Ósjálvsøkin vágbingur fær sømdargávu

Lions klubburin í Suðuroy hevur gjørt av at geva Magnusi Jacobsen viðurkenning fyri alt tað sjálvbodna arbeiðið, hann ger

Magnus á Báraldarbakka í Vági varð fullkomiliga tikin á bóli nú ein dagin, klokkan var farin av trý og hann fór inn í matarhøllina í flakavirkinum í Vági at fáa sær kaffi.
Inni í matarhøllini sótu fremmandir menn, men teir vóru ikki ørindaleysir.
Hetta vóru menn úr Lions klubbanum í Suðuroy og ørindini vóru at heiðra einum av arbeiðsmonnunum á flakavirkinum.
Tað var nú ikki fyri arbeiðið á flakavirkinum, at hann skuldi heiðrast. Tað er fyri alt tað sjálvbodna arbeiðið, sum hann fger uttanfyri arbeiðstíð, at heiðurin fellur honum í lut.
Og tað var Magnus Jacobsen, Magnus á Báraldarbakka, sum skuldi hava heiðurin.
Tað eru nøkur ár síðani at Lions Klubburin í Suðuroy gjørdi av at lata eina sømdargávu til onkran, sum hevði gjørt eitt serligt arbeiði fyri Suðuroy.
Gávan er bara latin eina ferð fyrr, men nú helt klubburin at rætta løtan var komin til aftur at lata sømdargávuna.
Magnus Jacobsen fær heiðurin fyri alt tað sjálvbodna arbeiðið, hann hevur gjørt á nógvum økjum til frama fyri Suðuroynna, og er tað nakar, sum hevur uppiborið ein slíkan heiður, er tað Magnus, segði Hans Joensen frá Lions klubbanum, tá ið hann handaði gávuna.
 Hann hevur lagt nógv sjálvboðið stríð í nógv ymisk tiltøk til gleði fyri Vág, Suðuroy sum heild og alt landið við.
Hans Joensen nevndi, at Magnus var ein av stigtakarunum til at gera gomlu grindabátarnar ístand og at fáa teir aftur í brúk og nú eru teir eitt prýði fyri alt landið. Hann var eisini ein av undangongumonnum at fáa bjargingarfelagið til tað, tað er í dag, nú tað er eitt hitt best útgjørda í landinum.
Somuleiðis gekk hann á odda at gera Stóra Pakkhús og Garðabrúgv ístand, so at tey bjargaðust og ikki fórust heilt, men nú standa sum prýði fyri Suðuroynna alla.
 Lions klubburin hevur sostatt gjørt av at veita Magnusi eina lítla viðurkenning fyri tað ótroyttiliga arbeiðið hann hevur gjørt á mentanarliga økinum, siðsøguliga økinum og á øðrum økjum, til gleði fyri alt bygdarfólkið í Vági, allar suðuroyingar og allar føroyingar annars, segði Hans Joensen.