Oddagrein· Tá argumentini ikki røkka

Nú sóu vit Jørgen Niclassen tingmann loypa upp í í samrøðu við SvF, tí nakar hevur loyvt sær at reisa spurningin viðvíkjandi tilfeingisgjaldi. Hesa ferð í samband við arbeiðið at ítøkiliggera ymsu deilmálini í samlaða málinum - visjón 2015

.

Tað varð ikki sagt beinleiðis, at tað bara var spurningurin um tilfeingisgjald, sum fekk JN at reagera. Heldur varð tosað um, at hetta var ein dupultfunktión, nú arbeiðsbólkur longu er í holt við sama setning í Fiskimálaráðnum. Seinni á kvøldi vórðu onnur dømi tikin fram, har metta varð, at talan var um dupultfunktiónir í arbeiðnum at orða hornasteinarnar í visjónini.

Sjálvandi skulu dupultfunktiónir ikki setast upp í fleng. Til tess er landið ov lítið. Men er tað so, at greiningararbeiðið er gjørt innan setningin hjá fleiri av strategibólkunum í Visjón 2015, so vil hetta alt annað líka gera arbeiðið hjá bólkunum lættari. Ein av fremstu uppgávunum hjá bólkunum er júst at samansjóða tað arbeiðið, sum er gjørt innan ymsu økini. Og er tað eisini hetta, sum er orsøkin til, at flestu av bólkunum hava almennu stjórarnar sum formenn. Júst tí teir hava atgongd til ta servitan og tað kanningar- og greiningarabeiðið, sum longu er gjørt innan ymsu økini.

Tí kunnu hesar útsagnir tykjast kávalótir, sum skulu nýtast til at krógva tað, sum óttin hjá fólkaflokkinum veruliga snýr seg um. Onkursvegna tykist tilfeingisgjaldið at vera eitt illavorðið banniorð. Hetta hóast talan er um tilfeingi, sum er ogn Føroya fólks. Ein ogn, sum kortini er latin nøkrum fáum at umsita, har frí kapping ikki ræður sum t.d. í handverksvinnu ella aðrari vinnu á landi. Í fyrstu atløgu hava hesi fáu fingið ókeypis atgongd til eitt tilfeingi, sum er ogn hjá hvørjum tí einasta føroyingi gott nokk undir ávísum treytum. Og hava tey somu fáu hug at selja hesi rættindi, kunnu tey heysta milliónaupphæddir. Sjálvandi rinda tey skatt av hesum, men anno 2006 skulu tey altso bara lata 18 kr. aftur fyri hvørjar 100, sum tey hava fingið.

Nei - tað er at fegnast um, at málið um eina tilfeingisrentu eisini er tikið við í Visión 2015. At partur av tingmanningini konsekvent noktar at diskutera málið yvirhøvur, tykist bara vera eitt tekin um armóð. Um so er at argumentini ímóti tilfeingisgjaldi eru so eyðsæð sum JN vil gera tað til, so er helst lítil ivi um, at bólkarnir koma til hesa eftir øllum at døma eyðsæddu niðurstøðu, og so er einki mist við at diskutera hetta evnið, tvørturímóti.

Tá hetta er sagt, má sjálvsagt ásannast, at eitt so stórt mál sum Visión 2015 átti at verið viðgjørt millum flokkarnar á tingi, áðrenn tað var sett endaliga í gongd. Bøtið um tað meðan enn tíð er.

Sosialurin