Hvat kom so burturúr og hvat kunnu okkara skúlamyndugleikar læra av royndunum hjá grannum okkara? Myndin var tann, at broyttar samfelagsumstøður við broyttum vinnulívsbygnaði, globalisering og altjóðagerð krevja endurskoðan og broytingar. Skipa vit ikki útbúgvingarnar, so tey ungu kunnu fáa nógv betri miðnáms- og ungdómsútbúgvingar, so megna vit ikki at takla ta broyttu heimsmyndina, har stórir partar av arbeiðsplássunum fara at flyta til láglønarlond. Danmark hevur megnað hetta. Hóast arbeiðspláss í túsundatali verða flutt til Eystureuropa, Kina og nú eisini til Latínamerika, so er vinnuloysið í Danmark tað lægsta í áratíggjur. Hvussu ber hetta til? Jú, Danmark megnar at tillaga útbúgvingarskipanina soleiðis, at hon lýkur krøvini, ið fylgja við teimum ógvusligu broytingunum. Hjá dønum trýtur hugflogið ikki eitt nú kemur meistaralæran aftur. Hetta er ikki fyri at skrúva tíðina aftur, men fyri at geva teimum, sum ikki eru so bókliga sterk, ein nýggjan tjans. Tey kunnu sum kunnugt vera sera hegnig og verður hetta eins styrki fyri skipanina.
Annars vóru lyklaorðini samskipan, smidleiki, opinleiki, nýskapan og nýhugsan. Áhugavert er, at tað gekk sum ein reyður tráður, at myndugleikarnir í okkara grannalondum kenna sera stóran tokka til og sýna stóra ábyrgd mótvegis tí ættarliði av ungum, sum í hesum árum streyma til miðnáms- og ungdómsútbúgvingarnar. Tað ræður um at fáa tey flestu við, at lofta teimum, sum fella frá og loyva øllum innaftur, sum ynskja tað. Hesin sera jaligi og sera fordómsfríi holdningur til tey ungu eyðkennir skúlamyndugleikarnar í okkara grannalondum. Fleiri av fyrilestrarfólkunum nevndu hetta, at tað snýr seg um tey ungu, um teirra val og trivnað teirra lív, ikki bert um samfelagstørvin! Her hava lærarar, rektarar, embætisfolk og politikkarar okkara nakað at læra.
Flestu lond vilja, at 95% hvørjum árgangi skal hava eitthvørt slag av miðnams- ella ungdómsútbúgving eftir fólkaskúlan. Hetta eru høg mál og okkara myndugleikar hava ivaleyst fingið nakað at hugsa um her. Vónandi fer tann verkætlan við endurskoðan og samskipan av miðnámsútbúgvingunum, sum Mentamálarið nú fer í holt við, at føra til eina skipan, har vit koma á hædd við grannarnar og helst eisini gerast enn betur enn teir. Skulu Føroyar vera millum heimsins fremstu tjóðir í 2015, so má allur skúlaskapurin sum skjótast mennast til at vera millum tann besta í heiminum. Útbúgving er jú fortreytin fyri menning og vælferð fyri at vit skulu kunna klára kappingina í eini altjóðagjørdari øld. Samantikið ein frálík ráðstevna, ið gav bæði íblástur og evni til umhugsan eitt tiltak, sum tænir Mentamálaráðnum til æru.
Sosialurin










