast. Men tað varð ikki meiri gjørt við hetta. Nú hava kappingarnar her í Klaksvík og á Strondum av álvara mint um, hvussu nógv tað hevur at siga, at umstøðurnar eru so líkar hjá teimum, sum kappast, sum tað ber til. Tí ivist eg ikki í, at spurningurin fer at verða tikin til nýggja viðgerð.
Hannis Joensen, formaður í Róðrarsambandinum, hevur verið burturstaddur, so tað bar ikki til at fáa eina viðmerking frá honum um henda spurningin. Ivaleyst verður meiri at frætta um hetta seinni.