Liverpool fitaði seg á jólum

Strævna jólaskráin hevur ofta verið avgerandi í Premier League. Hesa ferð nýtti Liverpool høvið til at nærkast sínum fyrsta meistaraheiti í 19 ár

Fótbóltur

 

Við bert tveimum daga millumbili vann Liverpool fyrst 3-0 á Stoke, áðrenn teir í gjár knústu Newcastle við heili 5-1 á St. James’s Park í Newcastle.

Samstundis snávaði Chelsea, tá teir bara fingu javnleik móti Fulham, og tí er leiðslan hjá Liverpool nú komin upp á trý stig. Og so er vert at hava í huga, at av teimum 20 dystunum, sum Liverpool hevur spælt í Premier League hetta kappingarárið, hevur Fernando Torres bert verið partur av teimum níggju. Og eydnast tað Liverpool at fáa vandamikla harran púrasta kláran, so hann mest sum púrasta feskur kann gerast partur av einum endaspurti, har aðrir møðast, kann hann væl gerast avgerandi trumfurin í stóru kapprenningini.

 

Gerrard toppar

Fótbóltur er eitt liðspæl, men tað er ikki minst stórspælandi Steven Gerrard at takka, at Liverpool støðugt hevur hildið momentinum í ár.

Móti Newcastle var liðskiparin snøgt sagt flúgvandi. Hann sat á mest sum øllum á miðvøllinum, og við tveimum málum og upplegg til tvey onnur var eingin ivi um, hvør spælari skuldi fáa heiðurin sum Man of the Match.

Og Newcastle-venjarin, Joe Kinnear, var heldur ikki seinur at rósa Liverpool og Gerrard.

- Hetta var einvegis, tí teir eru eitt lið í heimsflokki. Teir vóru snøgt sagt nógv betri enn vit, og dysturin vísti, hvussu langt vit enn eru aftan fyri eitt lið sum Liverpool.

- Og Gerrard sýndi eitt tað besta avrikið, sum eg havi sæð í longri tí. Hann var snøgt sagt framúrskarandi, segði Joe Kinnear.

 

Meistararnir eru avbjóðarar

Javnleikurin hjá Chelsea sunnudagin tykist vera bert enn eitt vónbrot av fleiri seinastu tíðina.

Og tað gevur ábendingar um, at skal Liverpool fangast, so mugu tað verða meistararnir úr Manchester United, sum standa fyri hesum.

Roknað í mistum stigum, so er Manchester United bert eitt stig aftan fyri Liverpool. Munurin er tó, at Manchester United hevur spælt tríggjar dystir færri enn Liverpool, og sum Sir Alex Ferguson so mangan hevur sagt, so er tað ein munandi hugabetri støða, um tú hevur spælt – og vunnið – dystirnar, heldur enn at eiga teir til góðar.

Trýstið er í øllum førum sera stórt á Manchester United. Í kvøld spæla teir heima móti Middlesbrough, og eftir at komandi vikuskiftið er sett av til FA-Cup fótbólt, skal Manchester United á heimavølli takast við Chelsea. Og eingin ivi er um, at tey í Liverpool tá spent fylgja við, hvussu leikur ferð.