B36 fær leikara við 178 málum í bestu norsku fótbóltsdeildini

B36 heldur fram við at styrkja um hópin

Samansett mynd: B36

B36 boðar frá einari spennandi leikaratilgongd á facebook-vanga sínum.

 

B36 skrivar: - Torgeir Børven (34) hevur skrivað undir sáttmála við B36. Norski álopsspælarin flytur í Gundadal og B36-húsið úr norska barndómsfelagnum Odd.

 

- Børven er skarprættari og kemur til Føroya við drúgvum og fjølbroyttum royndum. Sum álopsspælari hevur hann víst, at hann ger mun, har hann er, sigur Jákup Martin Joensen, høvuðsvenjari.

 

Børven hevur fyrr skotið nógv mál í bestu deildini í Norra, Turkalandi og Hollandi. Sum yrkisspælari hevur hann spælt fyri Odd, Vålerenga, FC Twente, Brann, Rosenborg, Ankaragucu og Gaziantep. Hagtølini siga, at hann hevur skotið 178 í 246 dystum í bestu norsku deildini. Í 2019 var hann toppskjútti í Eliteseriuni.

 

- Eg havi fingið eina sera góða heildarfatan av B36 og teimum málum, sum felagið hevur sett sær, og eg eri spentur at vera partur av liðnum í 2026, sigur Torgeir Børven.

 

Torgeir kemur til Føroya í næstu viku, har hann saman við hópinum fer at fyrireika seg til kappingarárið, sum byrjar 8. mars.

 

- Fyrireikingarnar ganga væl, og menninir dríva á. Spælarahópurin er nú við at vera upp á pláss, men vit rokna við onkrum broytingum afturat, sigur Jákup Martin Joensen, høvuðsvenjari. Skrivar B36.

 

Samansett mynd: B36