gerast, og sum kann lækka kostnaðarstøðið, er, at landsstýrið saman við tí privatu vinnuni, til eina og hvørja tíð virkar fyri at fremja neyðugar broytingar, sum fara at hava við sær lægri kostnað og økta [...] tykist talan vera um ráðarleysar politikarar, ið renna undan ábyrgd. Nógv er skrivað og sagt um kostnaðarendurgjaldið og er ikki neyðugt at tríva í alt aftur, men tað má vera eitt minstakrav at javnseta [...] turra spott. Tann fólkavaldi hevur ikki størri tørv á kostnaðarendurgjaldi enn ein og hvør annar, ið má ferðast til og frá arbeiði. Tí er tað óhoyrt, at meirilutin í vinnunevndini ikki vil gera nakað við
Heiminum. Hetta er mikið spell og kemur vónandi broyting at koma í her við eini nýggjari landsstjórn. Vit hava tó í hesum sambandi eisini nevnt, at atfinningarnar fyrst og fremst eru galdandi fyri tær almennu [...] faðir- og móðirleys. Hesi børn eru, sum vera man, illa fyri í allar mátar. Tey líða hungur og hall, tey eru oftast húsvill og enda so úti á berajól sum gøtubørn. Lív teirra er stutt, ólukkuligt og fylt við [...] við likamligum og sálarligum pínslum. Her er ein ómetaligur tørvur á hjálp. Hjálp kostar pening og tað nógvan eisini. Hvør króna er kærkomin og eigur okkara lutur ikki at liggja eftir. Tey, sum hava skipað
Lítli fuglur og Saknaður, og Hans Jacob Hjelm sang, Nú og so alt lívið og Jag trodde änglarna sang. Dupultkvartettin setti sín serstaka dám á við tveimum vøkrum sangum, og prestur bar fram góð og troystarrík [...] mat, og mangan hjálpti hann okkum, tá tað skuldi vera gott og flott. Føtini vóru sum á flottastu hotellum, altíð jaligur og glaður, líka mikið hvat og hvussu. Tey síðstu árini var Elis sjúkur, og hann [...] Elis gjørdist, tá hann bleiv abbi - fyrst at Hjartani og síðan Eliasi. Hann elskaði abbasynirnar og gleddist um alla teirra viðgongd. Ja, abbin hevði verið nakað glaður og stoltur, um hann visti, at Hjartan
Adina Petrea hevði funnið siktið fram og skjeyt eitt vælplaserað skot fyri og annað eftir, so hon við fimm málum átti sín stóra part í, at Tjaldur fór upp á 11-5 og longu hevði mestsum avgjørt dystin. Burtur [...] royndir á verjuøkinum, tí nú vardi Tjaldur ikki flatt, men hevði gjarna ein eittara úti, ið fyrst og fremst skuldi royna at taka sær av Jacklin Durhuus, ið plagar at vera góð fyri fleiri mál. Jacklin fekk [...] komið var upp á 4-4, tók Tjaldur og stongdi málið so mikið væl, at Neistin bara fekk tvey mál síðstu smáu 20 minuttirnar av hálvleikinum. Kom nakað inn um krútsterku og tøttu verjuna, var Guðrun í Lágabø
sjálvum, og ferðin á spælinum varð eisini hareftir. EB/Streymur hevði tó á ongan hátt givið skarvin yvir, og spakuliga vóru tað teir, sum arbeiddu seg inn í dystin. Lykilin til hetta var fyrst og fremst ein [...] fór fullkomuliga í fisk, og eftir trimum minuttum var støðan broytt til 4-1. Fyrst tá Bárður Mortansson fylgdi upp, eftir at bólturin fyrst hevði á tvørtrænum, og síðani tá Magni og Jens Kristian hegnisliga [...] hevði somikið stórar trupulleikar í fyrra hálvleiki var nevnliga fyrst og fremst EB/Streymi fyri at takka. Taktiska skipanin á liðnum var góð, og við eitt lítið sindur av hepni vóru teir eisini á odda í steðginum
síðani høvdu uppgivið alla vón um at vinna Neistan aftur. Snøgt sagt, so vórðu teir út- og niðurspældir hesa løtuna, og mest av øllum mundu leikararnir vera foyir um avrikið, tá teir fóru til hálvleiks. Eitt [...] at vinna samanlagt, men tað langt frá tí, og so til at geva seg fullkomuliga yvir, so sum hovyíkingarnir gjørdu. Helst hava orðini verið stór í hálvleikinum, og í øllum førum samdust teir í H71 um, at teir [...] fyri æruni ? og tá Neistin so samstundis hevði lagt seg mest sum afturá í tryggu leiðsluna, so tók munurin skjótt at minka. Fyrstu løtuna eftir steðgin minkaði munurin úr 20-10 niður í 21-19, og brádliga sansaði
neyvan er tann botnkandidaturin, sum grundspælið annars bendi á. Fyrst og fremst hevur góði stríðsviljin á liðnum togað teir uppeftir, og við royndunum, sum liðið í ár hevur fingið sær, so kann tað kanska [...] føroyskum hondbólti hevur í ár verið heldur tamur. Eftir at dystirnir ímillum VÍF og Kyndil mangan hava verið spennandi og javnir, er styrkismunurin millum arvafíggindarnar nú vorðin somikið sjónskur, at [...] hósdagin. Fyrra var nokk Tað megnaði Kyndil sum so heldur ikki, og tað var heldur ikki nær við. VÍF legði heilt tíðliga í dystinum sjógv ímillum, og sum fyrri hálvleikur leið, so lúrdi vandin fyri einum stórtapið
fimm sekund, áðrenn Stjørnan skoraði, og so var tann taktikkurin sleptur! Orsøkin til at Stjørnan so skjótt hevði lagt sjógv millum seg og Kyndil, var fyrst og fremst tann, at oddaliðið setti ferð á spælið [...] vørr við millum annað nøkrum góðum skjótáopum og skoraði tríggjar ferðir á rað. Tískil stóð á jøvnum 10-10, tá ið farið var til hálvleiks. Ferðin øktist og Stjørnan økti Tað var einki at taka feil av, at [...] sjónligur í seinna hálvleiki. Hjá Kyndli vóru tað næstan bara bakspælararnir, ið skoraðu, og liðið hevði at kalla onki vong- og strikuspæl. Tiskil gjørdist tað lætt hjá verjuni hjá klaksvíkskvinnum at byrgja fyri
Hann bjóðar fyrst millum 0 og 2% og setir síðani ávísar treytir fyri at koma til samráðingar - samtíðis sum hansara egnu samgongufelagar í løgtinginum hava fingið sína lønarhækking uppá 60% og tað úr sama [...] óhoyrt, at ein bólkur í samfelagnum fer sær sjálvum slíka lønarhækking og so fer man út og sigur, at hini skulu bara hava millum 0 og 2%. Ingeborg Vinther leggur aftrat, at henda gerðin var ein krígsavbjóðing [...] Føroyar skulu taka loysing við at farið verður í tingið og lóggivið um, at tingmenn skulu fáa 60% lønarhækkan og so kann restin vera nøgd við 2% - og síðani trúgva, at løntakararnir í Føroyum ganga við til
leikurin er, tí hann inniheldur so ótrúliga nógv. Hann er tó fyrst og fremst ein skemtileikur, sigur Eyðun Johannesen. Í dialoginum eins og í monologunum spinnir leikurin træðrir úr hvønndagsligum evnum [...] føroyskt hava Jette og Gunnar Hoydal. Leikurin er skrivaður í 1994. Uppruna heitið er Art. Leikurin hevur av sonnum vunnið frama í útlondum. Hann er týddur til fleiri enn tjúgu mál, og virðislønir hópa seg [...] eitur leikurin so List. Leikurin snýr seg um teir tríggjar vinmenninar, Marc, Serge og Yvan. Serger, sum er húðlækni og leiktur av Hans Tórgarð, keypir ein málning fyri 200.000 frankar. Hetta fellur ikki