ferðslutrygd. Hevur løgreglan sett út í kortið av nýggjum við tí fyri eygað eitt nú at hava fleiri fólk til arbeiðis á vegunum á náttartíð? Hevur Landsverk sett út í kortið av nýggjum og peikað út tey vandamest [...] Ferðslutrygd tikið upp spurningin eitt nú millum teir mongu ungu bilkoyrarar, sum í dag "sleisa" á stuttu vegastrekkjunum í Klaksvík, hvørjir vandar liggja fyri framman, tá henda náttarkoyringin fer at fáa [...] altíð er koyrandi til høvuðsstaðin og heimaftur? Týskvøldið í komandi viku fer RFF saman við løgreglu og Landsverki at skipa fyri almennum fundi í Havn, har ferðslumentanin fyri og eftir Norðoyartunnilin
Danmark hevur megnað hetta. Hóast arbeiðspláss í túsundatali verða flutt til Eystureuropa, Kina og nú eisini til Latínamerika, so er vinnuloysið í Danmark tað lægsta í áratíggjur. Hvussu ber hetta til? Jú, Danmark [...] gekk sum ein reyður tráður, at myndugleikarnir í okkara grannalondum kenna sera stóran tokka til og sýna stóra ábyrgd mótvegis tí ættarliði av ungum, sum í hesum árum streyma til miðnáms- og ungdómsútb [...] Mentamálarið nú fer í holt við, at føra til eina skipan, har vit koma á hædd við grannarnar og helst eisini gerast enn betur enn teir. Skulu Føroyar vera millum heimsins fremstu tjóðir í 2015, so má allur
kur longu er í holt við sama setning í Fiskimálaráðnum. Seinni á kvøldi vórðu onnur dømi tikin fram, har metta varð, at talan var um dupultfunktiónir í arbeiðnum at orða hornasteinarnar í visjónini. Sjálvandi [...] skulu dupultfunktiónir ikki setast upp í fleng. Til tess er landið ov lítið. Men er tað so, at greiningararbeiðið er gjørt innan setningin hjá fleiri av strategibólkunum í Visjón 2015, so vil hetta alt annað [...] sum kortini er latin nøkrum fáum at umsita, har frí kapping ikki ræður sum t.d. í handverksvinnu ella aðrari vinnu á landi. Í fyrstu atløgu hava hesi fáu fingið ókeypis atgongd til eitt tilfeingi, sum er
Sostatt verða neyvan tær stóru broytingarnar í Cuba í bræði, men sum frá líður er ikki óhugsandi, at politiskar broytingar fara at henda á Cuba. Sosialurin [...] so at siga varð rikið beint í føvningin á Sovjetsaveldinum, sum so gjørdi fremsti samstarvspartur hjá Cuba. Hetta parlag mundi sum kunnugt við Cubakreppuni rent heimin út í ein triðja veraldarbargdaga [...] fer at seta í verk nakrar broytingar fyrst og fremst av búskaparligum slag. Raul er sera hugtikin av Kina og tí blanding av kommunismu og kapitalismu, sum kinverjar so meistarliga hava sett í verk. Hetta
veldugt avkast í inntøkum og førleikamenning í Íslandi. Samstarvið mennist og økist í hvørjum og er við til at fáa búskap, mentan og gransking at blóma, alt meðan tær almennu Føroyar standa hendur í lumma sum [...] tætt samstarv, at menn í álvara tala um "limaskap uttan limaskap". Kemur tú á tal við íslendskan politikkara ella vinnulívsmann, so er eingin endi á teimum hálovingum, ið falla ES í lut. Íslendskir flokkar [...] Mangt umbroytist á mansins ævi, verður sagt. Hetta er ikki minst galdandi fyri ES. Flokkar t.d SF í Danmark, sum áður skýggjaðu ES sum hin versta, hava broytt støðu og eru nú heitir talsmenn fyri limaskapi
savna tríggjar av okkara fremstu tónlistakvinnum á einum og sama palli í summar. Eivør, Guðrun og Lena skulu syngja í Keypmannahavn í juni. Vit kunnu bert taka hattin av fyri stigtakarunum til hetta tiltak [...] soleiðis at hann fær fleiri bein at standa á. Gott í tykkum á blaðnum "Kvinnu" og tykkum tríggjar songstjørnur okkara, at tit í felag hava fingið hetta í lag. Tað er so eitt stig á leiðini at geva umheiminum [...] vit hava brúk fyri. At savna tríggjar av okkara fremstu tónlistakvinnum á einum stórum palli í útlandinum er í tráð við tað, sum vinnulívsfólk, politikarar og onnur hava tosað um, nevniliga hetta at vísa
úr samgonguni, samstundis sum hann varðveitir formanssessin í Rættarnevndini. Advokaturin metir heldur ikki, at hetta er í stríð við andan í stýrisskipanini. - Hetta er reint politiskt, sigur Bjørn á Heygum [...] ikki sum ein trupulleika, tí hann heldur ikki, at Alfred Olsen hevur meldað seg upp í andstøðuna, sum hann tók til. Í tveimum pørtum Bjørn á Heygum, advokatur, var við til at smíða stýrisskipanina á sinni [...] nýggjar nevndir Tað er nevniliga ikki bara sum at siga tað, at skifta eitt nú formannin í Rættarnevndini úr, sum í løtuni eitur Alfred Olsen. Skal nýggj rættarnevnd veljast, skulu allar løgtingsnevndir
fyriliggur okkurt úrslit. Tey, ið standa fyri boringini, vilja heldur einki siga í løtuni. Sosialurin hevur tó skilt, at støðan í løtuni kann lýsast við orðinum Áhugavert . Eftir øllum at døma síggja løgini [...] fyrilestrunum á oljuráðstevnuni í Norðurlandahúsinum í morgun, halda serfrøðingar, at møguleikar eru fyri at finna sediment undir basaltinum av sama slag, sum eru funnin í Eysturgrønlandi. Ein staðfesting [...] Tað var ein ikki serliga tíðindafróður landsstýrismaður í oljumálum, sum setti oljuráðstevnuna í Norðurlandahúsinum fyrrapartin. Hann segði, at vit mugu brynja okkum við toli. Borað verður við fullari
Í útvarpinum týskvøldið hoyrdu vit um ætlanirnar hjá Hans Paula Strøm, landsstýrismanni, at fáa ein skipaðan íbúðarpolitikk. Tað er at fegnast um, at landsstýrismaðurin stingur út í kortið broytingar, [...] o. kunnu taka seg saman og í felag byggja lutaíbúðir, sum fólk so kunnu keypa sær brúksrætt til. Hesa skipan kenna vit væl eitt nú úr Danmark, men hetta hevur ikki borið til í Føroyum. Ymsar tekniskar [...] geva gætur, at tað einans er í Havn, at vit hava eina leigunevnd, hóast hon fyri tey flestu leigumálini ongan týdning hevur, tí fá leigumál verða send nevndini. Borgarstjórin í Havn ávaraði landsstýrið ímóti
politikk á nærum øllum økjum, er Javnaðarflokkurin. Tað er tí í tøkum tíma, at hesin flokkur aftur kemur upp í landsins politisku leiðslu. Sosialurin [...] vinnur eru í álvarsomum trupulleikum, og arbeiðsloysið veksur stútt innan hesar vinnur og innan tær vinnugreinar, ið eru tengdar at kreppuraktu vinnunum. Her má gerast nakað heilt álvarsamt og tað í stundini [...] Nú er tíðin komin at farast má víðari, at seta nýggja kós út í politiska kortið. Nú kunnu hini stóru málini ikki bíða longur. Vit hugsa um pensionsmálið, familjupolitikkin, umhvørvispolitikk, almannamál