Fyrst, allarfyrst, langt áðrenn eg hevði skrivaði nakað, helst meðan eg gekk i realskúlan, minnist eg, at hugsanin um at skriva tríggjar samanhangandi skaldsøgur við tilfari úr Sandvík kveiktist í mær.
Hugsanir, sum mólu í huganum saman við ótaldum øðrum hugskotum, komu og fóru, meðan grundvøllurin undir teimum var, at eg skuldi fara til sjós.
Seinri, eisini áður enn eg hevði skrivað nakað, kundi eg hugsa um, at einaferð skuldi eg skriva eina skaldsøgu, kanska tríggjar, um Sandvík ella rættari sagt: skuldi hava tilfar haðani.
Hesar skaldsøguætlanir, ja, tær vóru ikki vorðnar til ætlanir, fjaraðu púra burtur í einki.
Sum so mangur annar fór eg at skriva yrkingar, meðan eg lærdi til lærara, og helt tá, at yrkja var natúrligast fyri meg. Hugsaði ikki um nakran annan skrivingarhátt, hóast eg las nógvan prosatekst, eisini skaldsøgur. Dámdi best tær stuttu norðurlendsku skaldsøgurnar, eisini tær kendu, stuttu fronsku og angelsaksisku, sjálvandi las eg eisini tær meiri langrøkjutu.
Hevði ein serligan veikleika fyri stuttsøgum. Helt tá og eisini enn, at stuttsøgan hóskaði sera væl til nútíðina.
Tú skuldi helst kunna lesa hana eftir einum hálvum tíma, men innihaldið kunna takast við tær og vera hjá tær tey næstu árini.
Stuttsøgan er ikki bara ein stuttur tekstur, men hon skal sanniliga hava so nógv í sær, at ein skaldsøga kundi verið skrivað í staðin.
Skrivaði mína fyrstu stuttsøgu heystið 1963: Á veg millum bygda.
Í sjeyti- og áttatiárunum kom skaldsøgan, um eg so má siga, upp á móta, og hon vaks alt meir í vavi. Onkur segði, at eins og skaldsøgan fyrr helst skuldi vera í trimum bindum, so hon vardi at lesa upp av í ein vetur á prestagørðunum og teimum meiri múgvandi borgarhúsunum og bóndagørðunum, skuldi hon nú vara eitt langt vikuskifti hjá bókmentafólkunum á fróðskaparsetrunum, tá ið tey fóru út á frítíðarbústaðirnar.
Onkur bannaði inn á teldurnar, sum tey meintu elvdu til at skriva hesar longu skaldsøgurnar. Sjálvur kundi eg ofta meta um, hvussu nógvar síður hon kundi verið stytt. Ofta var tað um helming av bløðunum.
Tað man líða væl móti einum mansaldri, síðan hugsanin um at skriva tílíka skaldsøgu er komin fram fyri meg.
At bygdarmaður mín, Martin Joensen, hevði skrivað tvær skaldsøgur, sum eg hámetti, eggjaðu heldur ikki til skaldsøguskriving. Harafturat vóru báðar sprotnar úr okkara felags heimbygd.
Sum eg nú minnist tað, var heldur einki, ið talaði fyri tí, og tað, eg bar fyri brósti, fekk væl verið í øðrum formum, tó skrivaði eg tvær lítlar skaldsøgur.
Móti fer í alt, ella rættari: tær ymsu tíðirnar krevja hvør sítt.
Í eini tíð við nógvum stórum og bráðum skiftum hóskar betur at skriva yrkingar og leikir enn at skriva langar skaldsøgur. Soleiðis kendi eg tað tá og segði tað eisini ofta, meðan eg vísti til Martin Joensen og Heðin Brú, sum skrivaðu prosa, men tíðina framman undan komu nógvar yrkingar.
Sjálvandi hendir altíð nakað í einum tíggjuáraskeiði, t. d. í fimmtiárunum gjørdu tríggir nýggir høvundar vart við seg: Tummas Napoleon Djurhuus (1928 – 1971) , Jens Pauli Heinesen (1932) og Ólavur Michelsen (1933 – 1978), men í sekstiárunum og eisini í sjeytiárunum komu fleiri nýggir høvundar. Næstan á hvørjum ári ein nýbyrjari, og sum oftast var bókin eitt yrkingasavn, seinri komu so prosabøkurnar. Undantikið tær hjá Carl Johan Jensen eru hetta meir ella minni endurminningar. Næstan sum ein kvinna, ið er í so løttum og gjøgnumskygnum klæðum, at tú sær alt hennara skap, meir ella minni.
Hetta er alt, sum tað skal vera, og eitt fyribrygdi, sum kennist aftur frá hinum Norðurlondunum.
Eitt afturat viðvíkjandi yrkingunum. Eg haldi, at sera fáar ”naknar” yrkingar nú síggja dagsins ljós, men tað mesta, sum sigast skal, verður sungið, tónleikur skal til at skola niður við, og soleiðis er tað. ”Tey byggja land, ið liva”. Aðrar tíðir, aðrir siðir og ønnur fólk.
Tað mundi vera um ár 2000, at eg skrivaði hetta.
UMMÆLARIN.
Hon hevði bakað drýlar
Hvørki fransbreyð ella rugbreyð
Hann át drýlarnar so dánt
Alsamt mølmandi um breyð.
Tey ymsu hugskotini, tú hevur havt, venda viðhvørt aftur, tó oftast í øðrum líki, tá ið tey hava fingið ein møguleika.
Tá eg var liðugur at vera lærari, kom til mín, at eg skuldi skriva barnaminnir úr Sandvík. Tey komu út í bók 2004 við heitinum Grund 1. Eitt, tí hóast eg, tá ið byrjað var at skriva, ikki ætlaði mær at skriva annað enn tað, eg upplivdi í Sandvík, skilti, at ein bók mátti skrivast afturat. Grund 2 var so útgivin longu í 2005.
Hetta var altso tað. Nú skuldi vera nóg mikið um Sandvík.
Í fyrstuni vardi eg meg við, at nú var nóg mikið skrivað um heimbygdina, og eg egnaði meg ikki til at sita og finna árstøl fyri hvørt føtt og deytt fólk í Sandvík. Tílíka bók kundi onkur annar gera, men neyvan verður tað.
Longu í Grund 2 skrivaði eg fremst í bókini: ”Far á føtur og gakk til Ninuve.”
Hetta kundi sanniliga verið skrivað fremst í Grund 3, tí leingi royndi eg at sleppa mær undan at grunda fyri einari nýggjari Grund.
Havi nú sagt fleiri ferðir, at um eg lá fyri deyðanum, hevði eg ikki, sum tey gomlu kundu taka til, fingið frið at doyggja, um alt tilfarið, sum er komið við í Grund 3, ikki var skrivað, men farið út á gloymskunnar endaleysa havi.
Hvussu er og ikki, setti eg meg at skriva tíðliga á heysti 2009, og fyrst á sumrinum 2010 var meginteksturin skrivaður, men so var alt hitt sjálvandi eftir, ikki minst myndirnar. Her var eg eisini ofta heppin og fekk nógvar óvantaðar myndir, ein fongur fyri bókina, og tað gleddi meg sanniliga eisini at fáa tær fram úr gloymskuni.
Bókin er slakar 400 síður, innbundin
og kostar bara 298 kr
------------
Baksíða til Grund 3
Bókin er fyrst og fremst ein bygdarsøga um niðursetubygdina Sandvík, men hon myndar eisini eitt brot úr Føroya søgu. Umframt tað vanliga, sum eyðvitað skal vera í eini bygdarsøgu, hevur verið roynt at fáa nøkur smábrot við, smáar søgur um ymsar tilburðir, uttan at nøkrum verður gingið ov nær, men sum heldur gera myndina menniskjaligari, fjølbroyttari og marglittari.
Kanska er bókin eitt prógv um, at tá ið mannviljin er til staðar, er honum einki óført.
Sjónir høvdu hesi fólkini, ið grundaðu staðin, eins og tey næstu ættarliðini eisini áttu tað neyðuga seiggið.
Maturin liggur undir manningini.
Tað blíðkar fyri hugaðum fólki.
Mans vilji er mans himmiríki
Í 1810 fær presturin Schrøter lagt 20 tunnulendir inn í Hvalvík, sum í 1913 verður broytt til Sandvík, og í 1816 fær hann tvey ung pør at seta búgv í Hvalvíkini.
Jóan Petur Poulsen og Johanna Jacobsdatter seta búgv á Hvalgjógv og Niklas Gullaksen við sínari konu, Marin Margretu Jacobsdatter oman fyri Mølina í Hús við ánna mitt í bygdini.
Báðar konurnar áttu barn sama árið. Johanna var tann fyrra.