Ein hálvleikur var nóg mikið hjá Stjørnuni

Tað vóru botnur og toppur í bestu kvinnudeildini, sum hittust í høllini á Hálsi í fyrru hálvfinaluni í steypakappingini. Í fyrra hálvleiki sást eingin munur á liðunum, men eftir steðgin vísti Stjørnan hví tær eru oddalið og Kyndil botnlið

Hondbóltur

Undan fyrru hálvfinaluni millum Kyndil og Stjørnina í steypakappingini hjá kvinnum, væntaðu tey flestu óivað, at talan bert var um ein avgreiðslusigur til oddaliðið úr Klaksvík. Heilt so lætt bleiv tað tó ikki.

Lág leikferð
Tað tóktist beinan vegin sum um, at taktikkurin hjá heimaliðnum var at halda eini lágari leikferð í dystinum. Tað eydnaðist teimum eisini væl í fyrra hálvleiki, har Kyndil tríggjar ferðir var á odda við trimum málum.
Klaksvíkskvinnurnar gjørdu nógvar óneyðugar feilir í álopsspælinum, og tá ið so Fríða Petersen í kyndlamálinum samstundis stóð ein sera góðan fyrra hálvleik, sá tað bara heilt gott út hjá teimum grønu úr Havn. Ferð aftaná ferð bjargaði Fríða skotroyndum frá púra leysum stjørnuleikarum.
Heilt fram fýra minuttir fyri hálvleik, var Kyndil á odda við trimum málum, men so gjørdi Stjørnan ein vørr við millum annað nøkrum góðum skjótáopum og skoraði tríggjar ferðir á rað. Tískil stóð á jøvnum 10-10, tá ið farið var til hálvleiks.

Ferðin øktist og Stjørnan økti
Tað var einki at taka feil av, at venjarin hjá Stjørnuni, Svein Rógvi Nielsen, hevði tosað við stórum bókstavum í hálvleikinum. Oddaliðið úr Klaksvík var sum hamskift, og tað var skjótt, so høvdu tær lagt seg avgerandi á odda. Tá ið tíggju minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki, hevði Stjørnan lagt seg á odda við seks málum 18-12. Venjarin hjá Kyndli, Allan Bait, valdi annars at byrja við einari sera offensivari 3-3 verju í seinna hálvleiki, men tað gingu bert fimm sekund, áðrenn Stjørnan skoraði, og so var tann taktikkurin sleptur!
Orsøkin til at Stjørnan so skjótt hevði lagt sjógv millum seg og Kyndil, var fyrst og fremst tann, at oddaliðið setti ferð á spælið hjá sær. Tann økta leikferðin var ein ov stórur gloypibiti hjá unga kyndlaliðnum, og tað tóktist sum um at gassið fór úr ballónini hjá teimum grønu.
Tað hjálpti heldur ikki um støðuna hjá heimaliðnum, at tað at kalla allan seinna hálvleik vóru teir somu spælararnir, ið vóru á vøllinum. Orkan gekk undan, men tær fingu onga hvíld á bonkinum, hóast fleiri eykaleikarar vóru. Tískil øktu gestirnir úr Klaksvík støðugt um leiðsluna, og tá ið dómararnir bríkslaðu dystin av, hevði Stjørnan vunnið við tíggju málum, 30-20.

Kyndil ger onki við Stjørnuna í Klaksvík
Munurin millum liðini bæði var sera sjónligur í seinna hálvleiki. Hjá Kyndli vóru tað næstan bara bakspælararnir, ið skoraðu, og liðið hevði at kalla onki vong- og strikuspæl. Tiskil gjørdist tað lætt hjá verjuni hjá klaksvíkskvinnum at byrgja fyri.
Hinvegin hevði Stjørnan nógv fleiri streingir at spæla uppá. Málini hjá teimum blivu skorað av vonginum, av strikuni ella við langskoti. Somuleiðis fekk Stjørnan fleiri mál eftir skjótálop í seinna hálvleiki.
Tað er tí lítið at ivast í, at Stjørnan verður annað liðið í steypafinaluni hjá kvinnum, tí Kyndil ger onki við Stjørnuna í Klaksvík!

Kyndil-Stjørnan 20-30 (10-10)
støður í dystinum
10 min: 3-3
20 min: 8-6
40 min: 12-17
50 min: 16-24
Kyndil: Annika Thomsen 6(1), Randi Wardum 6, Anja Heinadóttir 3, Hildur Mikkelsen 2, Linda Weihe 2, Súsanna Petersen 1
Stjørnan: Annika Ljósstein 8(4), Alina Olaru 6(1), Una Olsen 6, Anna Kristina Samson 4, Katarina Stsepanov 3, Bára Skaale Klakkstein 1, Súsanna Jacobsen 1, Durita Ljósstein 1(1)
Brotskøst: Kyndil 1(1) Stjørnan 8(6)
Útvísingar: Kyndil 2
Dómarar: Eyðun Samuelsen og Hannis Wardum: Komu væl frá einari yvirkomiligari uppgávu, hóast onkur klaksvíkingur á áskoðaraplássunum hevði hug at geva teimum skyldina fyri vánaligu gongdina hjá Stjørnuni í fyrra hálvleiki.