Ein háðan móti løntakarunum

? At Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri bjóðar 0 til 2% í lønarhækkan samtíðis sum hansara egnu samgongufelagar í løgtinginum hava fingið 60% og tað úr sama kassa, er ein háðan móti hinum løntakaruunum. Serstakliga tá tú hugsar um, at løntakararnir í Føroyum hava sum onga aðrastaðni kanska í øllum Vestureuropa víst so stórt samfelagssinni hesi árini, meðan kreppan var, sum nettup í Føroyum. Hetta er tøkkin vit fáa afturfyri sigur forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag, sum nú fer at lýsa samhugaarbeiðssteðg fyri limirnar hjá FA hjá tí almenna

Støðan á arbeiðsmarknaðinum herðist í hvørjum. Fastlæsta støðan, sum hevur tikið seg upp millum Fíggjarmálastýrið øðrumegin og Starvsmannafelagið hinumegin, hevur nú við sær, at landsins størsta fakfelag, Føroya Arbeiðarafelag fer í samhugaarbeiðssteðgur. Ingeborg Vinther, formaður í FA segði við Sosialin seinnapartin í gjár, at tiltøk teirra fóru at verða lýst mikukvøld ella hósdag.

Talan er um 24 tíma arbeiðssteðg hjá øllum limum í FA, ið arbeiða hjá tí almenna. Her er serstakliga talan um heimahjálpirnar, starvsfólk á sjúkrahúsinum á Tvøroyri, á Strandferðsluni, Landsverkfrøðinginum o. ø. stovnum.

Hóast Føroya Arbeiðarafelag enn ikki er vorðin partur av ósemjuni á arbeiðsmarknaðinum, so er greitt, at forkvinnan í FA er sera ónøgd við framferðina hjá Karsten Hansen, landsstýrismanni mótvegis Starvsmannafelagnum.


Landsstýrið

stóra ábyrgd

? Eg sigi tað bart út. Maðurin er ótrúliga arrogantur, tá hann loyvir sær bara at tosa um eitt verkfall. Hann leggur harvið alla ábyrgdina yvir á Starvsmannafelagið. Hann gloymir at siga Føroya fólki, at talan er um eitt verkbann, tí tað er landsstýrið, sum hevur »lockoutað«. Og hvussu í Himmalsins navni kann landsstýrið fara til arbeiðis ella gera arbeiði hjá limum í Starvsmannafelagnum, tá tað sjálvt hevur lýst verkbann?

Nú hevur tú verið við í nógvum ósemjum á arbeiðsmarknaðinum, og hetta er so fyrstu ferð, at Karsten Hansen sleppur at royna seg vegna tað almenna. Hvussu heldur tú hann megnar hesa uppgávu?

? Stutt og greitt - maðurin hevur fullkomiliga læst seg fastan. Hann bjóðar fyrst millum 0 og 2% og setir síðani ávísar treytir fyri at koma til samráðingar - samtíðis sum hansara egnu samgongufelagar í løgtinginum hava fingið sína lønarhækking uppá 60% og tað úr sama kassa. Hetta er ein háðan móti hinum løntakarum.

Ingeborg Vinther heldur tað vera at spotta løntakararnar at bjóða millum 0 og 2%, tá tú hevur givið tingmonnum 60%. -Serstakliga tá tú hugsar um, at løntakararnir í Føroyum hava sum onga aðrastaðni kanska í øllum Vestureuropa víst so stórt samfelagssinni hesi árini, meðan kreppan var, sum nettup í Føroyum. Keypiorkan er rapað niður hesi árini. Vit - tvs. tann samlaða løntakarafjøldin í Føroyum - hava ikki sett stórvegis krøv í sáttmálasamráðingunum, tí vit hava viljað víst hógv og sinni til at fáa samfelagið á føtur aftur. Hetta er tøkkin vit fáa afturfyri.

Karsten Hansen sigur við Sosialin nú um dagarnar, at skal hann ganga krøvunum hjá Starvsmannafelagnum á møti, so kom hini feløgini aftaná og krevja tað sama, og so endar tað við, at tað verður undirskot á fíggjarlógini!

? Er hann veruliga so bláoygdur, at hann trýr, at feløgini lata sær linda við 2,3,4 ella 5% aftaná, at løgtingið hevur kravt og fingið 60%, so er hann nógv meira bláoygdur enn eg kundi ímyndað mær, at nakar maður, sum situr í slíkum starvi, sum hann ger.

Men tað eru tey, sum siga, at tað er skeivt at blanda tingmannalønirnar og hesar lønarsamráðingarnar saman, tí tinglønin er serstakt mál!

? Tað er so avgjørt ikki nakað serstakt mál. Tað fer úr sama kassa. Tað er óhoyrt, at ein bólkur í samfelagnum fer sær sjálvum slíka lønarhækking og so fer man út og sigur, at hini skulu bara hava millum 0 og 2%.

Ingeborg Vinther leggur aftrat, at henda gerðin var ein krígsavbjóðing til fakfeløgini, sum nú kemur til sjóndar.


Føroya Tele

lagt linjuna

Hvat heldur formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag vildi verið rímulig lønarhækking hjá limunum í Starvsmannafelagnum?

? Nú hevur starvsfólkið á einum stovni fyri samanlagt 9,5% í hækking, og tað er órímuligt er at tosa um minni enn tað. Líka mikið um talan er um alment ella privat - við avtaluni hjá Føroya Tele er linjan løgd, og tað skuldi tí verið náttúrligt, at onnur eisini fingið somu sømdir.

Formaðurin í FA ber ótta fyri einum longum arbeiðssteðgi, nú fíggjarmálaráðharrin hevur gjørt seg so treisknan.

Men kunnu vit so ikki rokna við, at løgtingið leggur uppí?

? Eg vil síggja teir løgtingsmenn, sum hava fingið sær sjálvum eina lønarhækking uppá 60%, sum tora at atkvøða fyri einum uppskoti, sum liggur millum 0 og 2%. Tá skulu teir rokna við, at teir birta upp undir veruligt stríð á øllum arbeiðsmarknaðinum. Hetta mugu teir vera greiðir yvir.

Ingeborg Vinther heldur annars lítið um úttalilsini hjá Karsten Hansen, har hann hóttir við uppsøgnum, um lønarkrøvini hjá Starvsmannafelagnum skulu gangast á møti.

? Hetta eru tær beru umberingar. Tí meinti hann nakað við hetta, so kundi hann eisini ávarað tingmenn, tá teir góvu sær sjálvum hægri løn. Men tað gjørdi hann ikki.

Bjarni Olsen, formaður í Búskaparráðnum sigur við Sosialin, at rímuligur lønarvøkstur er 2-3%. Annað enn tað kann órógva okkara kappingarførið?

? Eg leggi ikki petti í, hvat hann sigur, tí tað er so lætt at senda ein slíkan profet út á arbeiðsmarknaðin, hvørja ferð samráðingar eru. Hví segði Bjarni Olsen einki, tá tingmenn løgdu støðið og fingu sær 60%? Hví ávaraði hann ikki tá!

Men tolir føroyska samfelagið eina slíkar lønarhækking nú?

? Avgjørt. Tað hevur gingið gott hjá fiskivinnuni seinastu árini. Fiskivinnan hevur fingið teir bestu møguleikar, sum hava verið nakrastaðni í vesturheiminum fyri at menna seg í Føroyum. Men tað kann gera júst tað sama - hvussu nógv hon fær burtur úr, so gremja teir seg kortini. Teir gremja og gráta altíð um, at tað gongur ikki.

Men Fíggjarmálaráðharrin vísir á, at fiskaprísirnir lækka og minni er til av fiski, so ein sór lønarhækking kann fáa fylgjur!

? Um Karsten Hansen heldur, at Føroyar skulu taka loysing við at farið verður í tingið og lóggivið um, at tingmenn skulu fáa 60% lønarhækkan og so kann restin vera nøgd við 2% - og síðani trúgva, at løntakararnir í Føroyum ganga við til slíkt, so má hann trúgva umaftur. Skulu vit gjalda loysingina hjá tjóðveldisflokkinum við, at vit skulu niður í løn og ongar lønarbatar fáa, meðan teir sjálvir fáa í posa og sekk, so taka teir so dyggiliga feil.

Ingeborg Vinther heldur eisini, at Karsten Hansen við framferð síni setir ein kíla inn í tær ætlanir, sum partamaður hansara Høgni Hoydal arbeiðir við í fullveldismálinum.

? Eingin lønmóttakari í Føroyum fer at gjalda fullveldið við einum minni livikostnaði og verri sømdum og møguleikum í hesum samfelagnum bara fyri at skunda undir fullveldið.

Ingeborg Vinther heldur tað annars vera gott, at tað kemur fram fyri dagsins ljós longu nú, hvat ætlaninar eru í sambandi við fullveldið. -Vit hava longu hoyrt, hvat teir ætla við pensiónunum, og nú kemur so hetta aftrat, nevniliga, at vit skulu vera eitt láglønarsamfelag, tá fullveldið kemur.

Nú hevur tjóðveldisflokkurin eins og javnaðarflokkurin altíð sagt seg verja áhugamálini hjá arbeiðarunum og eisini teimum alment løntu - hevur tjóðveldisflokkurin fingið ein trupulleika?

? Hann hevur fingið ein ómetaliga stóran forkláringstrupulleika, um hann sigur seg vera løntakaraflokk.