HONDBÓLTUR
Í mun til dystin ímóti Stjørnuni herfyri, tá høllin í Runavík var fullsett, var hon bara gott og væl hálvfull í gjárkvøldið, tá meistararnir úr Tjaldri tóku ímóti Neistanum. Dysturin hesa ferð livdi heldur ikki upp til tann ímóti Stjørnuni, tí hesa ferð varð alt avgjørt eftir einum hálvleiki.
Byrjanin var hjá báðum pørtum nokk so trilvandi, men tá komið var upp á 4-4, tók Tjaldur og stongdi málið so mikið væl, at Neistin bara fekk tvey mál síðstu smáu 20 minuttirnar av hálvleikinum. Kom nakað inn um krútsterku og tøttu verjuna, var Guðrun í Lágabø góður síðsti skansi aftanfyri.
Í hinum endanum fekk Fríða Petersen eisini hildið Neistanum inni í dystinum í eina góða løtu við fleiri bjargingum, men at enda mátti eisini hon boyggja seg, tá Adina Petrea hevði funnið siktið fram og skjeyt eitt vælplaserað skot fyri og annað eftir, so hon við fimm málum átti sín stóra part í, at Tjaldur fór upp á 11-5 og longu hevði mestsum avgjørt dystin.
Burtur sæð frá fantastisku skotunum frá rumenska toppskjúttanum og í løtum málmansavrikunum, var undirhaldsvirðið sanniliga ikki tað stóra í fyrra hálvleiki, tá alt bendi á, at Tjaldur fullkomuliga fór at skjóta Neistan sundur og saman, tí munurin var øgiliga stórur – og bara øktist.
Sluppu upp í part
Leingi sá einki út hjá Neistanum, og tað sá út til, at tær bláu fullkomuliga høvdu mist trúnna á, at tær kundu fáa nakað at hanga saman í spælinum, tíansheldur at finna vegin til netmeskarnar. Men tá seinni hálvleikur byrjaði, sá út til, at Daniel Rapa hevði fingið prentað okkurt gott niður í sínar spælarar, tí nú var liðið ikki til at kenna aftur.
Hinvegin hevði venjarin hjá Tjaldri, Bogdan Burcea, sett sær fyri at gera royndir á verjuøkinum, tí nú vardi Tjaldur ikki flatt, men hevði gjarna ein eittara úti, ið fyrst og fremst skuldi royna at taka sær av Jacklin Durhuus, ið plagar at vera góð fyri fleiri mál. Jacklin fekk einki í seinna hálvleiki, men verjan hjá Tjaldri megnaði ikki eftir steðgin at endurtaka dygdirnar frá fyrra hálvleiki.
Tað var helst ein stór orsøk til, at Neistin slapp meira upp í part, men afturfyri gjørdist tað eisini nógv stuttligari at hyggja. Kortini gjørdist tað ongantíð nóg mikið til at hótta sigurin, og tú hevði alla tíðina varhugan av, at skuldi staðið á, hevði Tjaldur í øllum førum eitt gear aftrat at tikið til, tí ferðin fór munandi niður í seinna hálvleiki.
Sigurin merkir, at Tjaldur aftur er einsamalt á odda í Sunsetkappingini. Nú hevur liðið vunnið á bæði Stjørnuni og Neistanum, ið eru næstu kappingarneytarnir, og sum kappingin sær út til at hátta seg, verður tað millum hesi trý, at kappingin um tey bæði plássini í FM-finaluni fer at standa.










