Annar tilburðurin var í J. C. Svabosgøtu í Havn stutt eftir døgurða í gjár. Fráboðanin kom til løgregluna klokkan 13:40, tá ein persónur segði seg hava sæð ein bil koyrt á ein parkeraðan bil uttan fyri nummar 58. Viðkomandi steðgaði ikki og koyrdi bara víðari.
Vaktleiðarin hjá løgregluni upplýsir, at talan var um gráan persónbil, og sigur, at um onkur veit um tilburðin, so er at boða løgregluni frá.
Ein annar tilburður varð fráboðaður klokkan 14. Tað var ein bilur við svenskum nummarplátum, sum nam við eini parkeraðan bil í Sigmundargøtu í Havn. Sambært vaktleiðaranum var skaðin ikki stórur, kanska so lítil, at bilførarin neyvan hevur varnast tað.
Men løgreglan setti seg í samband við svensku løgreluna fyri at fáa fatur á eigaranum, men fekk einki telefonnummar. Tí fara tey at halda eyga við bilinum, tá hann fer av landinum aftur, sigur vaktleiðarin.