Klaksvík: Ætlanin var vist ikki at gera nakað serligt burtur úr hesum 60 ára degnum. Men ein grein í Oyggjatíðindum broytti alt.
Í mikudagsblaðnum greiddi blaðstjórin, Dan Klein sum hevur búð í grannalagnum frá um handilin, og so mátti onnur stig takast.
Fyrrapartin í gjár byrjaðu tær fyrstu heilsanirnar at koma. Fleiri bukettir komu í vindeyguni og teir trúføstu kundarnir komu á gátt fyri at ynskja teimum báðum tillukku.
Regin og Vilbjørg sjálvi gjørdu ikki nógv burtur úr 60 ára degnum.
- Typiskt fyri tey bæði, ikki at gera nakað serligt burtur úr sær sjálvum, sigur ein kundi sum kom inn fyri at keypa ein pakka av kakao.
Ein annar kundi keypti sær eina sodavatn, men visti ikki av serstaka degnum:
- Noy, eg hevði ikki ánilsi av, at tað júst var handilin sum hevði føðingardag í dag. Eg trúði satt at siga, at tað Vilbjørg sum fylti, sigur ein annar av trúføstu kundunum.
Handilin hjá Doriusi er í roynd og veru elsti núverandi matvøruhandil í Klaksvík.
Tvørtur um vegin
Ímyndin av handlinum hjá Doriusi eru hjúnini bæði, Regin og Vilbjørg – hon sitandi við kassan og hann standandi undir liðini á henni.
Tey hava duga sera væl at tikið sær av viðskiftafólkunum, og hetta hevur helst gjørt sítt til at viðskiftafólkini koma aftur og aftur, ár eftir ár.
- Ja, tað hevur altíð verið heilt ótrúliga doyligt og gott at koma inn í handilin. Tey eru so sosial, og vit eru øll sum ein familja, sigur eitt av viðskiftafólkunum, Ruth Thomasen.
Ruth er dagliga til handils her og keypir tað, sum henni tørvar til dagliga húsarhaldið.
Hon býr í einum av grannahúsunum, og tí er skjótt og einfalt hjá henni at renna tvørtur um Víkavegin og keypa sær tað, sum hon manglar beint tá.
- Annars fari eg altíð framvið handlinum aftaná arbeiðstíð, sigur hon.
Serstakir eginleikar
Tá Ruth fer til handils er tað ikki bert við tí í hyggju at keypa tað, sum henni tørvar.
Ein fyrimunur við at búgva í lítlum býi og við eina gøtu, har øll kenna hvønn annan er, at ein altíð kann fáa eitt gott og áhugavert prát í lag við hini.
Ein túrur til handils kann tí taka sína tíð, men hvat ger tað, tá ein altíð hittir fitt og hugnalig fólk inni í handlinum?!
Hinvegin, - eru eingi viðskiftafólk inni, so er Vilbjørg altíð góð at práta við.
- Ja, Vilbjørg hevur serstakar eginleikar, eingin ivi um tað. Hon er sjáldsama blíð, og er faktiskt sum ein mamma fyri okkum øll.
- Skal eg siga sum er, so er hon eitt sosialt fyribrigdi fyri okkum øll her í umráðnum, slær Ruth fast.
Fáa ikki upp í lag
Regin sjálvur er farin at nærkast teimum 69 árunum, men er hvønn dag í handlinum.
Tað vóru foreldur hansara – Jóhanna og Dorius Hvidbro, sum hin 15. november í 1947 byrjaðu at handla á sama staði, sum handilin stendur í dag, 60 ár seinni.
Regin hevur altíð verið meiri og minni í handlinum frá barnaárunum, og tykist trívast í hesum starvinum.
Hvat framtíðin fer at geva, dugir hann ikki at siga:
- Tað verður helst ikki leingi aftrat, at vit fara at hava opið.
- Tja, eg veit ikki. Vit fáa líkasum ikki upp í lag at steingja, sigur hann við einum brosi.