Listasavn Føroya nú gjørt vart við. Føroya Banki eigur nógv tað størsta savnið yvirhøvur av føroyskari list og verður bankin seldur sum hann er, fylgja tey listaverkini sjálvandi við í søluni. Og so er vandi fyri [...] bankanum eisini almenn ogn. - Vit halda, at nú allur hesin ómetaligi mentanardýrgripurin hjá Føroya Banka longu er almenn ogn, vildi tað verið skeivt at latið hana farið aftur á privatar hendur. - Tí kundu vit [...] eini 1000 listaverk. - Listasavnið hjá Føroya Banka er ein perla, tí har er ein ørgrynna av verkum eftir okkara allerkendastu listafólkum. Men yvirhøvur er at kalla hvørt einasta listafólk í Føroyum umboða
Havi nú sagt fleiri ferðir, at um eg lá fyri deyðanum, hevði eg ikki, sum tey gomlu kundu taka til, fingið frið at doyggja, um alt tilfarið, sum er komið við í Grund 3, ikki var skrivað, men farið út á [...] kundi eg ofta meta um, hvussu nógvar síður hon kundi verið stytt. Ofta var tað um helming av bløðunum. Tað man líða væl móti einum mansaldri, síðan hugsanin um at skriva tílíka skaldsøgu er komin fram fyri [...] 2 var so útgivin longu í 2005. Hetta var altso tað. Nú skuldi vera nóg mikið um Sandvík. Í fyrstuni vardi eg meg við, at nú var nóg mikið skrivað um heimbygdina, og eg egnaði meg ikki til at sita og finna
menna rehabiliterandi arbeiði og styðja upp undir recoverygongdina, er skipanin Intergrerad psykiatri, sum er ment í Svøríki. Talan er um væl samskipaða heildarpsykiatri, ið tekur útgangsstøði í tørvi sj [...] at implemetera skipanina á psykiatriska depilinum. Nú er steðgur komin í, tí hvat er tað, ið hendir á politiska pallinum? Tað, ið vit dagliga hoyra er, at sparingar skulu gerast, peningur, ið skuldi verða [...] eftir rehabiliteringshugsanarháttinum, er útgangsstøði ein arbeiðsgongd, ið er skipað, málrættað og byggir á samstarv, samskipan og tryggleika. Rákið í útheiminum í dag er, at fólk, ið líða av sálarligum sjúkum
stuttliga við at skriva um søgu er, at ein søga ofta førir eina aðra við sær. Tað er tað, sum er hent í hesum førinum. Tann 17. februar var í røðini Hendur ið Sleptu ein frásøgn um Johonnu Thominu Joensen [...] Út frá hesi skriving sæst, at hetta er ein áhugaverd søga, sum tað kann vera áhugavert at lesa um í dag. Fyrsta frásøgnin Tað fyrsta, sum frættist um hesa hending, er í Tingakrossi tann 15. januar 1913 [...] sína viðurkenning. En Afsløring Nú er danska Ekstrabladet farið at ressast. Teir hava lisið Tingakross, og í hesum førinum var tað heppið, at Tingakrossur skrivaði á donskum. Her skrivar blaðið tann 24.
trína fram, í hvussu er, tá Teitur Lassen syngur. T.d. verða orð sum "figur" og "irriterað" brúkt. Her er eitt brot úr skering nummar 8, "Dagur er Prestur": "Hon er so irriterað yvir tað smáa Kundi tað vera [...] Á hesum trimum skeringunum er huglagið stilt og sorgblítt. Avgjørt er "Havið", skering nr. 9, ein tann vakrasti føroyski sangurin, sum nakrantíð er skrivaður. Sangurin er um ein gamlan føroyskan sjómann: [...] gjørt. Natúrliga føroysk Útgávan er serliga sjáldsom, ikki bara tí hon er sera góð, men tí, tað er sjálvdan at ein hoyrir føroysk orð klinga so væl. Og tað, sum sungið verður um, eru universel hugtøk í einum
Jákup Eli Olsen, segði seg í síðstu viku úr starvinum. Jan C. Dam er nú einsamallur venjari. Teir báðir hava verið miðverjar, men nú er hvørgin teirra á liðnum. Jan C. Dam varð skaddur í Sørvági næstsíðsta [...] útskiftingar og umskipingar fótaði ÍF sær, og tað var um reppið, at fuglfirðingar rættiliga fingu um endan. Eftir tíggju minuttir minkaði Nenad Saric um munin, og tríggjar minuttir undan leikloki gav støðugt [...] Fótbóltur Tað er stórur møguleiki fyri, at B68 longu komandi leygardag fær fulla trygd fyri, at tað næsta ár verður sunnudagsfótbóltur á Svangaskarði. Fyrr í summar er onkra ferðina nevnt her, at sannlíkið
hann við orðun-um um, at uppskotið var rein utopi, tí hvørki Danmark ella nakað annað land í verðini, vildi á nøkrum sinni geva einum øðrum fólki so skilagóða og so ideella skipan! Hetta er vitnisfast og [...] Hvat skuldu føroyingar ráða yvir og hvør skuldi ráða? Er nakað vunnið við at ráða í eini socialari oyðimørk? Ja, harra S. Skaale kundi eisini havt sett seg inn í tankarnar um symbiosu millum tvær tjóðir [...] av og er komin til tað sjálvstøðugu sannføring, at Danmark er ikki nakað kúgingarveldi, og at føroyingar hava tað betri saman við Danmark, enn nøkur tjóð hevur tað saman við øðrum londum! Hann er so skilagóður
- so er væl farið. Sum pensionistar búsettust hjúnini í Oyndarfirði. Har andaðist Henrik, og so kom hitt boðabrotið, táið einkadóttirin fór í góðum árum. Ása býr nú, sum einkja, enn í húsinum og er framvegis [...] lækni í Havn – men ikki í Klaksvík? Ja, kennist nakar við hetta fyribrigdi enn? Meiri gjølla, um hesa hending, er umrøtt í bókini “Herskin herðindi” - men, lat fara, her... Afturundirgerð Ása giftist við Henrik [...] Tó og tí er hetta bara ein sáttlig og blíðmeint annan dags takkarheilsa, vinarliga lýst í tveimum stuttum brotum og kransað við minnum úr lívsins morgunlandi - hesi fáu árini - táið lívið var nýtt og óbrúkt
gestir, um so var at helmingurin av tíðini, sum rindað verður fyri, skuldi verið nýttur til at baksast við teknikkin. Tað er tó soleiðis, at talan ikki bert er um eina internet-café, men eisini um ein telduskúla [...] liggur í løtuni, er hetta ikki nakað, sum er aktuelt her og nú. Møguliga eru tað tó aðrir, sum ganga í líknandi tonkum, og í øllum førum er líkt til, at tað gerast alsamt fleiri støð, har tað nú ber til at fara [...] ella -skeiðsdepil, sum nú er stovnað inni í Runavíkini, og er tað eisini Formula, sum hevur henda partin. Á henda hátt hava teir megnað at sligið tvær flugur við eitt smekk, og tað er aloftast ein heppin
spyrja, um tað veruliga er við beráddum huga, at Tjóðveldið er farið í hernað móti arbeiðarafeløgunum? Tí hvussu skulu vit annars skilja hetta: ?at mitt sum arbeiðarafeløgini sita í samráðingum um nýggjan [...] skuldsetingum. Tað er ikki mín lutur at meta um krøvini hjá arbeiðarafeløgunum, men tá formaðurin fyri Havnar Arbeiðsmannafelag sigur, at sjálvt aðalmálið hjá teimum er at minka um gjónna millum stættirnar [...] seg í tí. Tað sum kanska er mest hugstoytt, er at eisini politiskar kreftir, sum ein skuldi trúð høvdu ávísan samhuga við arbeiðarafeløgunum, stinga tey í ryggin. Her hugsi eg um Tjóðveldisflokkin. Og havi