Einir 30 mans, umboðandi hesar seks skipasmiðjurnar, hava verið í Føroyum og kannað skaðarnar, sum Norrøna hevur fingið. Heimaftur komnir hava teir roknað uppá, hvat tað fer at kosta at umvæla skipið.
Jóannes á Vali, fíggjarstjóri hjá Smyril Line, visti tó ikki fyrrapartin í gjár at siga, hvat úrslit skipasmiðjurnar eru komnar til.
Hann væntar, at tað verður torført at siga neyvt, hvat umvælingin fer at kosta, fyrr enn skipið hevur verið í dokk.
Eingin hóming
Spurdur, um hann ikki hevur eina hóming av kostnaðinum, sigur hann, at tað hevur hann ikki.
- Eg havi ikki sæð tilboðini enn, og tí kann eg einki siga um, hvat umvælingararbeiði fer at kosta.
Spurdur, nær hann væntandi veit okkurt at siga, sigur hann, at hetta í fyrsta lagi verður einaferð seinni í dag.
- Tað eru tveir partar, sum skulu taka støðu til tilboðini, Smyril Line og Sjóvátryggingin, og enn er eingin støða tikin, sigur hann.
Jóannes á Váli sigur, at ætlandi skuldi Norrøna fara av Havnini klokkan 10 gjáramorgunin, men tá ið vit tosaðu við hann um 11-tíðina, lá skipið framvegis.
- Skipið hevur fingið loyvi at sigla við egnari megi. Norrøna hevur fýra høvuðsmotorar og tvær skrúvur. Á ferðini til Týsklands ella Póllands verður bert siglt við tveimum motorum og aðrari skrúvuni, sigur fíggjarstjórin.
Fyribilsumvæling
Seinastu dagarnar hava menn hjá Tórshavnar Skipasmiðju fyribilsumvælt Norrønu, so hon kann fara av landinum og sigla til skipasmiðjuna, sum fær arbeiði at umvæla skipið.
- Skipið er tett og styrkt, har skaðin stóðst.
Jóannes á Váli sigur, at alt arbeiði verður gjørt av nýggjum, og umframt stálarbeiði, er talan um eitt nú rør og el-installatiónir, sum eru kroyst av stoytinum, ið skipið fekk.
So mikið nógvur sjógvur var í maskinrúminum, tá ið hann var mestur, at svinghjólið á motorinum longst í bakborð var byrjað at oysa sjógv upp við sær.
Vóna tað besta
Norrøna er undir garantii í eitt ár, og tí hevur Smyril Line ein mann, sum tekur sær av hesum partinum. Maðurin er Hjalgrímur Joensen.
- Enn er ov tíðliga at siga, hvussu langa tíð, umvælingararbeiði fer at taka, men vit vóna, at tíðin ikki verður nógv longri enn ein mánaði, sigur Jóannes á Váli, fíggjarstjóri, at enda.