Oddagrein· Neyðugt við nýggjari kós

Tað er neyðugt, at føroyska samfelagið broytir politisku kósina her og nú. Í seks ár hevur fullveldismálið fullkomiliga dominerað føroyskan politikk. Í seks ár er nógv orka og sera nógvur peningur brúktur uppá fullveldismálið, ið kortini ikki er komið úr stað. Veljarakanningar vísa, at samgongan, ið hevur havt valdið seinastu seks árini, hevur ikki undirtøku í fólkinum fyri sínum fullveldispolitikki. Heldur ikki í sjálvari samgonguni hevur verið semja um hetta mál heldur enn um nakað annað mál. Fullveldismálið hevur tí at kalla lamt føroyskan politikk hesi seks árini. Samgonguflokkarnir hava sitið hendur í favn, meðan samfelagið við vaksandi ferð rekur móti búskaparkreppuni. Atgerðarloysi, klandur og stríð hava eyðkent ta landsstýrissamgongu, sum nú er á veg í søguna.

Nú er tíðin komin at farast má víðari, at seta nýggja kós út í politiska kortið. Nú kunnu hini stóru málini ikki bíða longur. Vit hugsa um pensionsmálið, familjupolitikkin, umhvørvispolitikk, almannamál, fiskivinnupolitikkin og um búskaparpolitikkin sum heild. Tað er nú uppá tíðina, at politikkur aftur fer at snúgva seg um hesi mál ? um dagligt lív og um fólksins gerandisdag. Lata vit framvegis bara standa til, kemur hetta atgerðarloysi at elva til stórar trupulleikar í framtíðini.

Sjálvstýrismálið er eitt stórt mál, ið má og skal loysast sum skjótast. Hugskotið hjá Javnaðarflokkinum er tað, sum liggur næst tí, sum ein meiriluti av føroyingum tykist vera samdur um. Tað er tí best fyri land og fólk,, um Føroyar fáa eina samgongu, ið megnar at loysa sjálvstýrismálið eftir Javnaðarfloksins leisti. Tá tjóðskaparliga semjan er fingin í lag, kunnu øll tey stóru málini, ið enn liggja á láni, loysast. Ein nýggj og arbeiðsfør samgonga má alt fyri eitt fara undir at loysa teir búskaparligu trupulleikarnar. Fleiri stórar vinnur eru í álvarsomum trupulleikum, og arbeiðsloysið veksur stútt innan hesar vinnur og innan tær vinnugreinar, ið eru tengdar at kreppuraktu vinnunum. Her má gerast nakað heilt álvarsamt og tað í stundini!

Tað er stórur tørvur á streymskifti í føroyskum politikki ? á eini nýggjari politiskari kós fyri okkara land. Tað er tørvur á nýggjum politikki. Hesin politikkur skal loysa sjálvstýrisspurningin á ein virðiligan hátt og sømiligan. Her er tjóðskaparliga semja Javnaðarflokksins besta boð. Tað er tørvur á einum politikki, ið megnar at loysa eitt hitt størsta almannamálið, nevniliga pensiónsmálið. Barnafamiljurnar eru hart kroystar, og tí má vend koma í. Vit skulu hava systkinaavslátt, sunnan ókeypis skúlamat og mjólkaprísurin má lækka.. Íbúðarmálið er framvegis sum ein marra fyri tær ungu familjurnar og einsamallar møður eru púra sleptar uppa á fjall. Heimarøkt og heilsuverk eru í djúpari kreppu, umhvørvismál og skúlamál liggja á láni. Tað er tørvur á einum nýggjum, virknum og visonerum vinnulívspolitikki, ið m.a. skal tryggja útbúgving av verkafólki og tryggja, at landsins ognir ikki verða latnar privatum fyri lítið og lætt.

Tað er alneyðugt við nýggjum politikki, um ikki vælferðarsamfelagið skal fara fyri bakka. Tað er tørvur á einum landsstýri, ið tekur fulla ábyrgd av okkara samfelag og av øllum samfelagsbólkum.. Valstríðið hevur víst, at tann flokkur, sum hevur besta boð uppa ein nýggjan politikk á nærum øllum økjum, er Javnaðarflokkurin. Tað er tí í tøkum tíma, at hesin flokkur aftur kemur upp í landsins politisku leiðslu.
Sosialurin