SJÒNLEIKUR
Leygardagin verður fyrsta sýningin av leikinum List á gamla Meiarínum. Tað er franski rithøvundurin Yasmina Reza, sum hevur skrivað leikin. Týtt til føroyskt hava Jette og Gunnar Hoydal.
Leikurin er skrivaður í 1994. Uppruna heitið er Art. Leikurin hevur av sonnum vunnið frama í útlondum. Hann er týddur til fleiri enn tjúgu mál, og virðislønir hópa seg støðugt upp.
Á føroyskum eitur leikurin so List. Leikurin snýr seg um teir tríggjar vinmenninar, Marc, Serge og Yvan. Serger, sum er húðlækni og leiktur av Hans Tórgarð, keypir ein málning fyri 200.000 frankar. Hetta fellur ikki í góða jørð hjá verkfrøðinginum Mark, alias Bárður Persson. Ikki minst tí at málningurin er kritahvítur. Hetta gerst so startskotið til ein rívandi útvikling, har vit koma nærri inn at teimum trimum persónunum. Keypið av málninginum setir ferð á dialogin, og vinalagið hjá teimum trimum sleppur at standa sína roynd.
Eyðun Johannesen, leikstjóri, sigur, at leikurin er ein spennandi leikur við nógvum ymsum temaum.
?Tað er ringt at siga, hvat leikurin er, tí hann inniheldur so ótrúliga nógv. Hann er tó fyrst og fremst ein skemtileikur, sigur Eyðun Johannesen.
Í dialoginum eins og í monologunum spinnir leikurin træðrir úr hvønndagsligum evnum. Hvør av teimum trimum hevur sínar trupulleikar at dragast við í leikinum. Yvan, sum er sølumaður og leiktur av Kára Øster, skal giftast, men hann er alt annað enn vísur í, at hetta er rætta stigið á leiðini.
Hóast leikurin fyri tað nógva er skemtiligur, so er hann eisini bara syrgiligur og álvarsligur. Tulkingarnar av leikinum kunnu vera so nógvar, men tað er eingin ivi um, at heitið vísir á eina tulkingarleið.
Leikurin skal kanska síggjast so nógv fyri handlingina, men heldur fyri dialogiin, ið stundum leitar djúpt niður.
?Leikurin er tó ikki so filosofiskur, at hann verður vekk, sigur Eyðun Johannessen.
Macho
Frumsýningin av leikinum List verður leygarkvøldur á gamla Meiarínum. Har hevur annars verið spælt fyri fullum húsi seinastu vikurnar við Ginu søgum. Hesar søgurnar fara nú á ferð kring landið, og so er pláss fyri monnunum.
?Hetta er ikki nakað aftursvar til Ginu søgur. Vit høvdu onga hóming av, at tann leikurin skuldi gerast eitt sovorðið samtaluevni, sigur Eyðun Johannessen.
?Hóast leikurin er skrivaður av einari kvinnu, so er hann øgiliga macho, sigur Eyðun.
Sostatt er forteknini vend á Meiarínum, og nú kunnu menn læra um seg sjálvan ? og kvinnur um teirra makar. Hesa ferð verður kortini ikki borað eins djúpt likamsliga.
Peer Gynt
List er 70. leikverk hjá Grímu. Hetta árið er samstundis árið, har Gríma kann halda 25 ára føðingardag.
Gríma byrjar í sínari tíð við at ferðast kring landið við ágrýtnum ungu sjónleikarum, sum trúði, at tað kundi bera til við sjónleiki í Føroyum.
Nú hevur Gríma fingið innivist á Meiarínum, og sigast má, at leikbólkurin ? tann einasti yrkisleikbólkurin í Føroyum ? hevur verið sera nógv at síggja og hoyra til í seinastuni.
Umframt onkran leik til jóla, so hevur Gríma eina stóra verkætlan í stoypiskeiðini.
Talan er um einki minni enn leikin Peer Gynt eftir Henrik Ibsen. Ein av teimum mest kendu norðurlendsku leikunum. Tey í Grímu ætla at seta upp ein stóran og umfatandi leik, har flest allir av leikarunum í Grímu hesi 25 árini vera við.
Peer Gynt verður væntandi spældir fyri fyrstu ferð í mars. Áðrenn tað verður so ein frymsýning av leikunum List leygarkvøldið, og spælt verður eina tíð fram.