Ein himmalrópandi arrogansa

Hallur av Rana, Formaður í Ung fyri Miðflokkin
-----

Tað var við vantrúgv, eg lurtaði eftir útvarpstíðindunum á middegi mikudagin, tá tað frættist, at samgongan ætlar at fella tvey frálík uppskot frá andstøðuni uttan nakra veruliga haldgóða orsøk. Fyrst hoyrdist, at meirilutin í figgjarnevndini ikki ynskir at javnseta kostnaðarendurgjaldið hjá teimum fólkavaldu við tað hjá øðrum skattagjaldarum. Síðani frættist, at meirilutin í vinnunevndini ikki metir tað vera neyðugt at kanna orsøkirnar handan høga prísstøði í Føroyum.
Støðan hjá meirilutanum í fyrra málinum vitnar um eina himmalrópandi arrogansu, har man virðismetir tann fólkavalda nógv hægri enn skattagjaldaran. Í seinna málinum tykist talan vera um ráðarleysar politikarar, ið renna undan ábyrgd.
Nógv er skrivað og sagt um kostnaðarendurgjaldið og er ikki neyðugt at tríva í alt aftur, men tað má vera eitt minstakrav at javnseta kostnaðarendurgjaldið hjá teimum fólkuvaldu við vanliga skattagjaldaran. At lata núverandi órættvísi halda áfram er at halda borgaran fyri tað turra spott. Tann fólkavaldi hevur ikki størri tørv á kostnaðarendurgjaldi enn ein og hvør annar, ið má ferðast til og frá arbeiði. Tí er tað óhoyrt, at meirilutin í vinnunevndini ikki vil gera nakað við hetta vanbýtið, men eg vóni at hendan støðan er broytt, tá málið kemur til triðju viðgerð.
Í valstríðnum var høga prísstøði eitt heitt evnið, og fleiri boð vóru um, hvat man skuldi gera við tað. Hálvt ár seinni ynskir meirilutin í vinnunevndini ikki at seta ein neyðuga kanning í verk, tí umboð fyri vinnuna hava forklárað teimum, hvussu veruleikin hongur saman. Her er okkurt rav ruskandi galið. Er meirilutin í vinnunevndini so veruleikafjarur, at tey ikki halda, at tað er neyðugt at kanna prísstøðið í Føroyum? Vónandi eru teir ikki so góðtrúnir, at teir halda, at ein skattalætti (sum enntá  bert nøkur fingu) er nokk til at lætta um dagligdagin hjá vanliga føroyinginum. Ein skattalætti sum í veruleikanum verður uppetin av fleirtals avgjøldum og støðugt hækkandi prísum. Ella heldur meirilutin veruliga, at vinnan einans hugsar um tað besta fyri brúkaran? Tað vildi vera tað sama sum at sett úlvin at ansa seyðinum. Fremsta endamálið hjá handilsvinnuni vil til eina og hvørja tíð vera at skapa vinning til sín sjálvs. Eg skal ikki siga teir ringa fyri tað, men teirra áhugamál muga ikki trumfa áhugamálið hjá føroyska fólkinum.
Í tilmælinum grundgevir meirilutin soleiðis fyri teirra støðutakan:

'Meirilutin í Vinnunevndini er tí av teirri áskoðan, at enn ein kanning, enn ein frágreiðing um politisk tiltøk, ikki fer at hava við sær eitt lægri kostnaðarstøði í Føroyum, men at tað, sum veruliga skal gerast, og sum kann lækka kostnaðarstøðið, er, at landsstýrið saman við tí privatu vinnuni, til eina og hvørja tíð virkar fyri at fremja neyðugar broytingar, sum fara at hava við sær lægri kostnað og økta kapping, tí tað fer at hava við sær, at kostnaðarstøðið í Føroyum lækkar'

Tankin er góður, men trupulleikin er, at man skjýtur í blindum og vónar, at tey tiltøk, ið verða sett í verk, fara at minka um prísstøðið. Tað er ikki gott nokk. Man má kenna til trupulleikarnar fyri at kunna loysa teir á rættan hátt. Tí er ein kanning neyðug!
Sum meirilutin sjálvur leggur dent á, so hevur landið og vinnan sjálv ábyrgdina fyri, at prísstøðið er so høgt. At halda at landið og vinnan saman skulu finna eina loysn uttan neyðugar kanningar, er at lata verandi støðu halda áfram. Tað er ikki nokk at taka vinnuna upp á orðið, tí sum sagt, vinnan hevur síni egnu áhugamál at taka hædd fyri, meðan politikarans uppgáva er at taka hædd fyri fólksins besta. Teir eru valdir av fólkinum, at tæna fólkinum.
Ein glotti er hóast alt at hóma, tí meirilutin sigur seg ynskja at gera nakað við málið. Men eg vil heita á samgonguna um at syrgja fyri, at áðrenn man fer undir nøkur tiltøk, so verður tað við einari kanning av prísstøðum sum grundarlag, so man við vissu veit, hvørji tiltøk fara at gera ein veruligan mun.