Castro stóð á odda fyri eini sosialistiskari kollveltingarrørslu, sum beindi fyri einum ræðuligum harðræði undir illa gitna einaræðisharranum Batista. Fólkið livdi í neyð og armóð, og meginparturin var analfabetar. Sum vera man tjóðnýtti Castro tær stóru amerikansku og multinationalu fyritøkurnar, ið leingi høvdu gjørt sær dælt av støðuni á Cuba undir Batista. Hartil fóru Castro og flokkur hansara undir eina miðvísa herferð móti analfabestismu og vánaligu heilsuviðurskiftunum, sum eyðkendu hetta tilafturskomna land.
Men Castro fekk við politikki sínum USA ímóti sær. Alt búskaparligt samband millum USA og Cuba varð kvett, og hetta fekk stórar búskaparligar og politiskar fylgjur. USA hevði jú verið størsti samhandilspartnari hjá Cuba, so handilsbannið var ein dyggur smeitur fyri Cuba. Politiskt elvdi handilsbannið til, at Cuba so at siga varð rikið beint í føvningin á Sovjetsaveldinum, sum so gjørdi fremsti samstarvspartur hjá Cuba. Hetta parlag mundi sum kunnugt við Cubakreppuni rent heimin út í ein triðja veraldarbargdaga. Sovjet bant seg til at keypa allan sukurútflutningin og tryggja Castro tey vápn, ið vóru neyðug til tess, at Cuba kundi verja seg móti USA. Verjan var neyðug, tað prógvaði USA sjálvt við at fremja ta illa gitnu innrásina í Grísavíkina á Cuba. Ein stór amerikansk herdeild mest mannað við útlagnum cubanum varð bókstaviliga rikin aftur á sjógv, haðan hon var komin. Tað sigst, at allir amerikanskir forsetar uttan Carter hava ligið Castro eftir lívinum. Kortini er hann, um ikki við sítt fríska lív, so enn á lívi. Hetta merkir ivaleyst, at hann hóast hann er farin frá sum forseti, so kemur hann so ella so at hava ávirkan framyvir.
Hinvegin bendir nógv á, at komandi forsetin Raul Castro, ið sum kunnugt er yngri bróðurin, so smátt fer at seta í verk nakrar broytingar fyrst og fremst av búskaparligum slag. Raul er sera hugtikin av Kina og tí blanding av kommunismu og kapitalismu, sum kinverjar so meistarliga hava sett í verk. Hetta er ein búskaparskipan, sum hevur ført Kina fram í fremstu røð og sum ger, at Kina um fá ár fer at hava sterkasti búskap í heiminum. Eydnast hetta fyri Raul, er vón hjá cubanum um eitt betri tímiligt lív og ein toluligan gerandisdag. Hinvegin er einki, sum bendir á, at Raul og stjórnarflokkurin hava nakrar ætlanir um demokratiskar broytingar. Her er Raul ikki minni samdur við kinversku vinmenninar. Sostatt verða neyvan tær stóru broytingarnar í Cuba í bræði, men sum frá líður er ikki óhugsandi, at politiskar broytingar fara at henda á Cuba.
Sosialurin










