Kunnandi fundur um ferðslutálmandi átak í Fuglafirði

Kunnandi fundur um ferðslutálmandi átak í Karvatoftum verður í Mentanarhúsinum mikukvøldið 4. februar 2026 kl. 19.00

Fuglafjarðar kommuna skrivar, at kommunan bjóðar øllum borgarum og vinnufyritøkum til kunnandi fund í Mentanarhúsinum um ferðslutálmandi átak í Karvatoftum mikukvøldið 4. februar kl. 19.00.

 

Átakið er partur av miðbýarætlanini hjá Fuglafjarðar kommunu, sum eftir ætlan skal setast í verk í 2026.

 

Á skránni er:

 

  1. Borgarstjórin bjóðar vælkomin
  2. EyA arkitektar leggja fram
  3. Luttakarar fáa høvi at seta spurningar og gera viðmerkingar
  4. Jóanis Erik Køtlum, kommunustjóri tekur samanum og greiðir frá víðari tilgongdini.