Negativar rentur kunnu aftur gerast veruleiki

Miðbankin í Sveis hevur kós móti negativum rentum

 

Tað skrivar bl.fo í dag:

 

Meðan prísvøksturin herjaði meginpartin av heiminum, fekk hann ongantíð fótin fyri seg í fjallalandinum Schweiz. Prísvøksturin í mai var negativur, og Miðbankin SNB væntast at taka avleiðingarnar og lækka rentuna við 0,5%. Og tá rentan longu er niðri á 0,25%, verður rentan í Sveis negativ.

 

Amerikanski miðbankin hevur fund í vikuni, men her verður mett, at hann heldur rentuna á verandi støði til í heyst, tá ein rentulækking helst er veruleiki.

 

Hóast væntaðar rentulækkingar fyri framman, meta greinarar ikki at negativar rentur vera at síggja í Danmark ta fyrstu tíðina. Teir vísa tó á, at hetta kann henda og mæla til at vera árvakin, so at hetta ikki órógvar fíggjarligu javnvágina í samfelagnum, skrivar Børsen í dag.