POLITIKKUR
Sosialurin skrivaði um vikuskiftið, at Kaj Leo Johannesen, formaður Sambandsfloksins, sigur seg hava fingið vissu fyri, at Alfred Olsen atkvøður við samgonguni, hóast hann hevur tikið seg úr henni.
Formaðurin dugdi ikki at svara fyri, um Alfred Olsen reelt var farin úr samgonguni, men hann viðgekk, at talan var um eina undarliga støðu, sum hann málbar seg.
Jóannes Eidesgaard, løgmaður og formaður Javnaðarfloksins, segði, at hann fer at krevja ein fund um málið. Hinvegin hevur Kristian Magnussen, formaður Javnaðarfloksins á tingi, sagt, at hann metir hetta ikki sum ein trupulleika, tí hann heldur ikki, at Alfred Olsen hevur meldað seg upp í andstøðuna, sum hann tók til.
Í tveimum pørtum
Bjørn á Heygum, advokatur, var við til at smíða stýrisskipanina á sinni. Harafturat var hann tingmaður Sambandsfloksins frá 1994 til 1998.
Hann metir ikki, at Alfred Olsen løgfrøðiliga hevur gjørt nakað skeivt við at siga seg úr samgonguni, samstundis sum hann varðveitir formanssessin í Rættarnevndini. Advokaturin metir heldur ikki, at hetta er í stríð við andan í stýrisskipanini.
- Hetta er reint politiskt, sigur Bjørn á Heygum, ið annars ikki heldur nógv um støðuna hjá Alfred Olsen.
- Øll hava eitt problem, sum eru í tveimum leirum. Hetta er eitt paradoks, og hongur ikki saman, sigur Bjørn á Heygum, ið minnir á, at Alfred Olsen er komin við eini almennari proklamatión, sum hann kallar tað, um at hann er farin úr samgonguni. Men samstundis sigur Kaj Leo Johannesen, at Alfred Olsen atkvøður við samgonguni.
- Hetta er ein trupulleiki og er ikki frítt fyri at vera ein farca. Hetta er ein spurningur um ordan og disciplin í tí politisku skipanini, heldur Bjørn á Heygum, ið eisini heldur at Tjóðveldisflokkurin hevur ein trupulleika við Karsten Hansen og teimum nevndarsessum, ið hann hevur fingið frá sínum fyrrverandi flokki.
Trupult at velja nýggjar nevndir
Tað er nevniliga ikki bara sum at siga tað, at skifta eitt nú formannin í Rættarnevndini úr, sum í løtuni eitur Alfred Olsen. Skal nýggj rættarnevnd veljast, skulu allar løgtingsnevndir veljast av nýggjum. Hinvegin kann Alfred Olsen siga úr seg formanssessinum uttan at allar nevndirnar skulu veljast av nýggjum.
Tað eydnaðist ikki at fáa eina viðmerking frá Alfred Olsen um støðu hansara í Løgtinginum, áðrenn blaðið fór til prentingar.
MYNDATEKSTUR
- Hetta er ein trupulleiki og er ikki frítt fyri at vera ein farca, sigur Bjørn á Heygum um Alfred Olsen, ið hevur tikið seg úr samgonguni, hóast hann eftir øllum at døma stuðlar henni