Vit hava her í oddagreinum okkara ferð eftir ferð víst á, at Føroyar taka ikki nóg stóra humanitera ábyrgd mótvegis Triðja Heiminum. Hetta er mikið spell og kemur vónandi broyting at koma í her við eini nýggjari landsstjórn. Vit hava tó í hesum sambandi eisini nevnt, at atfinningarnar fyrst og fremst eru galdandi fyri tær almennu Føroyar. Vit hava samstundis gjørt vart við, at føroyingar sjálvir, felagsskapir, kirkjur og samkomur sýna stóra humanitera ábyrgd mótvegis neyðini í Triðja Heiminum, serstakliga, tá ið stórar náttúruvanlukkur herja. Hetta tænir okkum føroyingum til heiðurs.
Nú í hesum døgum hevur verið eitt tónlistatiltak í fleiri kirkjum, og er hetta tiltak til frama fyri AIDS-rakt børn í Suðurafrika. AIDS-sóttin er ein tann størsta vanlukka, ið hevur rakt sunnaru partarnar av Afrika. AIDS er vorðin til eina farsótt um hesar leiðir. Ein fylgja av hesi farsótt er, at børn í hundraðtúsundatali eru vorðin faðir- og móðirleys. Hesi børn eru, sum vera man, illa fyri í allar mátar. Tey líða hungur og hall, tey eru oftast húsvill og enda so úti á berajól sum gøtubørn. Lív teirra er stutt, ólukkuligt og fylt við likamligum og sálarligum pínslum. Her er ein ómetaligur tørvur á hjálp. Hjálp kostar pening og tað nógvan eisini. Hvør króna er kærkomin og eigur okkara lutur ikki at liggja eftir.
Tey, sum hava skipað fyri hesum her nevndu tiltøkum, eiga stóra tøkk og eiga at fáa dyggan stuðul. Konsertirnar hava givið væl av peningi. Tað hevði tí ikki verið annað enn rímiligt, at tær almennu Føroyar eisini góvu sín stuðul t.d. við at játta tað dupulta av tí, sum savnað er inn við tiltøkunum. Hetta er ikki bert ein etisk skylda hjá einum ríkum landi sum okkara. Hetta hevði eisini bøtt um okkara umdømi við atliti at Suðurafrika, har vit hava eina ávísa moralska skuld at rinda frá almennu føroysku líkasæluni mótvegis apartheidskipanini á sinni.
Sum nevnt omanfyri eiga vit nú av álvara at taka okkara menningarhjálp upp til umhugsingar. Tað er vanlig hugsan í okkara grannalondum, at tøknilig og búskaparlig menningarhjálp, samstundis, sum hon verður latin, skal gagna vinulívinum í gevaralandinum. Tað kann vera gott og væl við slíkari gagnfilosofi, men hon eigur ikki at forða okkum í at økja humaniteru hjálpina her og nú. Tað er heit einfalt okkara etiska og kristna skylda.
Sosialurin