Oddagrein· Meira samstarv við ES - sjálvandi!

Meðan at kalla øll lond í Europa, sum ikki eru limir í ES, hava sera nógv vinnuligt, búskaparligt og mentanarligt samstarv við ES, so er øðrvísð við Føroyum. Av ávísum orsøkum ræddust føroyskir politikkarar og vinnulívsmenn ES sum hin versta. Hjá nøkrum var tað ein vælgrundaður ótti fyri fiskigrunnunum, sum lá frammaliga í huganum. Aðrir høvdu ampa av tí demokratiska hallinum í ES og uppaftur aðrir høvdu moralskar og átrúnaðarligar trupulleikar av einum møguligum nærri samstarvi við Europæiska Samveldið.

Mangt umbroytist á mansins ævi, verður sagt. Hetta er ikki minst galdandi fyri ES. Flokkar t.d SF í Danmark, sum áður skýggjaðu ES sum hin versta, hava broytt støðu og eru nú heitir talsmenn fyri limaskapi. Ísland og Noreg, sum bæði upprunaliga vóru harðir andstøðingar mótvegis ES hava nú umvegis EBS avtaluna so tætt samstarv, at menn í álvara tala um "limaskap uttan limaskap". Kemur tú á tal við íslendskan politikkara ella vinnulívsmann, so er eingin endi á teimum hálovingum, ið falla ES í lut. Íslendskir flokkar eru farnir at skifcta orð um møguligan limaskap.Her sanniliga umvent í holuni!

Hvussu ber tað nú til, at støðan er so grundleggjandi broytt? Er ES broytt? Eru gomlu mótstøðulondini- og flokkarnir broytt? Svarið er ikki einfalt. Víst er ES broytt. Opinleikin er størri og samveldið hevur markerað seg sterkt á altjóða leikpallinum í spurningum um mannarættindi, demokrati, menning og frið. Hetta hevði alt verið óhugsandi fyri bert 15 árum síðan. Múrurin er rapaður og altjóðagerðin er yvir okkum øllum. Alt hetta hevur elvt til eitt rák, sum skjótt ber móti meira og tættari samstarvi, meira samhandli, fríum flutningi av kapitali, vørum og arbeiðsmegi. Alheimurin gerst alt meira ein marknaður. Her kann ein velja at vera uttanfyri hetta rák ella kanska beinari hendan meldur fyri skjótt at dragna afturúr og gerast eftirbátur ella ein kann velja at taka avbjóðingina upp og troyta teir ómetaligu møguleikar henda avbjóðing gevur einum framkomnum landi við einum vælútbúgvnum fólki og einum vælvirkandi vinnulívi.

Líta vit aftur at grannum okkara, Íslandi og Noregi, so síggja vit hvussu nógv hesi lond fáa burtur úr samstarvinum við ES. Samstarvið á mentanarøkinum tryggjar eitt nú íslendskari films- og tónleikaframleiðslu stórar upphæddir. Granskingarsamstarvið merkir, at sera stórar upphæddir floyma úr ES grunnum til íslendska gransking. Hetta gevur so aftur eitt veldugt avkast í inntøkum og førleikamenning í Íslandi. Samstarvið mennist og økist í hvørjum og er við til at fáa búskap, mentan og gransking at blóma, alt meðan tær almennu Føroyar standa hendur í lumma sum Kánus og hyggja at - lata møguleikarnar fara aftur við borðinum. Vit lata til standa, meðan aðrir troyta møguleikarnar.

Nú frættist, at løgmaður ætlar sær at vitja ES høvuðsborgina í Bruxelles. Hetta er sera skilagott. Vónandi er hendan vitjan ein byrjan til eitt nýtt og økt samstarv við ES, eitt samstarv við nýggjum og meira fjølbroyttum innihaldi. Tíðin er komin at byrja at hugsa um EBS avtalu millum ES og Føroyar.
Sosialurin